leygardagur 1. desember 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 233 - 1. desember 2001
Nr. 233 - 1. desember 2001
29
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3264
Navn: Sp/f 04-10-01
Adressa: Kráargøta 1, 160
Argir
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato:
02.11.2001
Viðtøkudato: 02.11.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: : Kr.
80.000,00 í øðrum virðum
til kurs 100.
Stovnarar: Gunvør Balle,
Kráargøta 1, 160 Argir og
Sigurð í Jákupsstovu,
Kráargøta 1, 160 Argir.
Stjórn: Gunvør Balle,
Kráargøta 1, 160 Argir.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av
stjóranum.
Grannskoðari: : P/F
Grannskoðaravirkið Inpact,
R. C. Effersøesgøta 26,
100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
17.09.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil
og annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
29. november 2001
Kristin Balle
_____________________
Prutl við skaða
til sølu
Merki: Derbi Predator
Árg.: Sept. 1999
KM.: 3,035
Prutlið verður selt sum tað stendur nú. Og kann
síggjast hjá SIGMA IMPORT v/ Sigmund Olsen,FO
950 Porkeri.
Tlf. 373890
Fax. nr. 373117
Fartelefon 224859
at hitta millum kl. 0800–1000
Magnus E. Joensen
Sýnsmaður
Prutl við skaða
til sølu
Merki: Atala Skeggia
Árg.: Okt. 2001
KM.: 206
Prutlið verður selt sum tað stendur nú, og kann
síggjast hjá SP/F C.N. Bygg, Heiðarnar, FO 950
Porkeri.
Tlf. 373890
Fax. nr. 373117
Fartelefon 224859
at hitta millum kl. 0800–1000
Magnus E. Joensen
Sýnsmaður
Bókhaldari
KPMG statsaut. revisorar Sp/f
Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn
Tel 34 34 34, Fax 34 34 35
Heimasíða: www.kpmg.fo E·mail: kpmg@kpmg.fo
Fyri ein av kundum okkara verður søkt
eftir bókhaldara at byrja skjótast til ber.
Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, fevnir
um alt vanligt bókhaldsarbeiði.
Bókhaldsskipanin Navision Financials
verður nýtt.
Talan er um eitt avbjóðandi og áhugavert
starv.
Tann, sum settur verður, skal hava
kunnleika til bókhald, kunna arbeiða
sjálvstøðugt og annars verða fyrikomandi
og fryntligur.
Kunnleiki til bókhaldsskipanina Navision
Financials, er ein fyrimunur, men eingin
treyt.
Lønin verður sett eftir nærri avtalu við
atliti til royndir og útbúgving.
Umsókn við upplýsingum um royndir og
útbúgving skal sendast til KPMG statsaut.
revisorar Sp/f skjótast til ber og í seinasta
lagi 10. desember 2001.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Paula Ellefsen ella Rúna
Poulsen á telefon 34 34 34.
Allir fyrispurningar og umsóknir verða
viðgjørd í trúnaði.
Starvið
Umsøkjarin
Umsóknin
team85
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3272
Navn: Sp/f BK Invest
Adressa: Landavegur 7,
100 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato:
19.11.2001
Viðtøkudato: 19.11.2001
Kapitalur: Kr. 299.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 299.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Beinir
Kristiansen, Landavegur
7, 100 Tórshavn.
Stjórn: Beinir
Kristiansen, Landavegur
7, 100 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av stjóranum.
Grannskoðari: :
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Patursonargøta 3, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
19.11.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil,
ídnað, gera íløgur og hava
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
29. november 2001
Kristin Balle
_____________________
Sjúkrasystraskúli Føroya
Fo 100 Tórshavn
Skrivari
Eitt starv sum skrivari á fulla tíð er leyst til setan 1.
januar 2002.
Sjúkrasystraskúli Føroya skipar fyri sjúkrasystra-
útbúgving. Skúlin hevur felags fyrisiting við Al-
manna- og heilsuútbúgvingarnar, sum fara fram á
Tvøroyri.
Høvuðsuppgávur hjá skrivaranum fevna um:
• Leggja til rættis og útinna dagliga skrivstovu-
haldið á skúlanum, herundir gera arkiverings-
skipan og bókasavnsarbeiði
• Bókhald- og roknskaparføring (Fíggjarskipan
Landsins)
• Vera við í arbeiðinum at menna telduskipan-
ina
• Samskifta við leiðslu, lærarar, lesandi, næm-
ingar og praktistøð
Førleikakrøv:
• Útbúgving og royndir innan skrivstovuhald
og journalisering/arkivering
• Royndir innan bókhald
• Kunnleika og royndir innan nýtslu av edv
• Hava málkunnleika, herundir duga væl før-
oyskt og enskt
• Duga av arbeiða sjálvstøðugt
• Vera fyrikomandi og duga at fáast við ung fólk
• Góð samskiftis- og samstarvsevnir
Vit bjóða:
• Eitt á mangan hátt sjálvstøðugt og áhugavert
starv, sum er í menning.
Tú kemur at starvast í einum góðum arbeiðs-
umhvørvi í samstarvi við leiðslu og lærarar á
skúlanum.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið og
verður lønt í 15. lønarflokki.
Umsóknir
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Sjúkrasystraskúla Føroya
Att. Rektaran
Eirargarður 14 B
FO-100 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
14. desember 2001.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú venda tær
til Bergliot Ihlen, rektara, á telefon 316027 lokal
436.
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Hugnaløta
Leygardagin 1. desember kl. 15.00 - 18.00 verður
hugnaløta í hølunum á Áarvegnum. Øll eru
vælkomin til ein drekkamunn og prát.
Nevndin
-tað loysir seg
Toll- og
Skattstova
Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur
undir Fíggjarmála-
stýrinum, hvørs upp-
gáva er at fyrisita
toll-, mvg-,
kolvetnisskatta- og
avgjaldslógirnar, inn-
tøkuskattalógina
v.m. og alla
skuldarinnkrevjing
hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skip-
aður soleiðis, at
planlegging og
menning fer fram í
Stýrinum á Argjum.
Tær seks økisskriv-
stovurnar, ið eru á
Tvøroyri, í Skopun,
Sørvági,Tórshavn,
Saltangará og Klaks-
vík røkja raksturin.
Í Streymoyar øki, har
viðkomandi kemur
at arbeiða, eru 60
starvsfólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
streymoy@tollskatt.fo
Tænastumannastarv
Starvið sum deildarleiðari fyri Toll- og skattadeildina í
Streymoyar øki verður hervið lýst leyst at seta skjótast
gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Deildin, ið er normerað til 20 størv, umfatar tollkreditt,
løntakara- og roknskaparlíkning, avgreiðslu, journal/arkiv,
vekslara, post, stempulklokku v.m. Eisini skal deildarleiðarin
vera næsti maður økisstjórans, tá ið honum berst frá.
Førleikakrøv
Umsøkjarar við t.d. merkonomútbúgving í roknskapi,
arbeiðsroyndir innan skatt, toll og mvg og royndir innan
leiðslu, hava fyrimun.
Vit kunna bjóða
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum
fyri eftirútbúgving, v.ø.o. eitt sjálvstøðugt starv í góðum
arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Starvið er tænastumannastarv,og verður lønin sambært 34.
lønarflokki í tænastumannasáttmálanum, og verða fyrstu
tvey árini royndartíð.
Núverandi setanarøki er Streymoyar øki, men fevnir annars
um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra, og
tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum
støðum, um tað verður kravt.
Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Eyðfinni
Hansen, økisstjóra, á tlf. 31 02 60.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um
viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi
17. desember 2001
Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki
Postsmoga 3139
110 Tórshavn
Á verkstaðnum, sum er undir Farmaleiðum, er eitt starv
sum handverkari leyst at seta.
Starvið fevnir um
Viðlíkahaldsarbeiði uppá lastbilar, bussar o.a. útbúnað.
Førleikakrøv
•
Mekaniska útbúgving
•
Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva
•
Góðan røkjuskap
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir
Áhugaði skulu senda umsókn til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 10.
desember 2001, kl. 10:00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til
Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á tlf. 343060 ella
e-post: hab@ssl.fo
Starv
Handverkari til verkstaðið
Høvuðsuppgávan
hjá
fyritøkuni er at lúka
landsins tørv á innan-
lands fólka- og farma-
flutningi, og skal fyri-
tøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutn-
ingurin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá
Strandfaraskipum
Landsins javnvigar við
yvir 150 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 11 skip, 40 bussar
og 15 lastbilar. Flutn-
ingsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki 3/4 tíð til Fugla-
fjarðar skúla til setan 15. januar 2002 ella skjótast
eftir hetta.
Starvsøkið fevnir um at taka sær av øllum vanlig-
um skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu v.m.
Umsøkjari við royndum frá almennari fyrisiting
ella øðrum skrivstovuarbeiði hevur fyrimun.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgev-
arafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á telefon 444087.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
viðmælum og upplýsingum um royndir skulu
vera Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B,
530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi týsdagin
18. desember 2001 kl. 15.00.
Fuglafjørður,tann 29.november 2001
Fuglafjarðar býráð
Nýggj Tvingsilsøla
Fríggjadagin tann 14. desember 2001 kl. 09.15
verður á dómaraskrivstovuni C. Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn hildin nýggj tvingsilsølu yvir matr. nr. 126
Sørvágur. (AS 30/2001).
Talan er um eini sethús við kjallara, stovuhædd og
loft, har hvør hæddin er 50 m2 og smb. tingbókina
er grundstykkið 566 m2 til víddar. Sethúsini eru
gjørd av timbri á grótgrund, klædd við plastikki og
takt við jarni. Í stovuhæddini er køkur, tvær stovur,
kamar, baðirúm og gangur. Á loftinum eru 5 lítil
kømur, goymslurúm og gangur. Kjallarin er allur í
einum.Úthús er omanfyri húsini.Sethúsini eru bygd
í 1915 og treingja til ábøtur.
Fyrsta uppboðssølan var tann 15. november 2001.
Hægsta boð var 159.000 kr.
Uppboðssølan er umbiðin av Annfinn V. Hansen,
advokati, telefon 359595, ið kann geva nærri upp-
lýsingar um ognina, og sum nærri avtala kann ger-
ast við, um ynski er at síggja ognina.
Søluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati
ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,27.november 2001
Kim V. Ottesen
dómarafulltrúi
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðsluna á
býráðsskrivstovuni til setan 15. januar 2002 ella
skjótast eftir hetta.
Starvsøkið fevnir um at taka sær avgreiðsluni/tele-
fonavgreiðsluni, kassa, fólkayvirliti og annars alt
fyrifallandi arbeiði á skrivstouni.
Umsøkjari við royndum frá almennari fyrisiting ella
øðrum skrivstovuarbneiði hevur fyrimun.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgev-
arafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon
444006 lokal 11.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
viðmælum og upplýsningum um royndir skulu
verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi týsdagin 18.
desember 2001 kl. 15.00
Fuglafjørður,tann 29.november 2001
Fuglafjarðar býráð
C
M
Y
K
29
28