Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 227 - 26. november 2009 Vágs Býráð hevur samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár og har er ikki nógv at geva av Fíggjarætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágs kommuna fær trongar karmar at virka undir næsta ár. Tað er greitt, nú Vágsa Bý­ráð á fundi í gjárkvøldið endaliga samtykti fíggjar­ ætlanina fyri næsta ár. Samtyktin vísir, at næsta ár verður at kalla bara nóg mikið av peningi til tann vanliga dagliga raksturin og tær lógarfestu útreiðslur­ nar. Lítið og onki er sett av til íløgur. Tilsamans eru ikki meiri enn 823.000 krónur settar av til íløgur næsta ár. Tað sigur eitt sindur um støðuna í Vági, at størsta ein­ staka íløgan hjá Vágs Bý­ráði næsta ár eru 300.000 krónur, sum skulu brúkast til sitipláss við fótbóltsvøllin á Eiðinum, nú VB/Sumba er flutt upp í Voadafondeildina. Hinar íløgurnar eru bara smávegis snøklar her og har. 100.000 krónur minni Annars verður mett, at inn­ tøkan hjá Vágs Kommunu verður 34,5 milliónir í kommunuskatti næsta ár og tað er 100.000 minni enn mett verður, at inntøkan verður í ár. Harafturat verður mett, at kommunan fer at fáa 2,9 milliónir í ymsum gjøldum og øðrum inntøkum. Annars fer sjálvur rakst­ urin av kommununi at kosta 26 milliónir næsta ár og tá ið íløgurnar, rentur og avdráttir eru betaltar, gevur fíggjarætlanin næsta ár 22.000 krónur í avlopi. Annars verður skattapro­ sent og barnafrádráttir óbroytt í Vági næsta ár, ávika­ vist 23,25% í skatti og 4000 krónur í barnafrádrátti. Vágbingar halda akkurát tørn Sáttmálasamráðingar ímillum Reiðarafel­ agið og fiskimanna­ felagið eru næstan komnar á mál í sátt og semju SáttmálaSam­ ráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fiskimenn skulu ikki seta nøsina upp eftir hægri hý­ru næstu tíðina. Tað er greitt eftir at Fiski­ mannafelagið og Reiðara­ felagið hesar seinastu dag­ arnar hava samráðst um ein ný­ggjan sáttmála. Sáttmálin ímillum partar­ nar hevði farið úr gildi um eina viku tann 30. november og tað var Fiskimannafelagið sum segði sáttmálan upp. Kravdu hægri hýru Herfyri segði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelag­ num fyri Sosialinum, at krav­ ið til reiðararnar fór at vera, at hý­ruprosentið skuldi upp og í einstøkum førum skuldi tað hækkast fleiri prosent. Hann staðfesti, at í nítiár­ unum varð hý­ruprosentið á summum skipum lækkað rættiliga nógv og at tað skuldi nú fáast í rættlag. Og hann staðfesti eisini, at vildu reiðararnir ikki góðtaka eina hækking, var vandi fyri, at skipini verða løgd. Næstan ongar broytingar Hesum kravi hava reiðar­ arnir avgjørdir víst aftur og tað gera teir framvegis. Viberg Sørensen hevur sagt fyri Sosialinum, at hann væntaði ongar broyt­ ingar uttan onkrar smávegis dagføringar. Og nú samráðingarnar hava verið, ásannar hann, at tað hava ongi stórmál verið á tapetinum. ­ Hesar samráðingarnar hava verið óvanliga stillar og friðarligar og nú eru partarnir at kalla samdir um ein ný­ggj­ an sáttmála, sigur hann. Hann sigur, at tað einasta, sum verður broytt í tí ný­ggja sáttmálanum eru onkrar smávegis dagføringar, sum onki kosta. Ikki rætta tíðin Men hann staðfestir eisini, at hetta er ikki tíðin til tær stóru kollveltingarnar í viður­ skiftunum hjá fiskiflotanum og tí kundi tað ikki koma upp á tal at hækka nakrar hý­rur, sum støðan er nú. ­ Í hesum tíðum ber ikki so frægt sum til at droyma um, at hý­rurnar skulu hækka. Tað er vónleyst, tí fiskiflotin klárar ikki dag­ liga raksturin, sum er og tí ber ikki til at áleggja honum enn størri útreiðslur. Hann sigur, at hý­ran hjá manningunum er roknað í prosentum av avreiðingar­ virðinum og sostatt ferðast inntøkan upp og niður, alt eftir fiskiskapi og fiskaprís­ um. ­ Vit hava ikki meirn enn eitt ávíst krónutal at bý­ta og vit eru komin á eitt mark fyri, hvussu stóran part av hesi upphædd, manningin kann fáa í sín prosentpart, sigur Viberg Sørensen. Eitt annað krav frá fiski­ mannafelagnum skuldu vera, at fiskimenn skuldu fáa frí ímillum jól og ný­ggjár. ­ Tað hava teir allarflestu frammanundan, tí næstan ongi skip eru úti tá. Annars shava vit longu avtalað, at fara skip avstað millum jól og ný­ggjar, kunnu menn verða verandi heima, uttan at talan er um uppsagnar­ grund, so eitt slíkt krav hev­ ur ongan praktiskan tý­dn­ ing, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum. Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum, Jan Højgaard, hevur ongar viðmerkingar til málið nú. Hann vil fyrst tosa við nevndina í Fiskimannafelag­ num og annars staðfestir hann gmlu fyndarorðini hjá Anfinni Kallsberg, sum plagdi at taka til, at onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt. Reiðarar og fiskimenn næstan samdir Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, ásannar, at næsta ár hevur Vágs Kommuna lítið at geva av Eingin nýbygging Ísraelski forsætisráðharin, Benjamin Netanyahu, ger nú eiona roynd at fáa gongd á friðarsamráðingarnar við palestinar. Fyri at vísa sín góða vilja hevur forsætisráðharrin biðið stjórnina góðtaka eitt uppskot um at steðga allari ný­byggning á Vestara Áarbakka, soleiðis at einki verður bygt har teir næstu 10 mánaðirnar. Royndin hjá Netanyaho kemur, eftir at palestinskir talsmann hava ávarað um, at talan verður ikki um nakrar samráðingar, so leingi ísraelsmenn halda fram at byggja bústaðir á hersettum øki á Vestara Áarbakka. Naggatódn í Miðeystri Í seinastuni hava ísraelsmenn og umboð fyri Hamas tingast um treytirnar fyri, at Hamas kann lata ísraelska hermannin Gilad Schalit leysan, men nú er naggatódn komin í samráð­ ingarnar. Hamas kravdi at fáa fleiri fangar, sum sita í ísra­ elskum fongslum, leysar í bý­ti við hermannin, men tað kundi ísraelska stjórnin ikki ganga við til. Ein tý­skur sem­ ingsmaður roynir at fáa semju millum partarnar, men hann sigur við AP, at sum er eru eingi útlit fyri nakrari semju í bræði. Gilad Schalit hevur verið fangi hjá Hamas síðani í 2006, tá hann bleiv tikin og burturfluttur til Gaza­geiran. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum fiskimenn og reiðarar hava verið óvanliga stillar og friðarligar, staðfestir formaðurin í Reiðarafelagnum, sum sigur, at tað ber ikki so frægt sum til at droyma um hægri hýrur Tilvildarlig mynd