mikudagur 25. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 226 - 25. november 2009
Blóðug uppgerð
Í Filipsoyggjunum finnur herurin framvegis fólk, sum
vórðu myrd í einum hópdrápi í landspartinum
Maguindanao á oynni Mindanao fyrst í vikuni. Í
gjárkvøldið hevði herurin funnið 46 lík, og tá vóru 20 fólk
ikki komin afturíaftur. Myndugleikarnir halda, at
hópdrápið var lið í einari uppgerð um tað politiska valdið í
økinum. Millum tey myrdu eru kona varaborgarstjóran og
tvær systrar hansara. Gloria Arroyo, forseti, hevur lýst
Maguindanao og tveir aðrar landspartar í undantaksstøðu.
Krígsharrar fyri rættin
Í gjár fór altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag undir
rættarmálið ímóti tveimum fyrrverandi krígsharrum í
Kongo, sum millum annað eru ákærdir fyri álop á sivilfólk,
neyðtøkur og fyri at hava brúkt børn sum hermenn.
Sambært ákæruritinum stóðu Germain Katanga og
Mathieu Ngudjolo Chui á odda fyri einum álopi á eina
bygd har norðuri í Kongo í februar í 2003. Álopið kostaði
meiri enn 300 mannalív. Teir báðir ákærdu nokta seg sekar
og hava sagt seg hava samkenslu við teimum avvarandi.
Fyri fyrstu ferð er ein
kærleikskúla latin
einari føroyskari
fyritøku, og tað
var reingerðingar
fyritøkan, Kemilux, ið
fekk fyrstu kúluna
KÆRLEIKSKÚLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein ovfarin Debes
Petersen, stjóri á Kemilux,
sum seinasta fríggjadag
fekk at vita, at hansara fyri
tøka var vald út til at fáa
fyrstu kærleikskúlu, sum
lation er í Føroyum.
Tað er Dugni, ið skipar
fyri hesum tiltaki, sum fyri
fyrstu ferð er roynt í Føroy
um, men sum hevur verið
fyriskipað síðani 2003 í eitt
nú Íslandi.
Kærleikskúlan verður lat
in einum virki, fyri at gera
serliga nógv fyri at taka
starvsfólk inn við skerdum
førleika.
Eg gjørdist sera rørdur,
tá eg fekk hetta at vita, og
havi eisini hugsað nógv um
hetta til nú, eg fekk kúluna
handaða, sigur Debes Peter
sen.
Hann sigur, at teir hava
lagt stóran dent á at taka
fólk inn við skerdum før
leika.
Vit hava altíð raðfest
hetta sera høgt, og hava
eisini havt eitt sera gott sam
starv við Dugna í sambandi
við fólk við breki, sum hava
verið hjá okkum, sigur Deb
es Petersen.
Hann heldur ikki, at tað
finst nøkur umbering hjá
nøkrum stovni ella fyritøku
fyri ikki at taka fólk við
skerdum førleika í starv.
Hesin heiðurin kann eis
ini hjálpa Kemilux á annan
hátt.
Eg haldi, at hetta kann
hjálpa okkum bæði uttan
lands, men serliga her
heima. Tað kann verða við
til at varpa ljós á okkum
sum fyritøku og á fram
leiðslur hjá okkum, sigur
Debes Petersen.
Dámar væl
Fróði Húsgarð, sum er bein
leiðis orsøkin til, at Kemilux
fekk hendan heiðurin, dám
ar væl arbeiðið.
Jú, tað dámar mær væl.
Tað eru sera fittir starvsfel
agar, sum eg arbeiði saman
við, sigur hann.
Hann hevur nú arbeitt har
í hálvtannað ár.
Eg byrjaði hjá ALV, sum
nú eitur Dugni, og tey
hjálptu mær so at koma út á
Kemilux at arbeiða, sigur
Fróði Húsgarð.
Hann tekst mest við at
tappa sápu í dunkar og at
klistra etikettir á framleiðsl
una. Og hann er eisini sera
fegin um heiðurin, sum
arbeiðspláss hansara hevur
fingið.
Eg haldi tað er ótrúliga
stórt, at Kemilux hevur fing
ið hendan heiðurin, sigur
Fróði Húsgarð.
Kærleikskúla
til Kemilux
Ein fegin og errin
Debes Petersen, stjóri
í Kemilux, saman
við listamanninum,
Tróndi Patursson,
Johan Samuelsen frá
Dugna, Fróða Húsgarð
og Kristinu Toftegaard
Larsen, leiðari á
Dugna
Mynd: Jens Kristian Vang