Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 233 - 1. desember 2001 Nr. 233 - 1. desember 2001 31 Uppgávurnar verða í høvuðsheitum at hava: • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkra- húsinum • ábyrgd fyri støðugari menning á sjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treytunum hjá sjúkrahúsinum • ábyrgd fyri gerð av uppskoti til fíggjarætlan • ábyrgd av at góðkend fíggjarætlan verður hildin • ábyrgd fyri at hagtøl yvir virksemi á sjúkrahúsinum verða fingin til vega • ábyrgd fyri at sett verða mál fyri sjúkrahúsið innan kanningar-, viðgerðar-, og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett í Almanna- og heilsu- málastýrinum • samstarv við onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar við tilknýti til almanna- og heilsuøkið. Ynskiligt er við umsøkjara sum lúkar niðanfyri- nevndu krøv: • útbúgving frá hægri lærustovni • áhuga og kunnleika til heilsuverkið og heilsu- búskap • leiðsluroyndir helst frá almenna arbeiðsmarkn- aðinum. • góð leiðslu- og samstarvsevni. • mennandi leiðslustíl • vitan um tær treytir sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting • evni at seta í verk fyriskipanir • kunnleika til fíggjarstýring Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí, við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Almanna- og heilsum- álastýrinum. Møguleiki er fyri at velja um talan skal vera um tænastumannastarv ella áramálssetan í 5 ár við serligum sáttmála. Samráðingar fara í løtuni fram um lønina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra tlf. 30 40 50, ella Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahúsleiðara tlf. 31 35 40. Umsókn: Umsókn við C.V. og avriti av neyðugum skjølum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 7. desember 2001 kl. 12.00. Almanna- og Heilsumálastýrið Sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið Starvið sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið,Tórshavn verður við hesum lýst leyst til setan 1.januar 2002 ella eftir nærri avtalu. Landssjúkrahúsið verður fyrisitið av einari sjúkrahúsleiðslu, sum er mannað við sjúkrahússtjóra, sjúkrarøktarstjóra og læknastjóra, har sjúkrahússtjórin mótvegis Almanna- og heilsumálastýrinum hevur endaligu ábyrgdina. Sosialinum tørvar blaðfólk Sosialurin fer í næstum at víðka um virkisøkið, har dentur verður lagdur á at skriva tíðindi til internetið. Ein alsamt vaksandi partur av tíðindaflutninginum fer um internetið, og fara vit nú at veita lesarum okkara eina enn betri tænastu á hesum øki við at dagføra tíðindini á internetinum allan dagin. Uttan dugnalig starvsfólk ber ikki til at menna fyritøkuna, og tí hava vit brúk fyri at økja um redaktiónina sum skjótast, soleiðis at orka verður til at taka sær av tíðindunum á internetinum. Vit bjóða tær eitt hendingarríkt og fjølbroytt starv, har tú verður partur av eini vælvirkandi og livandi redaktión, og tú sleppur at royna teg við alskyns uppgávum. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella journalistiskum royndum hava fyrimun. Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt á føroyskum, og at tú fylgir væl við í tí, sum hendir og rørist í samfelagnum. Sosialurin er eitt blað, har tað hendir nakað. Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast okkum innan leygardagin 1. desember 2001: Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Viðmerkjast skal »umsókn« Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á telefon 211820 ella Eirik Lindenskov, blaðstjóra, á telefon 216409 ____________________________ Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk. Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna. Sethús til sølu Sands Kommuna lýsir hervið sethúsini á matr. 39 í Trøðum á Sandi til sølu, um hóskandi boð fæst. Grundstykki er 731 m2, við ástandandi sethúsum og tilbygningi í einari hædd, til víddar ávikavist 13,5 m x 8,5 m og 1,70 m x 4 m. Áhugað kunnu venda sær til Sands Kommunu,tlf. 361034 ella 211930. Sands Kommuna fartlf. 219721 · e-mail: windsmit@post.olivant.fo M v/ John S. üller Søla Ný ha ggj Yamah blásaraljóðføri tøk eitt blásaraljóðføri við ráðgeving frá útbúnum og royndum fakmanni og royndum fakm Tæ a nasta 3 mðr. ókeypis fínstilling av ljóðførum, sum latin eru av blásaraverkstaðnum við Marknagilsvegin 18 Bakaralærligur søkist BAKARÍIÐ Mylnan Postboks 3334 FO-110 Tórshavn Handilsfólk Søkt verður eftir vandum/útlærdum handilsfólki til handilin hjá Halli í Gøtu at byrja 1. jan. Løn eftir avtalu. Áhugað kunnu ringja tlf. 222298. Verkfrøðingur til arbeiði innan HVS og ventilatión KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Heimasíða: www.kpmg.fo, E-mail: kpmg@kpmg.fo Orsakað av vaksandi virksemi verður søkt eftir verkfrøðingi til arbeiði innan HVS og ventilatión til P/F Demich. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú m.a.: • skalt stýra tí fíggjarliga og umsitingarliga undir projekterings- og uppsetingarstigunum • kemur at brúka framkomnar edv-skipanir sum arbeiðsamboð • kemur at taka tær av øllum fyrifallandi arbeiði innan HVS- og ventilatiónsarbeiði Dentur verður lagdur á, at tann ið settur verður: • er útbúgvin verkfrøðingur • hevur førleika til at síggja nýggjar møguleikar innan arbeiðsøkið • hevur evni at loysa krevjandi uppgávur • hevur áhuga og førleika í at brúka IT sum part av arbeiðsamboðunum • er tilvitaður um góðsku Eisini skal viðkomandi hava góð samstarvsevni, verða fyri- komandi, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí. Lønin verður sett eftir nærri avtalu við atliti til royndir og útbúgving. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til KPMG statsaut. revisorar Sp/f skjótast til ber ella í seinasta lagi 1. januar 2002. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Paula Ellefsen ella Rúna Poulsen á telefon 34 34 34. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Starvið Umsøkjarin Umsóknin team85 Søkt verður eftir lærara til timburdeildina Starvið er fulltíðarstarv. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður, og hava minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landstýrið og FTL. Tann, ið settur verður, skal byrja í starvinum 1. januar 2002. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 12. des. 2001. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til skúlan, tlf. 311957 Tekniski skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75, Postmoga 239 FO-110 Tórshavn Tlf. 311957, telefaks 316621 E-post: tst@tst.fo Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Uppstillingarfundur Annar uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður mikukvøldið 5. desember kl. 20.00 í hølunum á Áarvegnum ________________________________________ Nevndin www.sosialurin.fo C M Y K 31 30