Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2009 7 tíðindi Nú kunnu kundar við fjaravlisnum málarum fylgja við egnari elnýtslu umvegis heimasíðuna hjá SEV. Eisini ber til hjá fólki at fylgja við í býtinum á framleiðsluni hjá elfelagsskapinum INTERNETTÆNASTA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað ljóðar paradoksalt, men SEV er – sambært leiðsluni – ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at selja sum minst av sínari fram­ leiðslu. Og í einari roynd at gera fólk varug við, hvussu tey kunnu spara streym, hevur SEV lagt eina nýggja tænastu út á heimasíðu sína, har fólk kunnu síggja egna elnýtslu. ­ Fyri nøkrum árum síð­ ani tók nevndin í SEV ta avgerð, at skifta allar málar­ arnar út við fjarlisnar málar­ ar, og hesir geva okkum dagliga upplýsingar um nýtsluna hjá kundunum, sigur Finn Jacobsen, tekn­ iskur stjóri hjá SEV. Á rokningini frá SEV stendur eitt brúkaranummar og eitt loyniorð, og við at skriva hesi inn á heimasíðuni hjá SEV, kunnu fólk síggja, hvussu stór nýtslan er gjøgn­ um dagin, ella yvir eitt longri tíðarskeið, sum til dømis ein mánað ella eitt heilt ár. ­ Er nýtslan til dømis ov stór um náttina, ber til at kanna eftir, hvat tað er ið orsakar hetta. Til ber eisini at síggja, hvussu stór útreiðslan er til streym um dagin, um vikuna, mánaðan ella árið, sigur Finn Jacobsen. Alt hetta er gjørt í einari roynd at fáa fólk at hugsa um elnýtsluna og at spara, har ið til ber at spara. SEV skiftir málararnar út eftir eini 10 ára ætlan. Hetta verður eisini gjørt fyri at allir málarar ikki skulu verða javnt gamlir og tí krevja útskifting í senn. Nýggja tænastan, har til ber at síggja egna elnýtslu, virkar bert hjá teimum húsarhaldum, ið hava fingið nýggju málararnar. Varandi orka Ein onnur tænasta, sum elfelagið eisini bjóðar fólki frá í dag, er møguleikin at fylgja við í framleiðsluni hjá SEV. ­ Talan er um eina lag­ køku sum verður dagførd fimta hvønn minutt. Hend­ an vísir, hvussu stórur partur at framleiðsluni kem­ ur frá vatni, vindi og olju, sigur Finn Jacobsen. Tað ber eisini til at leita aftur í tíðina fyri at vita, hvussu framleiðslan var ein ávísan dag. ­ Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu stórur part­ ur av framleiðsluni stavar frá teimum trimum orku­ keldunum. Taka vit ein góð­ an summardag í juli við vindstilli og turki í nakrar dagar, síggja vit eina fram­ leiðslu, sum stavar hundrað prosent frá olju. Taka vit so dagin í dag síggja vit, at millum 65% og 70% av framleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum, eini 65% frá vatni og so nøkur prosent frá vindi, sigur Finn Jacobsen. Stórar avbjóðingar SEV hevur sum mál at koma upp á 75% av fram­ leiðsluni frá varandi orku­ keldum í 2020, men tað krevur bæði miðvísa útbygg­ ing og hugburðsbroyting hjá fólki, so tey venja seg við at spara meiri, enn tey gera nú. ­ Sum nú er vísa hagtølini, at vit hava ein 2% vøkstur um árið av elnýtslu, og tí skal sera nógv til, at koma frá teimum 40 prosentunum í meðal av varandi orku, upp á 75 prosent, sigur Finn Jacobsen. Tí ynskir SEV eisini, at fólk vanda sær meiri um nýtsluna, so tann støðugt vaksandi kurvan kann verða brotin. ­ Menningin gongur eisini tann vegin, at alt gerst meiri og meiri elektrifiserað. Fólk nýta í størri og størri mun hitapumpur, og tað gongur eftir øllum at døma ikki so ógvuliga long tíð, áðrenn fólk av álvara fara at nýta elbilar. So avbjóð­ ingin hjá SEV er ógvuliga stór, sigur Finn Jacobsen. Hetta er eisini orsøkin til, at felagið arbeiðir við einari 10 ára ætlan um útbygging av varandi orkukeldum. Kunnu fylgja við elnýtsluni Finn Jacobsen er tekniskur stjóri hjá elfelagnum SEV Mynd: Jens Kristian Vang Fyri kilo 7995 Fyri kilo 4950 Fyri hvønn 7995 3,2 kilo fyri 13795 Fyri hvørja 9995 Fyri kilo 4995 Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! 1,2 til 1,4 kilo um 2,6 til 3,0 kilo Íslendsk lambskrov Íslendsk lambstjógv Íslendskir lambsbøgir Chery Valley dunnur Nakkasteikir Íslendsk rullupylsa Stórar dunnur! Tannlæknastovan í Dalatúni Í sambandi við at Tróndur Gotfred Joensen, tannlækni, frá 4. januar komandi ár kemur at arbeiða hjá okkum, taka vit nú aftur móti nýggjum patientum. Tróndur er 33 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann hevur arbeitt sum tannlækni í Keyp­ mannahavn í sjey ár, samstundis sum hann hevur undirvíst á Tannlæknaháskúlanum. Umframt vanligt tannlæknaarbeiði er Tróndur serkønur í implantatviðgerð og kirurgi. TannlæknasTovan í DalaTúni 19 · Tlf. 31 51 58 Marnar Gaard · Ísak ThoMassen re Gin eikhól M · e yðbjørn Gaard