mikudagur 25. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 25. november 2009
19
Í ár eru 50 ár liðin síðan
fyrsta servicestøðin í Føroy
um læt upp í Gundadali í
1959. Í dag er tað føroyska
orkufelagið Effo við nýggja
handilskonseptinum
Fast,
sum myndar bygningin.
Søgan um Effo við nýggja
handilskonseptinum Fast í
Gundadali byrjar við at
oljufelagið Esso bygdi eina
servicestøð har. Tá støðin
varð liðug í 1959, yvirtók
danin Frits Jensen, sum tá
hevði bilverkstað í Rættará,
støðina, og rak hana í mong
ár.
Í 1986 fór Knút P. Jacob
sen frá sum stjóri á Esso og
yvirtók støðina. Knút gjørdi
stórar um og útbyggingar
við at vaksa um sølubúðina
og byggja vaskihallir uppí
bygningin. Tað var um hetta
mundið, at norska felagið
Statoil yvirtók Dansk Esso,
og Esso í Føroyum bleiv til
Statoil. Tá Knút lat støðina
frá sær yvirtók Statoil støð
ina í Gundadali.
Í sambandi við at Statoil
herfyri skifti identitet og
eitur nú Effo, eru stórar
umbyggingar farnar fram,
og virksemið er býtt upp í
tvey – orka og handils vør
ur.
mg
50 ár í Gundadali:
Frá Esso til
Her er Esso-støðin í Gundadali spildurnýggj. Tann fyrsta
servicestøðin í landinum. Ella og Frits Jensen búðu í
sethúsunum høgrumegin
Effo við nýggja handils-
konseptinum Fast, sum
myndar bygningin í
dag. Sum tað sæst, er
skrivstovubygningurin
undir umbygging
Ella og Frits Jensen framman fyri verkstaðin í Rættará umleið
1950. Ella andaðist í 1985, 73 ára gomul, og Frits í 1990, 72 ára
gamal
Anfríði Dam Jacobsen til arbeiðis á Essostøðini í Gundadali í
60-unum
Mynd: Eirikur Ó. Simonsen
Hans Waag, søluleiðari, og
Niels Juel Nattestad, stjóri
í Effo
Ein gulur Bedford lastbilur og
ein reyður Rambler Classic
árgang 1962. Leggið til
merkis svørtu barakkina frá
krígsárunum
Mynd: Eirikur Ó. Simonsen
Frits Jensen fekk nógvar
blómu heilsanir tann dagin
støðin læt upp í 1959