Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. november 2009 Freistin at spæla dystir­ nar í øðrum umfari í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum er úti í kvøld. Enn restar ein dystur í hjá kvinnunum og fýra hjá monnunum Steypakappingin hjá bæði kvinnum og monnum, Coca-Cola kappingin, skuldi nú verið komin so mikið áleiðis, at farast kann undir triðja umfar, sum skal verða avgreitt áðrenn mikudagin 2. desember. Hjá kvinnum vann Kyndil 29-22 á Tjaldri II í fyrsta umfari og kom beinleiðis í fjórðingsfinaluna. Í hinum dystinum í fyrsta umfari vann Søljan 25-19 á Neistanum og skal í øðrum umfari spæla ímóti VÍF 2 um enn eitt fjórðingsfinalupláss. Tað vil siga, at Kyndil og vinnarin av Søljan-VÍF II koma í fjórðings- finalurnar, har tey seks liðini í Sunset-kappingini síðani koma upp í steypakappingina. Fýra dystir eftir Hjá monnunum var bara ein dystur í fyrsta umfari, og tá vann Team Klaksvík 32-26 á Neistanum II og kom víðari til annað umfar, sum eftir skránni skal verða liðugt spælt í síðsta lagi í kvøld. Higartil eru tó bara tveir av teimum seks dystunum spældir, og har vann VÍF I 36-28 á H71 I, og H71 II vann 29-26 á StÍF I. Men framvegis eru hinir fýra dystirnir ikki spældir, og teir eru hesir: VÍF II-Neistin I, EB-GÍ, StÍF II-Kyndil I og Team Klaksvík-Kyndil II. Onkrir av hesum vinnarunum koma beinleiðis í fjórðings final- urnar, meðan aðrir mugu spæla triðja og fjórða umfar, áðrenn teir koma í fjórðingsfinalurnar, har tey seks liðini í Atlantic Airways-kapp- ingini koma upp í steypakapp- ingina. Teir næstu steypadystirnir verða nokk so tættir, tí fjórða umfar skal spælast innan mikudagin 9. desember og fjórðingsfinalurnar innan mikudagin 16. desember. Lutakastið um, hvussu mansliðini møtast í fjórðingsfinalunum, verður 7. ella 8. desember. hil Vantandi hugburður millum spælararnar er høvuðsorsøkin til, at Birgir Hansen hevur tikið avgerð um at gevast sum venjari hjá H71 Alt var gaman í vár, tá H71 vann sítt fyrsta FM-heiti í manshondbólti. Við hesum høvdu venjararnir báðir, Birgir Hansen og Kári Nielsen, fingið krúnuna á sítt verk, og hóast frá- gongd av sterkum profilum, so varð roknað við, at unga H71-liðið aftur í ár skuldi blanda seg millum tey bestu. Enn er tann parturin ikki liðugt skrivaður, men hoyvíkingar hava ikki á sama hátt sett dagsskránna, og tað hevur eftir øllum at døma skapt ónøgd. Og í gjár tók annar av venjarun- um, Birgir Nielsen, avleiðingarnar av hesum. - Hugurin at halda fram í starv- inum var ikki til staðar. Og tá eg fyrst var komin til ta niðurstøðuna, helt eg tað vera best, at eg alt fyri eitt gavst í starvinum, segði Birgir Hansen við portalin í gjárkvøldið. Um orsøkina til hetta sigur Birgir, at har vóru nøkur viðurskifti, sum hann ikki var heilt nøgdur um. - Eg haldi ikki, at spælararnir veruliga hava víst tað, sum krevst í vetur. Kanska er talan um okkurt slag av mettu, eftir at liðið í vár vann FM-heitið. Í øllum førum hevur hetta ikki verið nøktandi, og so havi eg tikið avleiðingarnar, sigur Birgir. Kári Nielsen, sum saman við Birgiri hevur vant H71, heldur fram í sínum starvi. Í løtuni veit Birgir ikki, hvat fram- tíðin hevur at bjóða á hondbólts- økinum. - Her og nú fari eg bara at taka mær av løttum. Og tað hevur í øllum førum verið stuttligt, at eg í kvøld havi hugt eftir einum heilum dysti í Champions League. Tað havi eg ikki havt møguleika til í fleiri ár, sigur hann. Síðstu dystirnir í kvøld einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Spælararnir vilja ov lítið Birgir Hansen er ikki longur partur av venjaratoyminum hjá H71. Vantandi hugburður millum spælararnar er høvuðsorsøkin til avgerðina, sigur hann