mikudagur 25. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 226 - 25. november 2009
Incest-dømdur miljónir í endurgjaldi
Í 1991 varð ein norðmaður úr Levanger dømdur fyri incest móti dóttir síni.
Maðurin, sum í Noregi varð róptur Levanger-maðurin, rýmdi til Filipsoyggj-
arnar og kom tí ongantíð at sita dómin av sær. Tá málið var fyrnað í 2004, kom
maðurin aftur til Levanger. Seinni tók Gjenopptakelseskommisjonen málið upp-
aftur, og í 2007 varð staðfest, at maðurin kortini var ósekur. Hin nú 61 ára
gamli varð fríkendur. Nú hevur so Frostating Lagmannsrett í Noregi dømt
norska statin at rinda Levanger-manninum 3,5 miljónir norskar krónur í endur-
gjaldi fyri tort og sviða. - Hetta betýðir alt fyri mannin, sum nú vónar, at eitt
ræðuligt kapitul í lívi hansara er at enda komið, sigur advokaturin, Nils Aga
við NRK.
Skulu kanna
stoffskiftissjúkur
Stoffskiftisfelagið skipar fyri almennum fyrilestri um
stoffskiftissjúkur á Hotel Føroyum í kvøld. Felagið hevur
saman við danska systurfelagnum fingið tveir serlæknar í
endokrinologi at koma á vitjan og at kunna um ymisk
sjúkueyðkenni og at umrøða trupulleikarnar við nýggja
“Eltroxininum”. Eisini fer Amalia Danielsen, lækni á
Landssjúkrahúsinum, at greiða frá verkætlanini um kann-
ing av stoffskiftissjúkum í Føroyum. Sí annars kunning á
www.stoffskifti.com Tiltakið verður í kvøld klokkan 19.
Í umleið eina
viku hava russar
hildið Skálabergi
aftur í Murmansk.
Orsøkin er sambært
føroyingum, at russar
ikki hava tosað nóg
væl saman, men í
seinasta lagi í morgin
rokna føroyingar við
eini niðurstøðu. –
Tað, sum vit klandrast
um er óskiljandi,
sigur Hanus Hansen,
reiðari
Fiskivinna
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í seinastu viku tóku russar
Skálaberg. Men nú er loysn-
in í eygsjón, ella tað hava
russar í hvussu so er lovað.
– Russar tóku skipið inn,
tí teir vildu kanna ymisk
viðurskifti, og vit rokna við
einum svari í dag ella í
morgin, og tá kunnu vit
síggja, hvat hendir, sigur
Rógvi Reinert á fiskimála-
ráðnum.
Hann leggur afturat, at
tað ikki ber til at siga,
hvørja niðurstøðu russar
koma til.
– Vit kunnu enn ikki siga,
hvørja niðurstøðu russar
koma til. Tað kann verða, at
ongin sak verður, men tað
kundi eisini hent, at okkurt
annað fyriliggur, greiðir
Rógvi Reinert frá.
Ymisk viðurskifti
Føroysku myndugleikarnir
eru samdir við føroyska
reiðarínum, at støðan tykist
heldur undarlig, tí russar
hava tosað um fleiri ymisk
viðurskifti, sum ikki hava
verið í lagið.
Ein spurningur er hvat
skip hevur loyvi at fiska
hvørja
kvotu.
Føroyska
heildarkvotan er ikki veidd
liðug, sum føroyskir mynd-
ugleikar síggja tað, meðan
russar hefta seg við, at
Skálaberg ikki hevur loyvi
at veiða kvotuna hjá øðrum
skipi, hóast hetta hevur
verið vanlig mannagongd í
nógv ár.
Ein annar spurningur er,
at skiparin, sum er umborð
á Skálabergi ikki stendur í
skjølunum hjá russum. Til
hetta vísa føroyskir myndug-
leikar og reiðaríið á, at før-
oyingar fleiri ferðir hava
gjørt russar vart við, at teir
vilja hava tveir á listarnar.
Triði spurningurin er, at
Skálaberg bara hevur eitt
avrit av fiskiloyvinum hjá
skipinum. Og hetta við-
gongur reiðarin.
– Tað hevur ongantíð ver-
ið ein trupulleiki fyrr, men
fáa vit eina bót fyri tað, so
rinda vit hana, sigur Hanus
Hansen, sum viðgongur, at
skipið kundi havt fingið eitt
góðkend eintak av fiski-
loyvinum fyrr í ár.
Hinvegin sigur reiðarin,
at málið nú er drigið so
mikið langt út, at tað kundi
hent, at reiðaríið bara rind-
aði bótina óansæð, hvussu
stór hon verður, fyri síðani
at taka avleiðingarnar av tí
aftaná.
– 15. desembur skal
Skálaberg latast keyparun-
um eftir avtaluni, so hetta
er ein keðilig støða, sigur
Hanus Hansen.
Skilir russar
Sum støðan er, so sýnist
trupulleikin frá føroyskari
síðu vera, at russar ikki
hava tosað saman.
– Tað kundi sæð út til, at
ávís dokumentir, sum vit
hava sent yvir til Russlands
ikki er komin fram á røttum
stað, og er tað soleiðis, so
skilji eg væl at russiska fiski-
veiðieftirlitið tekur yvir 600
tons í álvara. Men teir vita
bara ikki, at alt er í lagið.
– Tað, sum vit klandrast
um er óskiljandi, gleppur
burtur úr Hanusi Hansen,
sum vónar, at ein loysn
kann finnast á málinum í
dag ella í morgin.
Umborð á Skálabergi eru
ikki fleiri boð komin, enn
tað sum føroyskir myndug-
leikar og reiðarí kunnu upp-
lýsa, og tá Sosialurin setti
seg í samband við Skálaberg
í morgun vísti skiparin bara
til reiðaríið og føroyskar
myndugleikar.
Skálaberg framvegis í óvissu
Kann ávirka
samráðingar
Í komandi viku skulu føroyingar og russar samráðast
um fiskirættindi, og tað kann ikki útilokast, at tað
kemur at ávirka samráðingarnar, at Skálaberg er tikin
av russum.
– Eg dugi ikki at ímynda mær, at málið ikki verður
loyst, áðrenn samráðingarnar, sigur Hanus Hansen,
reiðari.
Men Rógvi Reinert á fiskimálaráðnum er ikki eins
avgjørdur.
– Tað er alt ov tíðliga at siga, um hendan sakin
kemur at ávirka samráðingarnar, sigur Rógvi Reinert.
-eij
Skálaberg er nærum seldur til Argentina, men
enn liggur skipið í óvissu í Murmansk, hagar
russar hava tikið trolaran