Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 226 • 25. november 2009 er eitt “kelinavn” fyri Kirkwall, sum var arbeiðarabýlingurin á Tvøroyri. Frágreiðingin fyri hesum heiti er, at gamla kirkjan stóð her, og hevur upprunanavnið væl verið Kirkjuválur ella Kirkeval á donskum. Tað komu nógvir skotskir fiskimenn inn á Tvøroyri. Kirkwall er jú høvuðsbýurin í Orknoyggjum, og tí var tað nærliggjandi at kalla hetta pláss fyri tað sama. Valurin var heimstaðið hjá teimum ognarleysu. Tað var ikki so lætt at fáa grundstykki á Tvøroyri, tí meginparturin av jørðini var ognarjørð. Yvirhøvur var Valurin roknaður fyri at vera staðið, har tey búðu, sum ikki sótu í so góðum korum. Tað vóru eisini nógvir av teimum fiskimonnum og fiskagentum, sum komu higar aðra staðni frá í Føroyum, sum eisini búsettust á Tvøroyri. Hesi áttu ikki jørð og búsettust tískil í Valinum. Men hetta vóru røsk fólk bæði á landi og sjógvi. Í flestu førum eydnaðist teimum seinni at fáa egin hús. Og at verða Valari verður í dag roknað sum eitt heiðursnavn á Tvøroyri. Foreldrini hjá Poul áttu eingi hús. Tey fluttu úr eini íbúð í aðra. So tað var við góðari grund, at mamma Poul segði við okkum: “Giftið tykkum ikki fyrr enn tit hava bygt!” Tað gjørdu vit heldur ikki. Tá tey í Valinum ikki høvdu jørð høvdu tey heldur ikki neyt. Eg minnist nettupp, tá eg gekk í skúla úti á Tvøroyri. Tá hevði eg hvønn dag við mær eina fløsku av mjólk og eina lítla fløsku av róma, sum eg skuldi geva eina konu í Valinum, Skála Jovina. Hon var sjúk og var eisini sera takksom fyri hendan beinan. Nærum einasta arbeiðið var fiskaarbeiði, og so at menn fóru til sjós. Mjólk máttu fólk keypa sær. Torvheiðar hava tey neyvan havt heldur, men á Tvøroyri bar væl til at keypa kol. Kolavinnan var jú stór á Tvøroyri um hetta mundi. Tað vóru ikki mong, sum búðu í Valinum, sum áttu sítt egna heim. Tískil máttu nógv búgva til leigu. Ofta kundi tað vera í einum kjallara. Vermamma mín plagdi at taka til, hvussu nógvum húsum, hon hevði búð í saman við børnunum. Hon fór frá manninum Stefan, og hann fór aftur til Íslands. Tey bíðaðu kortini við at fara frá hvørj­ um øðrum, til vit giftust. Hann var tá mest í Íslandi, men kom kortini higar viðhvørt at ferðast. Poul var elstur, so hann kom ofta at standa við endan. Mamman var ófør. At skulla arbeiða á fiskaplássinum allan dagin og hava seks børn, tað hevur ikki verið lætt. Men soleiðis var tað hjá nógvum. Sjálvi fingu tey hús í 1951. Tá fingu tey grundstykki, og tveir synir, sum ikki vóru giftir, bygdu hús til mammuna. Nú eru øll hesi systkini deyð. Poul fór til Íslands at arbeiða við flogvølli Fyrstu árini undir krígnum róði Poul út við einum stórum motor­ báti. Teir fóru langt til havs sum út á bankan. Sum nevnt var Poul eisini við til at byggja flogvøllin í Reykjavík í 1941. Tá var tørvur á arbeiðsmegi í Íslandi og tørvur á arbeiði í Føroyum, so hetta kom væl við hjá føroyingum. Fyri nøkrum árum síðani hevði FF­blaðið frásøgn um teir, sum tá fóru til Íslands. Henda søgan er eisini galdandi fyri Poul. Arbeiðið var ætlað til tríggjar mánaðir, og ferðirnar til Íslands og heimaftur vóru ókeypis. Lønin skuldi vera tann sama, sum íslendingar fingu. Eisini var syrgt fyri bústaði, sum vóru telt, har 8 mans kundu búleikast. Teir skuldu gjalda fyri mat, men fingu fríar kokkar. Søkt varð eftir 800 monnum, men tað vóru bert 250 menn, sum søktu. Tí var gott pláss í teltunum, har bert fýra menn komu at búgva. 26. mai fóru teir so inn á Skálafjørðin. Har máttu teir bíða í 3 dagar, meðan eitt sjóslag var vestanfyri Ísland. Teir sluppu ikki avstað, tí einki fylgiskip var tøkt. Hetta var slagið, tá teir søktu "Bismark", eitt tað størsta týska slagskipið. Men 29. mai kl. 8 um kvøldið fóru teir avstað við "Ben May Chree". Tað var eitt stórt skip og gekk eisini skjótt, so tað tók bert 26 tímar, tá lógu teir á Reykjavík. Teir blivu so koyrdir til leguna, har teir skuldu búgva. Teltini høvdu onki gólv, tað var bara sandur. Arbeiðið var fyri tað mesta at gera klárt til planering. Arbeitt varð í tveimum holdum, eitt frá kl. 6 um morgunin og til kl. 2 seinnapartin. Hitt holdið arbeiddi so frá kl. 2 til kl. 10 um kvøldið. Tá man var á fyrra holdinum, bar til fara ein túr í Reykjavík aftaná arbeiðstíð at keypa sær okkurt. Lønin var góð 2,43 kr um tíman, men seinni hækkaði hon til kr. 2,67. Fyri alt summarið fingu teir einar 1.700 kr. Tað var gott í mun til vanligu lønina tá í tíðini. Teir fingu at vita nær máltíðir vóru, og tann, sum ikki passaði seg upp til tíðina, fekk onki. Alt bleiv avruddað beinanvegin, tað syrgdu kokkarnir fyri. Tað kom fyri, at onkur kom aftaná og vildi hava mat. Men tað gekk ikki. Ein bleiv burturvístur úr leirinum, tí hann breyt seg inn í matbarakkina eftir mati. Tað bleiv eitt sindur av roki um hetta, og arbeiðið bleiv niðurlagt. Ein av monnunum skipaði fyri, at ein listi gekk runt í leguni, har man kundi tekna seg og krevja mannin aftur í arbeiði. Men eingilskmenninir komu, og vildu hava fólkið til arbeiðis. So bleiv forhandlað millum leiðsluna í leguni og herin, og endin varð, at allir fóru aftur til arbeiðis. Men tað vóru ikki allir, sum vóru til staðar tá, og eingilskmenninir avgjørdu, at hesir menninir skuldu sendast heim. Men tað kom ongantíð so langt. Tað var bara hann, sum skipaði fyri tekningarlistanum, sum bleiv burturvístur. Men tá tað var yvirstaðið, gekk alt friðarliga fyri seg. Lønin fór upp ta síðstu tíðina, og teir arbeiddu eisini longur hvønn dagin. Teir arbeiddu einar tríggjar vikur longri enn ætlað. 20. september varð farið umborð í eitt skip í Reykjavík uppá at fara heim. Okkurt var í óordan, tá farast skuldi, so teir blivu fluttir umborð í "Bergensfjord". Tað var eitt stórt skip, onkur segði 16.000 tons til støddar. Har vóru teir 4000 mans við, og teir svóvu í heingikoyggjum. Teir fóru úr Íslandi 22. septemb­ er, men fóru ikki beinleiðis til Føroyar. 25. september komu teir til Clyde ánna í Skotlandi. Teir fóru heim við "Ben May Chree", sum eisini sigldi teir yvir til Íslands. 28. september komu teir á Skála­ fjørðin og á Havnina dagin eftir. Síðan fór Poul at arbeiða uppá vegin niðan á Nakk fyri bretarnar. Mammuni dámdi ikki so væl, at hann fór at sigla. Tað fór hann heldur ikki fyrr enn í 1945. Kirkwall ella Valurin, kendi býarparturin á Tvøroyri Verpápi Gerdu Stefan saman við synunum Anthon, Poul og Helgi Poul saman við arbeiðsfeløgum í Íslandi. Aftara rað f.v. Eli Bech, Georg Jensen, Kristian Olsen, John C. Johannesen, Charles Jespersen. Fremst: Poul Michelsen, Charles Midjord og Poul Einarsson Rætting til seinasta part Kona Rudolf Niclassen æt Elisabeth, og var ættað frá Reiðlið Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá kenda túrinum, tá ið Vestmanna sleipaði Marité heim úr Grønlandi. Poul var ein av manningini á Vestmanna Petur Niclassen, mammubeiggi Poul, var sjómaður alt sítt lív. Hann sigldi mong ár við Leivur Øssuron og var av dugnaligastu netamonnum