Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 227 - 26. november 2009 Jógvan á Lakjuni, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum í aðalorðaskiftinum um public service sáttmála, legði stóran dent á uppgávuna hjá almennu miðlunum at verja um og styrkja føroyska málið PUBLIC SERVICE Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Eg kenni í veruleikanum, at eg eigi ein stóran part av hesum uppskotinum og tilgongdini til public service sáttmálan, sum nú er til viðgerðar, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir á, at tað var meðan hann var mentamála- ráðharri, at øll tilgongdin at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman fór fram, og í tí nýggi kringvarps- lógini, sum varð samtykt í 2006, var eisini lagt upp til ein public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. - Eg legði rættiliga stóran dent á samanleggingina av stovnunum, og í mínari verð er eingin endalig og fullkomin samanlegging, fyrr enn stovnarnir eisini fysiskt eru undir sama taki, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir til, at meðan hann var mentamálaráð- harri, varð eitt uppskot lagt fyri Tingið í desember 2007 um at byggja út í Sortudýki og at selja bygningarnar, har sjónvarpið nú heldur til. - Men tað hendi so tað, at val varð útskrivað og uppskotið tí fall burtur, og síðani er einki nýtt uppskot um hetta lagt fram, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann hevur sum nevnt havt ein fingur við í spæli- num um public service sátt- málan, og tekur í síni heild eisini undir við tí uppskoti, sum liggur á borðinum í dag. - Tað er ikki meiri enn rímiligt, at tað verður farið miðvíst til verka og stungið út í kortið, hvør uppgávan hjá almenna kringvarpinum skal verða. Vit krevja jú nógvar pengar frá fólki til henda stovn og tey hava krav um at vita, hvat enda- málið við almenna kring- varpinum er, sigur Jógvan á Lakjuni. Kringvarpsgjald Hann sigur, at sjálvandi er ikki uppgávan hjá Løg- tinginum at blanda seg í gerandisdagin hjá Kring- varpinum, men at gera leið- reglur fyri yvirorðnaða leistinum og hvat Kring- varpið serliga skal leggja dent á. - Eg nam eisini við kring- varpsgjald, hølisviðurskifti, bandasavn og sendinet í mínari framløgu. Og tað, sum kanska serliga elvir til kjak, er spurningurin um, hvussu Kringvarpið skal fíggjast. Og har hava vit í Fólkaflokkinum hildið fast við, at fólk skulu rinda eitt kringvarpsgjald eins og gjørt verður nú, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann hevur ilt við at skilja, at summi ikki rinda kringvarpsgjald. - Tað verður sagt, og um hetta veruliga er so, taki eg fult undir við, at stig verða tikin, so øll við kringvarps- tóli gjalda, tí tað kann ikki verða rætt, at bert summi skulu rinda kringvarpsgjald, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann tekur eisini fult undir við tí partinum av framløguskjalinum, ið snýr seg um lýsingar. - Tað lá longu í kortunum tá nýggja kringvarpslógin varð samtykt í 2006, at handilslýsingarnar í útvarp- inum skuldu niðurlaðast og falla burtur. Kunngerðirnar hinvegin eiga framvegis at hava innivist í útvarpinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann heldur, at Tingið hevur eina stóra skyldu mót- vegis privatu miðlunum. - Tað er av stórum týdn- ingi, at privatu miðlarnir yvirliva, tí samfelagið hevur stórliga brúk fyri teimum, sigur Jógvan á Lakjuni. Verja málið Framsøgumaður Fólkaflok- sins tekur somuleiðis undir við, at almenna kringvarpið samstarvar við Televarpið um sendinetið. - Tað er longu sett ein nevnd við umboðum frá Televarpinum, Kringvarpi- num og Mentamálaráðnum um at útbyggja sendinetið. Tað sigur seg sjálvt, at tað er rætt at samstarva á hesum øki, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann er eisini í tí stóra og heila nøgdur við ætlanunum í sáttmálanum. - Eg síggi tó ein vanda í øllum tí útlendska tilfarin- um, sum verður sent. Út- varpið stendur seg væl, men sjónvarpið eigur at vera meiri úti um seg, tá tað kemur til útlendskt tilfar. Vit eiga ein hóp av stovnum undir Mentamálaráðnum, bæði Fróðskaparsetrið, Føroyamálsdeildina, Forn- minnissavnið og ein hóp av øðrum søvnum, sum sjón- varpið kundi gjørt meira brúk av, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann metir eina av fremstu uppgávunum hjá kringvarpinum vera at verja og styrkja um føroyska málið. - Og júst har eru barna- sendingarnar av serliga stórum týdningi, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann heldur eisini, at hugburðurin um at einki kann gerast orsakað av penganeyð, eigur at broytast. - Tað var ein sending í sjónvarpinum í síðstu viku, har tosað varð við ein leiðara í DR. Hann vísti á, at tey nú eru 23 færri fólk á stovninum, men at tey kortini gera eitt betri sjónvarp nú. Størsta vandan segði hann verða egnar vanar, sigur Jógvan á Lakjuni. Í hesum sambandi kom hann eisini inn á økið í sátt- málanum, ið mælir til fleiri sendingar keyptar uttan fyri húsið. - Tað er eitt frálíkt hug- skot at draga fleiri privat inn í framleiðsluna av tilfari til kringvarpið. Tað kundi tryggjað eitt nógv breiðari úrval av sendingum, sigur Jógvan á Lakjuni. Ein stór uppgáva at styrkja málið Jógvan á Lakjuni er framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum í uppskotinum um public service sáttmála millum Mentamálaráðið og Kringvarpið Mynd: Jens Kristian Vang Dollarin í botni Í sjár kom virðið á amerikanska dollaranum niður á 4,93 krónur, og so lítið hevur dollarin ikki verið verdur fyrr í ár sammett við ta donsku krónuna. Tað merkir tó ikki, at dollarin ikki hevur verið minni verdur fyrr, tí í august í fjør kom hann heilt niður á 4,70 krónur. Hevur onkur nú fingið hug at fara til USA á keypsferð, tí dollarin er so lágur, er tað kanska eitt gott hugskot at bíða til næsta ár. Tí sambært búskapar- frøðingum fer dollarin at fella uppaftur meiri í virði, og væntandi kemur hann niður á 4,50 krónur eina ferð næsta ár, skrivar JydskeVestkysten. Jiabao til Danmarkar Kinesiska stjórnin hevur gjørt av at senda Wen Jiabao, forsætis- ráðharra á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Tað kunngjørdi uttanríkisráðið í Beijing í morgun. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum dugdi tó ikki at siga, nær Wen Jiabao fer til Keypmannahavnar, ella hvat hann fer at hava við sær til sam- ráðingarnar. Barack Obama kemur til Keypmannahavnar tann 9. desember og fer avstaðaftur , áðrenn hinir ríkis- og stjórnar- leiðararnir koma. Tað hevur fingið fleiri at halda, at aðrir leiðarar velja at setast aftur.