Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2001 27 8 Sosialurin Nr. 233 - 1. desember 2001 Eru vit ov bangin, gerast vit ódjørv, ómanslig og ræðuskítar. Vantandi ótti kann gera okkum ovur- djørv og kann tí eisini føra okkum í vanlukku. Pass- andi er at vera djarvur, sum ein gyltur miðalvegur, men hvat er hetta fyri ein tanki um ein gyltan miðalveg? Hjá Aristoteles finst hugtakið um eydnuna sum ein samanrenning av stór- um mótsetningum. Eydnan er meiri at finna í tí vit gera, enn í okkara sinni. Aristoteles er samdur við lærumeistara sínum, Platon, at okkara traditión- ir í sambandi við almennar dygdir og tær gerðir, ið fremja eydnuna, eru tær, ið samsvara við dygdirnar. Hetta er eitt kent klassiskt sirkulargument og tí eitt ógyldugt argument, har premissirnir ganga aftur í niðurstøðuni. Hin hægsti formurin fyri eydnu hjá Aristoteles er samantvinn- aður við hugsan, serliga heimspeki, síðani ein praktiskan lívsform, ið eisini rúmar møguleikan- um fyri eydnu, men tó av einum lægri slag. Verulig hugsan strembar eftir dygdum sum intelligens, vitan og vísdómi. Í tí praktiska lívsforminum skulu vit stremba eftir at gera praktiskar og etiskar dygdir til veruleika, og tað eru hesar, ið knýta seg til tankar um hin gylta meðalvegin. Neyðugt er, at vit gera tað, ið ikki rúmar ov lítið av kenslum, ella ov nógv. Hjá Aristoteles er neyðugt at finna miðal- vegin og javnvágina ímill- um t.d. askesu ov ovur- njóting, ið er mátarhald. Tá peningur skal nýtast, er neyðugt, at vit ikki oyðsla ella eru smálig, men eru virðilig og gávumild. Í miðøld kemur læran um dygdirnar undan kavi aftur. Kristin heimspeki um hetta mundið er samanrunnin við grikska hugsan. Hugtakið um eydnuna er varðveitt, ið enn er hægsta málið. Í kristnum høpi verður skilt ímillum tveir hættir av eydnu, jarðareydnan og hin handan, tað vit kunnu vita nakað um, ið mest er tengd at tankanum um einum lívi aftaná deyðan. Longu Plotin (205-270) hevur henda skilnað, somuleiðis Augustin (354-430) og Aquinas. Hjá Aquinas finna vit tær fýra kendu høvuðsdygdirnar: vísdóm, mót, tamarhald og rættvísi. Somuleiðis kristnu dygdir- nar: trúgv, vón og kærleiki. Hesar sjey høvuðsdygdir (kardinaldygdir) fáa mótsvar av teim sjey deyðasyndunum: lívsleiði, hugmóð, grammleiki, greði, vreiði, kargheit og øvund. Í hesi hugsan eru sjey dygdir og sjey deyðsyndir, alt er meiri svart og hvítt, og einki nyttar at royna at leggja seg mitt ímillum t.d. trúgv og øvund ella vísdóm og lívsleiði. Men er eydnan ikki bert ein sinnisrørsla, ið fyllir okkum av og á? Tað er tó munur á orðinum eydna og at gleðast um okkurt ávíst. Tá ein gleðist, hevur hetta onkra orsøk, sum t.d. at onkur mál er nádd, ella vit fáa ein grip ella ein gávu. Eydnan er meiri í ætt við longsulin uttan mál, tí eydnan er ógrundað. Yrkjararnir fanga hetta mangan best, sum tá Thørger Larsen sigur: “Mit hjerte bløder af glæde,/så klare dagene rinder”. Morten Nielsen: “Verden er våd og lys/(. . .) lykkeligt nær ved at græde”. Johs. V. Jensen skrivar: “Eg vaknaði árla á morgni, vindurin streyk inn í kahyttuna, og við at eg í svøvni rann so fullur í gleði, at eg ikki kundi vera liggjandi”. Her er ein gleði uttan orsøk - ella rein eydna. Hetta kom ikki av, at hesir menn høvdu sett sær fyri at finna gylta miðalvegin ímillum eydnu og dygd. Torført er at sannføra modernað menniskju um, at tað er gylta millumvegin vit eiga at troyta, um eydnan skal finnast. Tá menniskju líta aftur á lívið og meta, um tað hevur verið væl eydnað ella heldur óeydnað, er tað mangan við tonkum um tey hava gjørt dreymarnar til veruleika. At kenna lívsnøktan, er mangan kenslan av, at ein hevur framt tey kor í lívinum, ið gjørdu tað til veruleika, ið liggur í einum sum persóni. Adventin er tíðin, ið boðar frá, at Ein skal koma. “Ein gáva til alt fólkið”, varð sagt á sinni: “Friður á Jørð og í menn- iskjum góður tokki.” Hetta eru stór orð. Boðskap- urin um frið millum menn- iskju virkar so einfaldur og rímuligur. Tað er kanska tí vit keypa hvørjum øðrum gávur og senda fleiri hundrað jólakort júst í hesum døgum. Á henda hátt eru vit øll við til at byggja varandi frið í heiminum. Tú og eg ynskja sjálvandi ikki stríð okkara millum. Tað gera tú og tann næsti hjá tær nokk heldur ikki, og so framvegis. Ein tílík keta av sátt og semju átti tí uttan stórvegis trupulleikar at knýtt okkum øll saman. Øll gera vit alt vit megna fyri at vit øll skulu trívast sum best. Men at onkur man hava veitsluna spilt er eyðsæð, tá vit síggja og hoyra dagligu tíðindini í fjølmiðlunum. Er ikki hetta ilt at skilja? Hóast vit eru av sama kjøti og blóði, so vilja vit bumba hvønn annan, snýta hvønn annan, misbrúka álit, byrgja uppfyri samstarvi og so framvegis. Man tað vera soleiðis, at vit liva í einari menniskjaligari ístíð, har tey veruligu virðini liggja niðurfryst. Siðsemi liggur og skelvir við einum slitnum turriklæði um hálsin. Virðingin stendur á ein líknandi hátt og roynir at verma fingrarnar við ein eld, ið er um at brenna út. Menniskjalig virði verða definerað og niðurfeld á blað, fyri at vit skulu vita hvat er rætt, og hvat er rangt. Tað, sum einaferð var borið við móðurmjólkini, og sum vit síðani tóku til hjartað, er nú at finna í bókum og skjølum, ið so avgjørt ikki eru livandi, heitar verur. Vit eru samd um, at so skal vera. Hans Andreas Djurhuus kvað einaferð, at “í Íslandi er kalt.” Tað er tað eisini beint nú. Minus 8 stig lýstu á instrumentbrettinum í bilinum í morgun, so tað var ikki hugsingur um at fara úr turriklæðnum og handskunum meðan eg koyrdi til arbeiðis. Varmaapparatið royndi sítt besta at skapa ein fløva, men eg var longu komin fram, áðrenn bilurin var blivin líkinda heitur at sita í. Kavi og frost liggur í gøtunum og uppeftir húsaveggjunum. Einasta undantakið er har, ið hiti er lagdur í vegirnar. Inni á skrivstovuni er fjálgt, tíbetur. Hetta er kanska ein sjálvfylgja í einum samfelagi sum okkara. Vit eru yvirhøvur samd um, at tað ikki skal vera ov kalt, har vit eru inni. Tað man vera gott at vera samdur. Vit eru samd um, at likamið skal vera heitt, men hvussu við hjartanum? Hví munnu menniskjaligar kenslur, friður og mannarættindi vera relativ hugtøk? Nú fara ljós at tendrast í heimligum gluggum og handilsgluggum. Og ikki at gloyma húsini hjá Smára, sum munnu vera uppií mest jólaskrýddu húsum, ið til eru. Eg fari framvið av og á at hyggja eftir øllum ljósunum. Men eg veit ikki rættuliga um tað er fyri at minna meg um sjálva jólahøgtíðina og boðskapinum, ið har til hoyrir, ella um tað bara er tí at mær dámar væl at síggja øll ljósini og allar litirnar. Jól? TELDUBRÆVIÐ Frá: Ernst Olsen, Ísland, ernst_o@yahoo.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Hin gylti miðalvegurin og eydnan Málbitin Donsk orð í føroyskum hami Í talumáli - og í skriftmáli hjá summum við - yður í donskum orðum og máliskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so lætt at vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvið hjá okkum øllum. Eitt høvuðsevnið hjá føroyskari málrøkt hevur frá fyrsta degi verið at royna at seta mark millum danskt og føroyskt, men ikki hevur altíð borið so væl til. Her verður gjørt vart við nakrar av hesum “óbodnu gestum”. “óansæð” er orð, sum hevur verið nógv at hoyra og síggja í sein- astuni. Hetta er danska orðið uanset (úr týskum unange- sehen), sum hevur latið seg í føroyskan ham, men tað verður ikki føroyskt fyri tað. “Óansæð hvørjir teir eru” kundi verið soleiðis orðað: “Sama hvørjir teir eru”. Í staðin fyri “Óansæð hvussu gongst” kundi verið sagt “Ið hvussu gongst”. “undirgrava” er vanligt at hoyra í tíðindum. Sagt verður t.d., at “hann undirgravar fólkaræðið”. Vit geva gætur, at veiki nú- tíðarformurin “gravar” er vanligur nú, men eldri og betri er sterki formurin grevur. Men tað er ikki fyrst og fremst tað, ið er at finnast at hesum orði fyri. Var tað “leyst samansett” sum upprunaligt føroyskt orð, átti tað at verið grava undir, og tí er valla høpi í. Meiningin er heldur at grava undan, t.e. at máa støðið undan einumhvørjum, so at tað dettur. Mælt verður tí frá at nýta “undirgrava” og “undirgravandi virksemi” og tílíkt og heldur málbera seg á annan hátt, t.d. grava (burtur) undan, máa el. taka støðið undan, bróta niður, vera at meini el. til bága - alt eftir, hvat ið um er at røða. Nóg mikið er at taka av. “burdi” Hví siga “burdi” í staðin fyri átti: Hann átti at verið flongdur. Fingranøvn Summi hava gloymt føroysku nøvnini á fingrunum og sett donsk í staðin. Hví siga “peikifingur” og “ring- fingur”, tá ið hesir fingrar av røttum eita fremsti- fingur og lekifingur ella grøðifingur? Úr Orðafari, nr. 2, 1987 Kim Simonsen skrivar Uppgávurnar verða í høvuðsheitum at hava: • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkra- húsinum • ábyrgd fyri støðugari menning á sjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treytunum hjá sjúkrahúsinum • ábyrgd fyri gerð av uppskoti til fíggjarætlan • ábyrgd av at góðkend fíggjarætlan verður hildin • ábyrgd fyri at hagtøl yvir virksemi á sjúkrahúsinum verða fingin til vega • ábyrgd fyri at sett verða mál fyri sjúkrahúsið innan kanningar-, viðgerðar-, og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett í Almanna- og heilsu- málastýrinum • samstarv við onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar við tilknýti til almanna- og heilsuøkið. Ynskiligt er við umsøkjara sum lúkar niðanfyri- nevndu krøv: • útbúgving frá hægri lærustovni • áhuga og kunnleika til heilsuverkið og heilsu- búskap • leiðsluroyndir helst frá almenna arbeiðsmarkn- aðinum. • góð leiðslu- og samstarvsevni. • mennandi leiðslustíl • vitan um tær treytir sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting • evni at seta í verk fyriskipanir • kunnleika til fíggjarstýring Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí, við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Almanna- og heilsum- álastýrinum. Møguleiki er fyri at velja um talan skal vera um tænastumannastarv ella áramálssetan í 5 ár við serligum sáttmála. Samráðingar fara í løtuni fram um lønina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra tlf. 30 40 50, ella Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahúsleiðara tlf. 31 35 40. Umsókn: Umsókn við C.V. og avriti av neyðugum skjølum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 7. desember 2001 kl. 12.00. Almanna- og Heilsumálastýrið Sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið Starvið sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið,Tórshavn verður við hesum lýst leyst til setan 1.januar 2002 ella eftir nærri avtalu. Landssjúkrahúsið verður fyrisitið av einari sjúkrahúsleiðslu, sum er mannað við sjúkrahússtjóra, sjúkrarøktarstjóra og læknastjóra, har sjúkrahússtjórin mótvegis Almanna- og heilsumálastýrinum hevur endaligu ábyrgdina. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1525, Sp/f Leikalund, 700 Klaksvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Bjarni Ziska Dahl, Kráargøta 45, 700 Klaksvík. Innkomin sum stjóri: Edvard L. Fuglø, Jústabrekka 2, 700 Klaksvík. Skráseting Føroya tann 29. november 2001 Kristin Balle _____________________ Maskinførari og arbeiðsfólk Søkt verður eftir maskinførara og arbeiðsfólki. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður í Badmintonhøllini leygardagin 1/12 frá kl. 10.00 - 20.00 og sunnudagin 2/12 frá kl. 14.00 - 19.00. Verið vælkomin Sosialurini -har tað hendir C M Y K 27 26