mikudagur 25. november 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 226 - 25. november 2009
Á aðalorðaskiftinum
um uppskot um public
service-sáttmála, sum
byrjaði í Tinginum í
morgun kom greitt
fram, at ikki skal
verða kringvarpinum
loyvt at kappast móti
privatu miðlunum
PUBLIC SERVICE
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Aðalorðaskifti á Tingi um
uppskotið hjá Helenu Dam
á Neystabø, landsstýris
kvinnu í mentamálum, um
ein public servicesáttmála
millum Mentamálaráðið og
Kringvarp Føroya, byrjaði í
morgun klokkan 9. Ella tað
vil siga nakrar minuttir
eftir, tí teknikkurin vildi
ikki heilt rigga, tá orða
skiftið skuldi byrja.
Sjúrður Skaale var fram
søgumaður hjá Tjóðveldi
og fyrstur á røðarapallinum.
Hann segði, at vit ongantíð
dubbaðu okkara almennu
miðlar, og at tað var ein
fatalur brølari.
Tá sjónvarpið tók seg
fram, og fólk í øllum
londum kundu síggja tað
sama samstundis, ásannaðu
myndugleikar í flestu lond
um, at skuldu tey varðveita
teirra egna samleika og
mentan, var neyðugt at
styrkja um miðlarnar, sam
stundis sum tað útlendska
bleiv laga til okkara egna
land og mentan. Og har
fylgdu vit ikki við, segði
Sjúrður Skaale.
Hann segði, at sum nú er
framleiða vit føroyskt so
langt sum pengarnir røkka,
og taka so danskt fyri rest.
Tað kann jú altíð kjakast
um, hvørt it skulu hava eitt
alment kringvarp ella ikki.
Tað kann verða ein vandi
fyri, at sendingar og journal
istar dovna, tá pengarnir
bara koma dettandi niður í
føvningin á teimum. Hin
vegin kann tað eisini gera
kjakið meira sakligt, tá ikki
er neyðugt at hugsa um, at
søgan skal selja, segði
Sjúrður Skaale.
Ikki kapping
Hann nam eisini við spurn
ingin um, antin kringvarpið
skal fíggjast um skattin ella
sum nú er umvegis eitt
kringvarpsgjald.
Public Service er ein
tjóðarbygging, og tí hevði
verið skilabest at fíggja
stovnin yvir skattin. Ein
kann jú spyrja seg sjálvan,
hví kringvarpið er einasti
stovnur, sum verður fíggjað
ur við serligum gjaldi, segði
Sjúrður Skaale.
Hann helt kortini, at tað
kann
vera
ein
ávísur
sannleiki í, at tá fólk rinda
kringvarpsgjald, verða tey
meiri tilvitað um, hvat tað
er, tey rinda fyri. Hinvegin
heldur hann ikki tað er rætt,
at pilka ein einstakan stovn
burtur
úr
rúgvuni
og
serfíggja hann.
Tí er nógv snøggast, um
eisini
kringvarpið
varð
fíggjað um skattin, segði
Sjúrður Skaale.
Hann var eisini rættiliga
avgjørdur um alternativar
inntøkur til kringvarpið.
Tað er í fínasta lagi at
lata sjónvarpið senda lýs
ingar, tí har er talan um eitt
hondverk, ið ikki fær inni
vist aðrastaðni. Men tá
landsstýriskvinnan
mælir
til at niðurlaða lýsingarnar í
útvarpinum, so taki eg fult
undir við tí, segði fram
søgumaður Tjóðveldis.
Hann segði, at almenna
kringvarpið ikki skal fara í
kapping við tað privata,
hvørki so ella so.
Tað má ongantíð henda
aftur, ið vit upplivdu á
Oyggjaleikunum á Álandi,
har ein útvarpsmaður frá
útvarpinum og ein frá Rás2
stóðu mest sum lið um lið
og varpaðu út ta somu
svimjikappingina,
tann
sama flogbóltsdystin ella
tann sama borðtennisdystin,
segði Sjúrður Skaale.
Vánalig timing
Har, sum tað privata røkkur,
skal tað almenna halda seg
burtur frá, vóru greiðu boð
ini
frá
framsøgumanni
Tjóðveldis.
Hann helt, at við ein
støkum undantøkum kundi
hann og restin av Tjóðveldi
taka undir við sáttmálanum
millum Mentamálaráðið og
Kringvarpið.
Framsøgumaðurin
hjá
Sambandsflokkinum
var
hinvegin sera atfinningar
samur móti bæði uppskoti
num og serliga tíðarbilinum,
har tað er lagt fyri Tingið til
aðalorðaskifti.
Landsstýrisfólkini hava
als ikki skilt álvarsligu støð
una, sum landið er í. Og at
leggja eitt slíkt uppskot
fram til aðalorðaskifti mitt
meðan viðgerðin av fíggjar
lógaruppskotinum er fyri,
líkist ongum, segði Magni
Laksáfoss.
Hann skýrdi uppskotið
alt ov lítið ítøkiligt og alt ov
veikt orðað.
»Virka fyri«, »stuðla upp
undir« og »miða ímóti« eru
alt ov veikar orðingar, og
hóast tað stendur í viðmerk
ingunum, at tað skal bera til
at máta úrslitið av hesum
sáttmálanum, so eru so at
siga eingi øki, har tað ber til
at máta nakað sum helst,
segði Magni Laksáfoss.
Hann kom eisini inn á
spurningin um, hvussu tað
er við teimum privatu
miðlunum.
Í USA verður væntað, at
øll tey stóru bløðini eru
burtur um eitt ár. Í so at siga
ølum londunum uttan um
okkum fáa bløðini útber
ingarstuðul, meðan vit í
Føroyum ikki lata eina ein
astu almennu krónu til hetta,
segði Magni Laksáfoss.
Útlicitera
Jógvan
á
Lakjuni
úr
Fólkaflokkinum var stórt
sæð nøgdur við uppskotið,
tó at onkrazr smábroytingar
høvdu verið upp á sítt pláss.
Og eisini hann helt tað vera
eitt gott tiltak, at niðurlaða
lúysingarnar í útvarpinum.
At lýsingarnar í út
varpinum verða skornar so
líðandi burtur er gott, og
tað samsvara eisini til vilja
hjá Løgtinginum, tá nýggja
kringvarpslógin varð sam
tykt fyri trimum árum
síðani, segði Jógvan á
Lakjuni.
Hann kom eisini stutt inn
á spurningin um, hvussu
kringvarpið skal fíggjast,
men var avgjørdur í einum
máli.
Kringvarpsgjaldið er so
høgt í dag, at tað snøgt sagt
ikki kann hækkast meiri,
segði Jógvan á Lakjuni.
Bill Justinussen segði í
viðmerking, at skipast átti so
fyri, at public service skyld
an átti at verið útliciterað.
Tað átti at verið so, at
eitt toymi frá til dømis Rás2
ella øðrum kundu boðið seg
fram at skipa fyri barna
sendingunum, og ikki sum
nú, at alt neyðturviliga skal
framleiðast ella umsitast av
kringvarpinum, segði Bill
Justinussen.
Hann helt, at tað átti at
bera til at útlicitera øki hvør
sær, so onnur kundu leiga
seg inn í studio hjá kring
varpinum við sendingum.
Spurningurin er, um vit
ikki heilt eiga at umskipa
kringvarpsøkið,
so
tey
privatu í størri mun kundu
verið við í framleiðsluni,
segði Bill Justinussen.
KVF ikki kappast móti tí privata
Tingið viðger nú uppskotið hjá
Mentamálaráðnum um ein public
service sáttmála við kringvarpið
Mynd: Jens Kristian Vang
Ungir baskar tiknir
Løgreglan í Spania handtók í gjár 36 ungdómar, sum eru
limir í einum ungmannafelagsskapi hjá baskiska loysing
arfelagsskapinum ETA, sum ES og USA hava skrásett
sum yvirgangsfelagsskap. Í 2007 settu sponsku myndug
leikarnir ungmannafelagsskapinum hjá ETA forboð fyri
at virka. Kortini hava limir í felagsskapinum gjørt seg inn
á fólk í Baskaralandinum og í Navarra, eins og teir hava
roynt at ræða fólk at taka undir við ETA. Baskiski loys
ingarfelagsskapurin er ikki so virking nú sum fyrr, men
er kortini lagdur undir at hava myrt tveir løgreglumenn
fyrr í ár, skrivar blaðið El Pais.
Ísfjøll á ferð
Umleið hundrað risastór ísfjøll reka nú við havstreyminum
frá Antarktis ímóti Ný Sælandi. Vísindafólk siga, at talan er
um risastór ísstykki, sum brotnaðu av ísrondini við Antarktis
fyri fleiri árum síðani. Hetta er fyrstu ferð síðani 1931, at so
stór ísstykki eru rikin so langt frá Antarktis, og flogfeløg
hava úr at gera við at flúgva við fólki, sum vilja sleppa at
síggja ta sjáldsomu sjónina, skrivar AP. Enn vilja vísinda
fólkini á veðurstovuni AccuWeather ikki siga, at tað er tann
vaksandi hitin á jørðini, sum hevur fingið tey stóru ísstykk
ini at fara til havs. Fleiri royndir mugu gerast, áðrenn nakað
kann sigast við vissu um tað, verður sagt.