mikudagur 25. november 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. november 2009 – Nr. 226 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Tá Juan Vargas við brotssparki
sendi Lyon-málverjan, Hugo
Lloris, skeivan veg og skoraði
til sigurs fyri Fiorentina,
gjørdist tað samstundis
endin hjá Liverpool í ársins
Champions League-kapping –
hóast Liverpool vann sín dyst
ímóti Debreceni
Mynd: Tony Gentile/Reuters
Rennikapping sunnudagin
Sunnudagin skipar Bragdið fyri rennikapping á Tórsbreyt. Talan er
um kapping, sum fevnir um styttri og miðallongu teinarnar á
rennibreytini. Kappast verður 60, 100, 200 og 1.000 metrum, og er
talan um kapping, sum verður skipað fyri bæði børn og vaksin. Børn,
sum eru fødd í 1998 ella seinni kunnu kappast á øllum teinum,
meðan tey, sum eru eldri enn hetta, kappast á 100, 200 og 1.000
metrum. Tiltakið er opið fyri øllum, og skal tilmelding fara fram
klokkan 13.30. Sjálv kappingin byrjar klokkan 14.00.
Barca var betri
José Mourinho er ikki júst kendur fyri at vera eyðmjúkur, men í gjár
ásannaði hann, at Inter hevði tapt móti einum betri liði. – Barcelona
spælir við høgum trýsti, og tá teir fanga bóltin, gongur tað frameftir við
fullari ferð. So tað er ikki serliga trupult at staðfesta, at Barcelona var
betra liðið í dag, segði Mourinho við enska the Guardian. Hinvegin
heldur hann ikki, at Inter ikki hevur møguleika at vinna kappingina. –
Tað kunnu vit sjálvandi. Real Madrid, Chelsea og Barcelona halda øll, at
tey eru favorittar, men sjálvandi er tað møguligt hjá okkum at vinna á
teimum seinni í kappingini, sigur Mourinho.
Tað hjálpti lítið, at Liver
pool vann sín dyst móti
ungverska Debreceni.
Sigurin hjá Fiorentina
á Lyon ber við sær, at
Liverpool fyri fyrstu ferð
í sjey ár ikki vann seg
víðari úr bólkaspælinum í
Champions League
Fótbóltslagið í enska stórfelagnum,
Liverpool, er ikki av tí besta í løtuni.
Felagið, sum 18 ferðir hevur
vunnið enska meistaraheitið, og
sum fimm ferðir hevur vunnið
europisku meistarakappingina, er
ikki í fína selskapinum í ár.
Lagnuløtan var í gjár, og hóast
Liverpool greiddi sín setning við at
vinna útidystin móti Debrecen, so
var hetta ikki nóg mikið. Treytin hjá
Liverpool var samstundis, at
Fiorentina ikki vann heimadystin
móti Lyon, og tann fortreytin helt
ikki. Við einum einsamøllum máli,
sum Vargas skoraði upp á
brotsspark, eydnaðist nevnliga
Fiorentina at vinna seg víðari í
kappignini.
Liverpool hevur nú trý stig upp
til Lyon, men í Champions League
telja innanhýsis uppgerðirnar,
áðrenn roknað verður í málmun
inum. Og í so máta var talan um
dýra yvirtíð hjá Liverpool ímóti
Lyon. Heima á Anfield stóð nevnliga
11 á talvuni, tá farið varð um teir
90 minuttirnar, men Lyon skoraði tá
sigursmálið í yvirtíðini. Og í úti dyst
in um var Liverpool á odda 10, tá
klokkan segði 90, men aftur her
skoraði Lyon í yvirtíðini.
Benitez er “tryggur”
Í fótbóltsheiminum plagar tað at
vera greitt tekin um ein sekk til
venjaran, tá leiðslan sigur seg hava
fult álit á hesum.
Er nakað um hetta, so er lítil ivi
um, at Rafael Benitez skjótt er ein
liðugur maður í Liverpool.
Christian Purslow, sum er stjóri í
felagnum, sigur nevnliga, at tað als
ikki er upp á tal at geva Benitez
sekkin.
Tað eru tað annars nógv av
viðhaldsfólkunum, sum fegin vilja
gera. Liverpool hevur bert vunnið
tveir av seinastu 11 dystunum. Liðið
er ikki longur partur av fína
selskapinum í Europa, og støðan í
Premier League kundi bent á, at tað
verður trupult at vinna seg upp í
top4, sum gevur atgongd til
Champions League komandi
kappingarár.
Einasta lítla plásturið á sárið er, at
júst einsamalli sigurin í teimum 10
dystunum undan tí í gjárkvøldi,
kom á heimavølli móti arvafíggind
unum úr Manchester United.
Tú kanst ongan tíð verja teg
móti málum í seinastu løtu, og hesi
hava kostað okkum dýrt í
Champions League.
Og tað ber ikki til, at reka eitt
felag upp á tilvildarligar fortreytir.
Benitez hevur skrivað undir fimm
ára langan sáttmála við okkum, og
hann hevur bert verið her í fýra
mánaðir av teimum fimm árunum,
sigur Purslow.
Fíggjarliga er tað dyggur smeitur
fyri Liverpool, at teir longu nú eru
úti úr fínasta europiska
selskapinum, men heldur ikki hetta
tykist nervað Purslow, sum sigur, at
roknskapurin fer at javnviga, um
felagið stendur seg hampuliga væl
í Europaleague, sum felagið nú
skal taka lut í.
Støðan í bólkaspælinum
Bólkur A
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Bordeaux
4
3
-
1
-
0
6
2
4
10
2 Juventus
4
2
-
2
-
0
3
1
2
8
3 Bayern München
4
1
-
1
-
2
4
4
0
4
4 Maccabi Haifa
4
0
-
0
-
4
0
6
-6
0
Bólkur B
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Manchester Utd.
4
3
-
1
-
0
7
4
3
10
2 Wolfsburg
4
2
-
1
-
1
7
3
4
7
3 CSKA Moskva
4
1
-
1
-
2
6
8
-2
4
4 Besiktas
4
0
-
1
-
3
1
6
-5
1
Bólkur C
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Real Madrid
4
2
-
1
-
1
11
6
5
7
2 AC Milan
4
2
-
1
-
1
6
5
1
7
3 Marseille
4
2
-
0
-
2
8
6
2
6
4 FC Zürich
4
1
-
0
-
3
4
12
-8
3
Bólkur D
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Chelsea
4
3
-
1
-
0
8
2
6
10
2 FC Porto
4
3
-
0
-
1
5
2
3
9
3 Atlético Madrid
4
0
-
2
-
2
2
8
-6
2
4 Apoel Nicosia
4
0
-
1
-
3
1
4
-3
1
Úrslit í gjárkvøldið
Bólkur E
DebreceniLiverpool 01 (01)
01: David N’Gog, 4.
FiorentinaLyon 10 (10)
10: Juan Vargas (brotsspark),
28.
Bólkur F
FC BarcelonaInter 20 (20)
10: Gerard Piqué, 10.
20: Pedro Rodriguez, 26.
Rubin KazanDinamo Kiev 00
Bólkur G
Glasgow RangersStuttgart 02
(01)
01: Sebastian Rudy, 16.
02: Zdravko Kuzmanovic, 59.
Unirea UrziceniSevilla 10 (10)
10: Ivica Dragutinovic
(sjálvmál), 45.
Bólkur H
ArsenalStandard Liège 20
(20)
10: Samir Nasri, 35.
20: Denílson, 45.
AZ AlkmaarOlympiakos 00
Dystir í kvøld
Bólkur A
BordeauxJuventus
Bayern MünchenMaccabi
Haifa
Bólkur B
CSKA MoskvaWolfsburg
Manchester UnitedBesiktas
Bólkur C
Real MadridFC Zürich
AC MilanOlympique Marseille
Bólkur D
FC PortoChelsea
Apoel NicosiaAtletico Madrid
Champions League
Bólkur E
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Fiorentina
5
4
-
0
-
1
12
6
6
12
2 Lyon
5
3
-
1
-
1
8
3
5
10
3 Liverpool
5
2
-
1
-
2
4
5
-1
7
4 Debrecen
5
0
-
0
-
5
5
15
-10
0
Bólkur F
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Barcelona
5
2
-
2
-
1
5
2
3
8
2 Rubin Kazan
5
1
-
3
-
1
4
5
-1
6
3 Inter
5
1
-
3
-
1
5
6
-1
6
4 Dynamo Kiev
5
1
-
2
-
2
6
7
-1
5
Bólkur G
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Sevilla
5
3
-
1
-
1
10
4
6
10
2 Unirea Urziceni
5
2
-
2
-
1
7
5
2
8
3 Stuttgart
5
1
-
3
-
1
6
6
0
6
4 Rangers
5
0
-
2
-
3
4
12
-8
2
Bólkur H
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Arsenal
5
4
-
1
-
0
12
4
8
13
2 Olympiakos
5
2
-
1
-
2
3
5
-2
7
3 Standard Liege
5
1
-
1
-
3
6
8
-2
4
4 AZ Alkmaar
5
0
-
3
-
2
3
7
-4
3
Her reyk Liverpool
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk