Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 226 - 25. november 2009 Í hesum døgum eru tveir ísraelsmenn – fað ir og sonur og ein ind a ri - í Føroyum og vitja Oilwind í Mið vági, har teir ser - liga hyggja at línu- r eiðskapi, sum før- oyski veitarin fram- leiðir Vitjan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jeffri Johannesen, sølu­ mað ur hjá Oilwind, sigur, at ísraels menninir fáast við fiski vinnu og sóu línu­ skipanina hjá Oilwind á filmi, sum liggur á heima­ síðu felagsins. ­ Indarin, sum er her saman við teimum, er hýru­ vogns førari í London, og hann koyrir burtur av jødar, sum búgva í býarpartinum Stan ford í London. Hann sigur, at nú hesir trígg ir eru í Føroyum og vitja, hava teir verið á báti og hava soleiðis sæð við egn um eygum, hvussu línu­ skipanin virkar í verki. ­ Í Ísrael fiska teir á gaml an hátt. Teir egna og draga við hond, so nýggja skip an in hjá okkum er í teirra verð rættiliga koll­ velt andi. Jeffri sigur, at feðgarnir úr Ísrael fyrstu ferð settu seg í samband við Oilwind, og nú eru teir so her í Før­ oyum. ­ Fyrr í ár seldu vit eina slíka línuskipan til Ísraels, og vit hava selt aðrar skip­ an ir til onnur fjarskotin lond. Hann sigur, at felagið eisini hevur fingið fleiri fyri spur n ingar úr fjar skot­ num londum, síðan teir løg­ du filmin út á netið. ­ Teir, sum venda sær til okkara, og soleiðis eisini við ísraelsmonnunum, eru menn, sum hava smærri útróðrarfør, sigur Jeffri Johannesen, sølumaður hjá Oilwind. Seinastu árini hevur tað verið trupult at ver ið útróðrarmaður í Sandoynni. Menn, sum hava róð út við línu og snellu, hava verið noyddir sjálv ir at ført fiskin til mark- naðin sjálvir, ant in inn á Toftir ella vest ur í Vágar, har land ing- ar miðstøðir eru Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At kalla allur útróðrarfiskur verður seldur um upp boðs­ sølu na hjá Fiskamarknaði Føroya, men til tess at fáa fisk in til marknaðin, hevur ver ið neyðugt hjá út róðr ar­ monnum í Sandoynni ­ hvør í sínum lagi ­ at fáa fis kin til marknaðin. Hetta hevur í nógvar mát­ ar verið ógvuliga trupult og hev ur gjørt arbeiðsdagin hjá útróðrarmonnum nógv meira tíðarkrevjandi. Virkini hjá Sandoy Sea­ food arbeiða bara upsa og keypa tískil ikki út róðr ar­ fisk. Flutningsloysn Nú er so ein loysn funnin á hesum trupulleika hjá út róð­ r a r monnunum í Sand oy nni. Tá Sandoy Seafood keyp­ ir upsa úr eitt nú Sør vági, koyrir bilur fiskin til Ternuna á Gomlurætt og haða ni í Sandoynna. Nú hevur Sandoy Sea­ food bjóðað útróðr ar monn­ um í oynni at goyma fiskin í teirra kuldarúmum á San­ di og í Skopun, og tá so bil­ ur kemur við fiski, tekur bil urin útróðrarfiskin við sær aftur og fær hann til mark naðin, har hann verður seldur. Tað var í síðstu viku, at útróðrarmenn í Sandoynni fin gu hesa skipan, og í síðstu viku fóru soleiðis 12 tons av útróðrarfiskin av oynni í bili. Útróðrarmenn í Sandoy lættari til marknaðin - Vit hava bjóðað útróðrarmonnum fyri eitt so lítið gjald, sum vit yvirhøvur tora, at goyma fiskin í okkara kuldarúmum, til hann fer av oynni, sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood Færri fáa HIV Síðani sjúkan HIV ella eyðkvæmi bleiv staðfest á fyrsta sinni, hava umleið 60 milliónir fólk fingið smittuna, og av teimum eru umleið 25 milliónir deyð. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum ST almannakunngjørdi í gjár. Í frágreiðingini stendur eisini, at sjúkan breiðir seg als ikki so nógv nú sum fyrr, og at talið á nýggjum tilburðum er minkað nógv. Nevnt verður, at sambært hagtølunum eru teir nýggju tilburðirnir fækkaðir 17 prosent tey seinastu átta árini. Í fjør vórðu 2,7 milliónir fólk smittað við HIV, og í løtuni hava 33 milliónir fólk smittuna í sær, sigur ST. Vil verða forseti Tað kom óvart á fleiri, tá tann kendi sjónvarpsmaðurin Lou Dobbs gjørdi av at gevast hjá sjónvarpsstøðini CNN, sum hann hevur arbeitt hjá síðani byrtjanina í 1980. Sum vertur í sendingini "Lou Dobbs Tonight" hevur hann havt sera bersøgin sjónarmið um Barack Obama, forseta í seinastuni, og tað var kanska ikki av tilvild. Í einari samrøðu fyrrakvøldið avdúkaði Lou Dobbs, at hann fer at umhugsa at stilla upp á forsetavalinum í 2012. Hann segði, at hann nú at ráðføra seg við sínar hollu ráðgevar, og at teirra ráð fara at gera av, hvørt hann fer at stilla upp ella ikki. Hesa vikuna hava tey havt úr at gera á land ing ar miðstøðini í Sørvági. Fleiri skip hava landað, og í morgin verður tørn- að til aftur, tá tvey línuskip leggja veið- ina upp FiskiVinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaðu sør­ ving ar partrolararnar, Vestur skin og Vesturvarða, sum høvdu 290.000 pund av upsa. Hetta er ein av bes­ tu túrum hjá skipunum í eitt hálvt ár ella so. Línuskipið Eystnes land­ aði eisini í Sørvági mána­ dag in. Teir høvdu 26.000 pund, sum teir fingu á trimum setum. Eystnes breyt túrin av fyri at fáa hampi ligan prís, og sum skilst, vóru teir nøgdir við sølu na. Í morgin landa línuskipini Ven us og Vesturhavið í Sør­ vági, og teir hava umleið 70.000 pund hvør. Venus byrjaði fiskiskap 14. november og Vestur­ hav ið 17. november, so skip ini hava havt millum sjey og tíggju setur í part. Væl av útróðrarfiski kem ur eisini upp á land í Sør vági, og hesa vikuna hava størru útróðrar bát ar­ nir, Líð hamar, Kallanes og Líra berg ligið um 8.000 pund á setuna. Teir seta ein­ ar 60 stampar hvørja ferð. Í Sørvági hevur soleiðis verið nógv landing hesa viku na, siga tey á land ing­ ar miðstøðini har vesturi. Landarar úr at gera í Sørvági Ísraelar og indari vitja Oilwind Feðgarnir úr Ísrael og indiski hýruvognsførarin saman við Jeffri Johannesen, sølumanni og Jákupi Joensen, stjóra á Oilwind Mynd: Birgir W. Høgnesen