mikudagur 25. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 226 • 25. november 2009
4. partur
H
já ungdómi á Tvøroyri var
nóg mikið at fáast við. Eitt
av hesum var losjan, har eg var
virkin í fleiri ár umframt at eg
eisini var skóti.
Í losjuni var nógv virksemi.
Tað vóru fundir mikudagar og
sunnudagar, har nógv var á
skránni. Ofta var eisini skipað fyri
útferðum. Eg minnist, at vit eina
ferð vóru 15 gentur og dreingir,
sum fóru á súklu til Fámjins.
Losjan á Tvøroyri var annars
millum tær fyrstu, tá ið losju
rørslan tók seg upp. Hon var
stovnað 15. november 1904. Í
fyrsta umfari dovnaði hon nokk so
skjótt afrur.
Men í 1928 varð Tvøroyra
Framtíð, sum losjan varð kall
að, endurrreist við Alberti
Jacobsen sum høvuðsmanni.
Limatalið gjørdist stórt. Tað lá
um 100 og kom onkuntíð upp
í 200. Millum leiðandi losju
menninar í 30unum var Gunnar
Petersen, mammubeiggi. Hesa
tíðina vóru eisini skipað fyri
fráhaldsfótbóltslið. Í 1930 vitjaði
Afholdsfolkenes Idrætsforening í
Danmark AIFfeløgini í Føroyum.
Tað varð eitt lið av spælarum úr
Havn og av Tvøroyri, sum spældi
ímóti danska liðnum. Gunnar var
tá við í føroyska liðnum.
Stovnað varð eisini í 1936 ein
ungmannadeild hjá Tvøroyrar
Framtíð, sum fekk nokk so nógvar
limir.
Slagorðið hjá ungmannadeildini
á Tvøroyri var “Stríð, Friður,
Semja” við útgreinandi orðunum:
“Í stríðinum skal friðurin vinnast
– ein semja, ið ættirnar minnast.”
Stutt eftir varð eisini ein
barnalosja stovnað. Hon kallaðist
Tvøroyrar Vón og fekk ikki færri
enn 105 limir.
Tann, sum eg minnist best av
teimum, sum stóðu fyri losjuni,
var Jens Gudmundsen.
Tað var kanska óbeinleiðis
gjøgnum losjuna, at eg kom í
samband við Poul. Ein gubbi
hansara var eisini losjulimur. Poul
var í Íslandi og bygdi flogvøll í
1941, tá ið hann kom heim aftur,
segði gubbin við hann, at nú
hevði hann funnið honum eina
konu í losjuni, og tað var eg.
Vit komu so at kennast, men
tá var tað ikki sum nú, at kastað
verður saman beinanvegin. Vit
skuldu í hvussu er hava hús, so
vit giftust 20. desember 1947.
Búði í úthúsi
Pápi Poul var íslendingur, Stefan
Einarsson, kallaður Stebbi. Hann
var frá Ísafirði. Mamman var
Poulina Niclasen í Sodnhúsinum
í Valinum. Hon var systir Sannu,
mammu Herborg á Hotellinum.
Ein systir Ingeborg var gift við
Mortan Jacobsen, og hálvsysturin
Louise var gift við Marius
Eidesgaard, kallaður Marius á
Eiði. Louisa var markant kvinna,
sum greitt verður frá í komandi
parti. Beiggjarnir hennara vóru
Petur, kallaður Traberg, Tummas,
Thorstein,sum var hálvbeiggi,
og Anthon. Teir vóru fantastiskir
trolaramenn, serliga Traberg.
Anthon doyði ungur. Tað var í
1924, at hann saman við øðrum
av Tvøroyri var eina útferð til
Stóru Dímun. Meðan teir fáast
við línuna upp á oynna, hendir
tað óhepna, at ein steinur loysnar
úr berginum og rakar dímunar
bóndan beint í høvdið. Hann
doyði uppá staðið. Anthon var við
til at fáa bóndan uppá oynna, og
hetta fekk hann slysni av.
Ta fyrstu tíðina búðu tey annars
í Islandi. Poul var um 10 ára
gamal, tá ið tey komu til Føroyar.
Hann gekk í skúla í Íslandi, og
hann varð sendur í sveituna í
summarfrítíðini at arbeiða fyri
bøndurnar. Viðurskiftini vóru
ikki góð. Har búði hann í einum
úthúsi. Hetta dámdi honum einki
sum rímiligt er.
Tey blivu bert í Íslandi í trý ár,
tá komu tey heimaftur. Poulina
átti seks børn. Helgi var føddur í
Íslandi. Tey fingu so sætta barnið,
aftaná at tey komu heim aftur.
Abbin var sera strangur og
avgjørdur. Hann var klokkari á
Ísafirði. Tey skuldu í kirkju hvønn
sunnudag, og aftaná skuldi Poul
kunna fortelja orðarætt, hvat
prestur hevði sagt í prædikuni,
so ungur hann var. Og kundi hann
ikki tað, varð hann sligin.
Abbi Poul var eisini bondskur
á annan hátt. Tað var sagt um
hann, at tá ið hann fór í eina kram
búð og hann ikki slapp framat
beinanvegin, hótti hann við, at
tað finnast aðrar búðir enn hesa!
Tey komu annars at kenna ein
keypmann har á staðnum og konu
hansara, og tey vóru so góð við
Poulinu og børnini.
Valari við stórum V
Poul var valari við stórum V.
Tað var stórur munur á at vaksa
upp í Valinum og í
Puntabyrgi. Valurin
Gerda Einarsson:
Giftist við Poul og gjørdist
fiskimannakona
Vit hava í trimum pørtum fylgt Gerdu frá barndóminum í Puntabyrgi til arbeiðið í AT, størstu arbeiðarafyritøku,
sum hevur verið í Føroyum. Men nú verður Gerda Mortensen gift Einarsson
➘
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Losjufólk í Havn á vitjan á Tvøroyri í 1939. Við fløggunum hjá losjunum fremst og fløggunum hjá ungmannafeløgunum
beint aftanfyri fara losjufólkini skrúðgongu gjøgnum bygdina
Gerda og Poul