Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 233 - 1. desember 2001 FERÐAMÁL Stefan í Skorini Aberdeen er eitt upplagt ferðamál hjá føroyingum, ið fara uttanlands at ferðast í nakrar dagar. Býurin hevur ein heimligan dám, so at føroyingar kenna seg meira heima enn í øðrum stórbýum í Evropa. Atlantic Airways hevur roynt at víst á hetta ferða- málið, og við túrum til Aberdeen og London hevur føroyska flogfelagið givið føroyskum ferðafólki møguleika at vitja hesar býirnar í Bretlandi, har føroyingar vanliga ikki ferðast. Handilsmøguleikar Flestu føroyingar hava handilsviðurskiftini ógvuliga frammalaga í huganum, tá teir velja sær eitt ferðamál. Her dettur Aberdeen als ikki burturímillum. Býurin hevur nógvar handilsmið- støðir, ið hava flest allar vørur, sum føroyingar vanliga hava hug at keypa, tá teir eru í uttanlands. Tí er Aberdeen væl egnaður at gera jólainnkeypið í ár. Viðkomandi var so heppin at hava høvi at vitja allar hesar handilsmið- støðir, og tær hava sanni- liga sítt at bjóða, so at tey flestu høvdu fingið brell at ogna sær okkurt, ið ikki fæst í Føroyum. Eitt handilshús, ið er vert at nevna, er E&Ms. Tað liggur miðskeiðis í býnum og er í tveimum bygingum. Handilshúsið hevur lagt seg eftir at hava eitt breitt úrval av vørum. Har er ein deild við klæð- um fyri vaksin fólk, ein deild við innbúgvi og fleiri aðrar deildir, ið eru væl umtóktar. Flogfelagið hevur skipað soleiðis fyri, at føroyingar, ið gera sítt innkeyp í E&Ms, fáa 10% í avsláttri. Tí er tað serliga lokkandi hjá føroyingum at gera síni innkeyp her. Fleiri aðrar áhugaverdar handilsmiðstøðir eru eisini at vitja, og tí er tað upplagt at gera innkeypsferðir til Aberdeen. Her kunnu nevnast Bon Accord miðstøðin, Marks & Spencer og allir handlarnir í høvuðsgøtuni. Onnur tilboð Aberdeen hevur tó eisini onnur tilboð at stytta sær stundir um kvøldið og er ikki ein keðiligur býur, ið summi hava hug at halda. Familjur við børnum kunnu leggja leiðina fram við Satrosphere. Hetta er ein stuttlig vísindalig fram- sýning. Hon er mest ætlað børnum, men vaksin kunnu avgjørt fáa okkurt burturúr hesum. Hetta er gjørt soleiðis, at alt, ið er víst fram, kann nertast, so at børnini hava frítt at fara í hesi framsýning. Satrosphere er eitt væl umtókt og væl vitjað stað í Aberdeen. Tað verður eisini mælt vaksnum til at vitja framsýningina. Tað liggur úti við strondina, og í hesum økinum eru fleiri frítíðartilboð, sum ferða- fólk kunnu vitja. Hetta er eitt serstak stuttleika øki, har man kann stytta sær stundir. Umframt Satrosphere er ein stórur náttklubbi, sum verður nevndur Amadeus. Hann hevur pláss fyri eini 3000 fólkum og hevur fleiri ymiskar deildir. So tá er lag á manni at stuttleika sær. Kanska serliga tey ungu hava hug at leita sær út hagar. Eisini er bovling- høll og biografur á staðnum. Í sama øki eru eisini til- boð til tey ítróttaráhugaðu. Í eini stórari høll hevur tú møguleika at íðka fótbólt, squash, tennis og eisini er ein skoytubreyt, har føroyi- ngar kunnu lata seg í skoyturnar, sum ikki er møguleiki fyri í Føroyum hvønn dag. Pubbirnar eru nógvar í tali runt allan býin. Fleiri teirra hava ymiskt undir- hald um vikuskiftini. Her er møguleiki at hoyra skotskan fólkatónleik, ið minnir nógv um tann írska, sum føroyingar kenna frá The Dubliners. Eitt tað mest lokkandi tilboðið har á leið og í Skotlandi sum heild er golf. Henda ítróttargreinin hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu árini, og nógv vitja Aberdeen fyri at spæla golf. Óteljandi golf- breytir eru at síggja uttan- fyri býin. Nú er eisini talan um at gera eina stóra golfbreyt í Hoyvík, so tað hevði ikki verið so býtt at fingið sær venjing, áðrenn golfbreytin her heima er liðug. Aberdeen hevur eisini eitt fótbóltslið. Tað tekur einar fimm minuttir við bussi út til stadion, ið nevnist Pittodrie og hevur pláss fyri góðum 20.000 áskoðarum. Liðið er ikki millum tey bestu, men eftir nøkur vánalig kappingarár er felagið við at reisa seg aftur. Vøllurin liggur nær við býin, og tí er tað upplagt at leggja leiðina út har leygardag seinnapart, um Aberdeen spælir á heima- vølli. Felagið hevur júst bygt eitt nýtt áskoðara- pláss, ið hevur allar hentleikar. Fornminni Aberdeen goymir eisini fleiri dýrgripir frá fornum tíðum, ið eru verdir at kanna nærri. Hetta økið, ið eisini verður nevnt Grampian, hevur verið miðdepil í gamla Skot- landi, har kríggj móti grannanum fyri sunnan nærum var gerandiskostur. Í miðbýnum stendur ein partur av tí gamla býling- inum enn. Ein partur er burtur, men seinastu árini hevur stjórnin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varð- veita hesi fornminni, og skotar eru sum heild ógvuliga ernir av minn- unum frá fornum tíðum, tá menn sum William Wallace og Robert the Bruce bardust móti arva- fíggindanum Onglandi. Í einum av hesum gomlu bygningunum hevur býráðið gjørt eitt framúr- skarandi museum, ið hýsir øllum, sum hevur tilknýtir til sjógvin. Tað verður nevnt The Maritime Museum og liggur sjálvandi niðri við havnina. Fyri føroyingar er hetta serliga spennandi at síggja, tí vit kenna okkum aftur í hesum umstøðunum. Tær gomlu myndirnar minna um ta fyrstu tíðina við klippfiski. Tó er hetta museum ikki bert ætlað fiskivinnu. Oljuvinnan hevur eisini fingið stórt pláss. Tað er spennandi at síggja, hvat vit føroyingar kunnu vænta okkum. Tá tey vitjandi trína inn í The Maritime Museum síggja tey ein stóran boripall, ið spennir úr niðastu hædd og upp í ovastu. Gistingarmøguleikar Í Aberdeen eru sjálvandi alskyns møguleikar at gista. Tú fært bæði fyrsta floks gistingarhús og hotel og tað vanliga bed and breakfast, sum er nógv bíligari enn hotellini. Nógv bretsk húsarhald fáa sær eina eyka inntøku við at hava bed and breakfast um summarið ella alt árið. Her fært tú eina song og morgunmat. Bíligt, men hentleikarnir eru ikki eins nógvir sum á einum hotelli. Um tú velur at búgva á einum hotelli, so verður Ramada Jarvis Hotel viðmælt. Tað liggur mið- skeiðis í býnum í Market Street, ið er ein síðugøta til høvuðsgøtuna í Aberdeen. Samanumtikið er Aber- deen ein býur við fleiri góðum frítíðar møguleik- um og verður avgjørt viðmæltur sum ferðamál. Aberdeen Aberdeen er eitt gott ferðastað hjá føroyingum, ið vilja hava eina uppliving, ið er eitt sindur øðrvísi frá Keypmannahavn og øðrum stórbýum í Evropa. Býurin er heimligur og hevur fleiri góð tilboð at stytta sær stundir hjá ferðafólki Aberdeen hevur nógv væl varðveitt fornminni. Provost Skene´s House frá 1545 er eitt teirra, og ferðafólk sleppa at hyggja seg um innanfyri Økið kring Aberdeen hevur fríða náttúru, og tað liggur væl fyri at leiga ein bil og koyra ein túr útum býin Marischal College er eisini ein gamal bygningur, ið nú verður nýttur sum skúli Nógv verður gjørt burturúr jólasøluni í Aberdeen. Her hevur býráðið prýtt høvuðsgøtuna við ljósum Standmynd uttanfyri Provost Skene´s House Sosialurin Nr. 233 - 1. desmeber 2001 7 WOODWARD Eyðun Klakstein Bob Woodward er ein av kendastu blaðmonnunum í søguni. Saman við starvs- felaga sínum, Carl Bern- stein, var hann ein høvuðs- orsøk til, at Richard Nixon noyddist úr forsetaembæti sínum í sjeytiárunum. Orsøkin var tiltikna Watergate gølan, sum skelkaði amerikanska samfelagið og sum fekk ein amerikanskan forseta at leggja frá sær. Tað var ongantíð hent áður ella síðani. Tað vóru serliga teir báðir Woodward og Bern- stein, sum petti fyri petti avdúkaðu rætta saman- hangin í Watergate-gøluni, sum tók amerikanska forsetan av fótum. Hetta var fyri 30 árum síðani, men Bob Wood- ward er framvegis dugna- ligari enn tey flestu til at grava fram søgur, sum eingin annar fær hendur á. Hetta hevur hann aftur víst í kjalarvørrinum av yvir- gangsálopunum í USA. Woodward starvast framvegis á Washington Post, sum hann eisini skrivaði tær mongu Water- gate-greinarnar fyri fyrst í sjeytiárunum. Nú er hann ein av blaðstjórunum har, men hann dugir eisini grundleggjandi journalist- iska arbeiðið, sum hevur vunnið honum nógvar virðislønir og hevur gjørt hann til kendan mann kring allan heimin. Í USA er hann ein stjørna á hædd við politik- arar, sjónleikarar og tón- leikarar, men hetta forðar honum ikki í at gera van- ligt blaðmannaarbeiði, tá ið ástendur. Skrivað bøkur Seinnu árini hevur Bob Woodward serliga gjørt vart við seg við bókaút- gávum. Hann skrivaði saman við Carl Bernstein bøkurnar All the Presi- dent’s Men og The Final Days í árunum eftir Water- gate-gøluna, og síðani hevur hann skrivað fleiri áhugaverdar og nógv umtalaðar bøkur. Eina bókin snúði seg um arbeiðslagið hjá ameri- kansku fregnartænastuni CIA, og ein onnur snúði seg um stutta og harða lívið hjá sjónleikaranum John Belushi. Í 1999 skrivaði Woodward um arvin eftir Watergate. Hann greiddi við óvanliga neyvum upplýsingum og frágreiðingum frá, hvussu teir amerikansku forset- arnir eftir Richard Nixon høvdu klárað seg. Bøkurnar hjá Woodward eru allar endaðar ovarliga á sølulistunum í USA. Bush upp í leikin Seinastu vikurnar hevur Woodward tó aftur gjørt vart við seg í teigunum hjá Washington Post. Hann hevur skrivað greinar um ymisk mál, eftir at USA var álopið av terroristum, og greinarnar hava flest allar borið nýggjar og avdúkandi upplýsingar. Hetta fekk sjálvan amerikanska forsetan, George W. Bush, at reagera miskeiðis í oktober mán- aði, tá hann kundi lesa loyniligar upplýsingar um møgulig nýggj yvirgangs- álop í eini grein í Wash- ington Post, sum Bob Woodward hevði skrivað. Vandi var sjálvsagt fyri nýggjum álopum, men greinin í Washington Post bar loyniligar upplýsingar frá innanhýsis fundum í amerikansku stjórnini, og tað var ov nógv fyri forsetan. Bush hótti við at útihýsa amerikansku kongressini frá loyniligum upplýs- ingum, tí hon kláraði ikki at halda tætt. Nakrar dagar seinni valdi amerikanski forsetin at taka hóttanina aftur. Ein røð av avdúkandi greinum Tað var eisini Woodward, sum var tann fyrsti at skriva neyvar greinar um, hvussu tætt Taliban-stýrið í Afghanistan og Osama Bin Laden vóru knýtt at hvørj- um øðrum. Woodward hevði funnið fram upplýs- ingar um, at Bin Laden hevði stuðlað Taliban- stýrinum við stórum pen- ingaupphæddum seinastu árini, og at leiðslan í land- inum var meira enn minni í lummanum hjá nógv umtalaða terroristinum. Í eini aðrari grein greiddi Woodward frá, hvussu amerikumenn síðani 1999 hava roynt at fangað Bin Laden, tó uttan at tað hevði eydnast teim- um. Hetta vóru alt loyni- ligar atgerðir í Afghanist- an, men enn einaferð kláraði Woodward at fáa hendur á upplýsingunum og bera tær víðari neyvt og upplýsandi. Tað var gjørt nógv burtur úr, tá tað kom fram, at amerikanski forsetin hevði givið CIA beinleiðis ordrar um at finna og drepa Bin Landen. Hetta var eini heilt serlig harra- boð í søguni hjá CIA, og enn einaferð var tað Woodward, sum umvegis sínar høgtstandandi keldur í amerikansku umsitingini skrivaði um hetta. Dugir enn Hóast Bob Woodward er ein legenda á sínum starvs- øki, so hevur hann ikki gloymt sínar grundleggj- andi dygdir sum blaðmað- ur. Og seinastu vikurnar vísa eisini, at hann fram- vegis er førur fyri at finna upplýsingar, sum allir hinir blaðmenninir í USA ikki klára at fáa hendur á. At hann er ein kendur og virdur blaðmaður er uttan iva eisini til stóra hjálp, tá hann skal hava upplýsingar frá týðandi keldum - ráðharrum og embætisfólki. Tað fakliga avrikið hjá Woodward og Bernstein í sjeytiárunum gjørdist veruliga kent, tá spæli- filmur var gjørdur um teir. Filmurin hevði Robert Redford og Dustin Hoff- mann í høvuðsleiklut- unum, og hesin filmur vann tvær Oscar-virðis- lønir í 1976. All The President’s Men kallast filmurin, sum eisini hevur verið sýndur í føroyskum sjónvarpi. ∆ Gamla hetjan dugir enn Grein hjá Bob Woodward fekk sjálvan amerikanska forsetan at hótta við at goyma loyniligar upplýsingar frá kongressini, tí Woodward fekk fatur á teimum Fyri 30 árum síðani stóð hann fyri tí mest víðagitna journalistiska avrikinum í søguni, men framvegis dugir Bob Woodward at grava søgur fram, sum eingin annar fær hendur á Bob Woodward og Carl Bernstein gjørdust heimskendir, tá teir báðir Robert Redford og Dustin Hoffmann spældu teir báðir blaðmenninir í filmi, sum vann tvær Oscar-virðislønir C M Y K 25 24