Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. november 2009 – Nr. 226 Østergaard ríkaði seg Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at nevndar formað urin í Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, saman við Mogens Palle fyri bara hálvum ári síðani seldi partabrøv til fyritøkuna sjálva fyri á leið 100 milliónir krónur. Vinningurin hjá teimum báðum av handlinum var um 25 milliónir krónur. Síðani er kursurin á partabrøvunum kavaður við meira enn 500, og tað hevur elvt til illgruna um, at teir báðir ikki handlaðu heilt reiðiliga. Felagið sjálvt hevur í sama handli mist sama virði, sum teir báðir forvunnu. Schumacher aftur upp á tal Nú røkist enn einaferð fyri, at týski Michael Schumacher skal gera come-back í Formel-1. Tað ætlaði sjeyfaldi heimsmeistarin í fjør, men av heilsávum varð hetta tó av ongum. Nú ljóðar fyri vist, at Schumacher skal koyra fyri Mercedes-liðið, sum longu hevur sett Nico Rosberg í annan av bilunum, sum skulu koyra til kommandi kappingarár. Mong føroyameistaraheiti standa upp á spæl, tá børn og ung í tilsamans fimm aldursbólkum fara at dystast í finalunum leygardagin Undan finalunum, sum byrja í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag leygarmorgunin klokkan 10, hava innleiðandi úttøkukappingar verið í Vestmanna og Sandavági. Finalur- nar verða í tilsamans fimm aldurs- bólkum, og vinnararnir gerast føroyameistarar í sínum aldursbólki. Ein síðuvinningur er haraftrat til tveir teir bestu telvararnar í hvørj- um av aldursbólkunum, sum er eitt pláss í norðurlandameistara kapp- ingini, sum verður í Svøríki í februar mánaði. Eins og undanfarin ár, hava Føroyar 10 telvarar við í hesi kapp- ing. Tað, at bæði føroyameistara- heitini og NM-plássini eru at kapp- ast um, hevur roynst Talvsamband- inum væl, tí FM-finalurnar eru nakað serligt fyri børnini og tey ungu, sum eru við, og hjá ungu telvarunum eru hesar finalurnar eitt av hæddarpunktunum. Hetta hevur eisini gjørt sítt til, at fleiri nýggir og spennandi ungdómstelvarar eru lagstir aftrat. Í FM-finalunum verður telvað soleiðis, at hvør telvari hevur hálvan tíma í part til hvørt talvið, og øll telvað ímóti øllum í hvørjum bólki. Stendur á jøvnum um trý tey fremstu plássini, verður umdystir við snartalvi, til vinnari er funnin og plaseringarnar greiddar. Ikki er neyðugt at melda seg til í bólkunum frá U10 til U16, men Talvsambandið vil gjarna hava, at telvarar boða frá, um teimum ikki ber til at vera við til FM-finalurnar. Telvararnir í U20-bólkinum, sum eru føddir 1990-92, skulu melda seg til í seinasta lagi í morgin, og á www. faroechess.com ber til at kunna seg nærri um, hvussu tað skal gerast. Tá Flogbóltssambandið legði landskappingina til rættis, kom sperðil í, tí onkursvegna datt niðurímillum, at báðar Mjølnir-kappingarnar eftir nýggjár vóru fluttar. Hetta er nú rættað Undan hvørjum kappingarári boðað Fleyr og Mjølnir frá, nær teirra árligu kappingar eru, so hædd verður tikin fyri, hvussu restin av landskappingini í flogbólti skal leggjast. Men tá kappingin í vetur skuldi leggjast, hendi ein misskiljing, ið gjørdi, at sperðil kom í dystirnar í januar mánaði. Mjølnir hevði fyrst boðað frá, hvørji vikuskifti tær báðar Mjølnir- kappingarnar skuldu verða, tann fyri tey vaksnu og tann fyri yngru deildirnar. Ætlanin var sum vant at hava tær tíðliga í januar mánaði, men tá tað so vísti seg, at høll ikki var tøk, máttu báðar kappingarnar flytast. Tað varð so gjørt, og samstundis boðaði Mjølnir frá hjá Flogbólts- sambandinum, men kortini glapp hetta, tá landskappingin varð løgd, so nú stóðu bæði landskapping og Mjølnir-kappingar at vera í senn. Tað mesta gekk upp – Onkursvegna yvirsóu vit hetta, tá vit løgdu landskappingina, men tíbetur hava vit fingið loftað tí nú, so vit fingu gjørt nakrar broytingar í rímiliga góðari tíð. Og vit fingu tað mesta at ganga upp, so broyting- arnar ikki verða so ógvusligar, sum tær kundu verið, hóast onkrir einstakir dystir mugu avgreiðast mitt í viku, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen. Tilsamans er talan um 19 dystir, sum eru fluttir, so teir ikki longur koma í kløtur við Mjølnir-kapping- ina hjá teimum vaksnu, sum er leygardagin 16. og sunnudagin 17. januar, og Mjølnir-kappingina hjá teimum yngru, sum er leygardagin 23. januar. – Helst verða eisini onkrar broytingar gjørdar síðst í februar, tá FM-kappingarnar hjá teimum yngru eru. Vit ætla at fáa tað mesta avgreitt í Havn leygardagin 27. februar, og síðani verða finalurnar hjá gentum og dreingjum 14 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum í Trongisvági leygardagin eftir, 6. mars, sigur Magnus Tausen. hil Børn og ung telva um FM 19 flogbóltsdystir máttu flytast einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Leygardagin verða FM-kappingarnar í talvi fyri børn og ung í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag Mynd: Talvsambandið