Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 226 - 25. november 2009 Johan Dahl, lands­ stýris maður, sig ur, at nú skulu trupul­ leikarnir við teknisk­ um brekum á Smyrli kannast til botns og loys ast endaliga Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit taka trygdina fram um alt. So avgjørdur er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu málum, tá ið vit hittu hann á Skrivstovuni hjá Strand ferðsluni á Tvøroyri í morg un. Saman við klassanum, Skipa eftir litinum og El- Service á Skála, kom lands- stýris maðurin suður á Tvør oyri við tyrlu í morgun í eini roynd at finna eina enda liga loysn á teimum teknisku trupulleikunum, sum hava plágað Smyril av og á, síðani hann kom. Seks ferðir hevur hann meiri ella minni mist maskin kraftina og eina aðru ferðina hevur hann havt tekniskar trupulleikar. Tíbetur er hetta antin hent ímeðan hann hevur lig ið við bryggju, ella í rúm um sjógvi í fínasta veðri. Fyri stuttum varð boðað frá, at stig vórðu tikin fyri at loysa trupulleikan so væl sum gjørligt til Smyril kun- di fara í dokk næsta ár, har ein endalig loysn skuldi takast. Men aftur í gjárkvøldið gekk galið, tá ið Skrúvan á Smyrli brádliga koplaði úr, so at hann misti tað allar- mes ta av framdriftini við 56 ferðafólkum umborð. Tá var Smyril staddur eyst ur úr Nípuni, hálvan ann an fjórðing úr landi. Og hesu ferð varð ikki talan um góð veður, tí hann var land- synn ingur eystan í ættini og vind ferðin var einar 15 metr ar um sekundið og tað eru rættiliga ófantalig lík- indi. Tað tók 15 minuttir til Smyril fekk framdrift aftur og tað fyrsta, sum skiparin gjørdi, varð at sigla burtur frá landið fyri at fáa eina trygdar frástøðu. Men eina løtu seinni fin- gu teir fult tamarhald á støðuni aftur og sigldu upp havn á Krambatanga, har hann legði at klokkan 21.30, ein tíma seinkaður. Loysti ikki aftur Og nú varð ovboðið hjá Strand ferðsluni og tí boðaði leiðsl an á stovninum lands- stýris manninum frá støðu- ni. Samstundis boðaði Strand ferðslan frá, at Smyril skuldi verða liggj- an di á Krambatanga til Skipa efti r litið, Klassin og ser frøð ingar hava kannað skip ið. Sostatt komu allir partar suð ur við Tyrluni í morgun, men áðrenn blaðið fór til prent ingar á miðdegi, var ong in niðurstøða gjørd. Samstundis vóru túrarnir av Krambatanga í morgun og úr Havn beint fyri mið- dag, avlýstir. Óvist var á miðdegi, nær Smyril kundi loysa aftur, men í morgun væntaðu tey, at tað bleiv einaferð í dag. Trygdin fram um alt Johan Dahl sigur í stuttari við merk ing í einum steðgi á fundinum á Strand- ferðluni, at henda støðan kann ikki halda fram og at ein endalig loysn nú má finn ast. - Nú ætla vit at koma til botns í trupulleikanum fyri at bæði politiski myndug- leiki, Strandferðslan og ikki minst ferðafólk, kunnu hava fult álit á skipinum, sig ur hann. Hann sigur, at hann hevur tosað bæði við løgmann og lands stýrismannin í fíggjar- málum og eisini teir skilja og taka undir við, at tað er neyðugt at finna neyðugu játtan ina fyri at koma trupul leikunum til lívs og at Smyril má sleppa í dokk næsta ár, har ein endalig loysn kann finnast. Tilbúgvingin riggaði til fulnar Stórt apparat varð sett ígongd, tá ið Smyril misti fram driftina í ófanta lig um veðri í gjárkvøldið Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tilbúgvingin hjá Strand ferðs luni riggaði til fulnar, tá ið Smyril brád liga fekk tekniskar trupul leikar stutt eystur úr Nípuni á veg til Suður oyar í gjár kvøld- ið í nógvum eystan- vindi og ófantaligum líki nd um. Tá ið vakthavandi á Strand ferðsluni fekk boðini av Smyrli klokk- an 20 í gjárkvøldið, boð aði hann MRCC støð ini frá beinanvegin. Tvøroyrar havn fekk eisi ni boð við umbøn um at fáa skip út ímóti Smyril at hava til Taks at sleipa, skuldi tað bliv ið neyðugt. Borgarstjórin á Tvør- oyri, Kristin Michelsen, sig ur, at tað tók ikki meiri enn 24 minuttir frá tí at boðini komu, til størsta skip á fjørði - num, lemmatrolarin, Rank in, var á veg út ímóti Smyrli. Boð vóru eisini send eftir Brimli at vera til reið ar. Tað gekk ein løta, so fekst fult tamarhald aftur á skipinum og skip ar in boðaði frá, at hann sigldi ímóti landið og sostatt legði Smyril at bryggju klokkan 21.30, ein tíma seink- að ur. Sostatt verður sagt, at akkurát í hesum føri var ongantíð vandi á ferð, men at tað sjálv- sagt kunnu standast stór ir trupulleikar av at missa framdriftina og tat hetta tí er eitt mál, sum eigur at loysast. Trygdin á Smyrli fram um alt Í morgun var stórfundur á Strandferðsluni á Tvøroyri við landsstýrismanninum á odda, saman við Skipaeftirlitinum, klassanum og El-Service á Skála fyri at koma tenisku trupulleikunum á Smyrli til lívs fyri alla tíð Langomma smuglari Norska ákæruvaldið hevur skuldsett eina 72 ára gamla kvinnu fyri at hava roynt at smugla 11 kilo av heroini til Noregs. Kvinnan varð tikin í summar, tá hon kom til Oslo við einari ferju úr Kiel í Týsklandi. Í kufferti hennara fann løgreglan 11 kilo av heroini og 1.000 amfetamin- tablettir. Blaðið Dagbladet skrivar, at varð heroinið selt á gøtuni í Oslo, hevði prísurin verið um 16 milliónir norskar krónur. Norska løgreglan er sannførd um, at kvinnan var ikki einsamøll um smuglingina, men enn er bara hon skuldsett í málinum. Hon kann fáa upp í 15 ára fongsul, skrivar Dagbladet. Bretar vistu um píning Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch ákærir nú Bretland fyri at hava vent tað blinda eygað til í einum máli um píning í Pakistan. Sambært felagsskapinum hava bretar lagt trýst á pakistonsku myndugleikarnar fyri at fáa teir at noyða menn, sum vóru undir illgruna fyri yvirgang, at avdúka týðandi upplýsingar, sama hvussu tað bleiv gjørt. Human Rights Watch sigur, at bretskir embætismenn vistu fullvæl, at pakistanska fregnartænastan pínir ofta fangar, men at embætismenninir vendu tað blinda eygað til. Uttanríkisráðið í London vísir skuldsetingini aftur.