hósdagur 26. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 227 - 26. november 2009
Hósdagin 3. desember
kemur út eitt nýtt
vinnutíðarrit, sum
ætlandi skal geva
føroyskum vinnulívi
eitt betri grundarlag
at taka sínar avgerðir
á. - Blaðið verður
skrivað av freelance-
journalistum og fólki,
sum hava áhuga og
innlit í viðurskiftini.
Málið verður at
fáa teir relevantu
vinklarnar fram,
segði Páll Isholm
í síni framløgu á
vinnutinginum
hjá Eysturoyar
Vinnulívsfelag
Vinnuting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á
vinnutinginum,
sum
Eysturoyar Vinnulívsfelag
helt á Vónini í Fuglafirði
seinasta fríggjadag, greiddi
Páll Isholm, deildarstjóri
og komandi blaðstjóri á
vinnublaðnum Vinna, frá
hesi verkætlan.
Tað verður Sansir, sum
kemur at seta blaðið upp og
kemur at standa fyri út
gávuni. Tað er eisini Sansir,
sum gevur út blaðið Kvinna,
men hetta verður so altso
Vinna í staðin fyri – og
sjálvsagt við heilt øðrum
innihaldi.
Taka vit Kvinnu sum sera
snotuligt kvinnublað, er
lítið at ivast í, at blaðið
Vinna í útsjónd verður
vakurt og kemur at fella í
eyguni sum tíðarrit.
Í síni fraløgu um hesa
nýggju
verkætlan,
sum
ætlandi verður sjósett hós
dagin, 3. desember, segði
Páll Isholm, at blaðið ætl
andi skal geva vinnulívinum
eitt betri grundarlag at taka
sínar avgerðir á.
Hann segði, at blaðið
eisini fer at leggja seg eftir
at geva føroyingum eitt
betri forstáilsi fyri, hvat
vinnulív í síni heild er.
Hetta verður eitt vinnu
tíðarrit, sum ætlandi skal
koma níggju ferðir um árið,
og støddin á blaðnum verð
ur eitt sindur minni enn A4.
Breitt og djúpt
Páll Isholm segði, at málið
er at skapa eitt spennandi
og eitt snotuligt grafiskt
blað, men hetta verður ikki
eitt myndablað, sum hann
tók til.
Vit fara at royna at
skapa eitt blað, sum í
breiðari merking kemur at
viðgera føroyskt vinnulív,
bæði djúpt, men eisini
breitt. Blaðið skal verða
fjølbroytt og áhugavert.
Spurdur, hvussu stórt eitt
slíkt blað verður, segði
hann seg vænta, at talan
helst verður um einar 7090
síður hvørja ferð.
Hann segði, at Vinna fer
at kunna keypast í leysasølu,
og møguleiki verður sjál
sagt eisini at tekna blað
hald.
Vit fara at senda tey
fyrstu trý bløðini ókeypis út
til eitt nú virkisleiðslur og
borgarstjórar, men tað, sum
í longdini verður berandi
fyri blaðið, verður søla av
blað og lýsingum.
Páll segði seg vóna og
vænta, at teimum fer at
eydnast at skapa eitt gott
blað, sum hongur saman
fíggjarliga.
Umframt at hava free
lancejournalistar at skriva
greinar, er ætlanin eisini, at
fólk, sum hava stórt innlit í
ymiskar vinnugreinar og í
vinnu sum heild fara at
skriva sergreinar. Vit fara
soleiðis at heita á fólk um
at skriva. Harumframt verð
ur pláss fyri ymiskum mein
ingum um viðurskiftini.
Hann endurtók, at Vinnan
ætlandi skal raka breitt,
sum
hann tók til, og málið er
eisini at røkka víða um land
ið geografiskt og víða um í
ymiskum vinnugreinum.
Álítandi tíðindi
Meðan Páll Isholm hevði
sína framløgu, tók eisini
orðaskifti seg upp um eitt nú
fíggjarligar greiningar av
feløgum, sum reka vinnu.
Her vísti Regin Jacobsen,
stjóri á Bakkafrost á, hvussu
umráðandi er, at slíkar
greiningar eru rættar og
eftirfarandi,
um
blaðið
kemur at hava slíkar við.
Eg havi lisið greiningar,
sum eru prentaðar, har lítið
høpi er í, og tá geva tær
onga sum helst meining,
segði hann.
Páll segði, at um blaðið
fer at hava greiningar, er
sjálvandi ógvuliga umráð
andi, at hesar fyri tað fyrsta
eru viðkomandi og eftir
farandi.
Ymiskir spurningar komu
til umrøðu, meðan komandi
blaðstjórin hevði sína fram
løgu, og eitt nú vísti Olaf
Olsen, fyrrverandi reiðari
á, hvussu undarligur saman
hangurin kann vera í eitt nú
- Vit vilja geva
vinnulívinum eitt
betri grundarlag
- Vit fara at royna at skapa eitt vinnutíðarrit, sum í breiðari
merking kemur at viðgera føroyskt vinnulív, bæði djúpt, men
eisini breitt. Blaðið skal verða fjølbroytt og áhugavert, segði Páll
Isholm, sum verður blaðstjóri á Vinnu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hjalmar Petersen, stjóri, var bæði vertur og hevði framløgu um virksemið hjá Vónini, Tummas
Eliasen, stjóri í Lív, greiddi frá eftirlønartryggingum og um pensjónskapital í vinnulívi – og Páll
Isholm, komandi blaðstjóri, greiddi frá vinnutíðarritinum Vinna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Álopsmenn ákærdir
Ákæruvaldið í Pakistan hevur ákært sjey menn í
sambandi við tað blóðuga yvirgangsálopið í indiska
býnum Mumbai fyri einum árti síðani. Allir nokta seg
sekar. Myndugleikarnir siga, at teir sjey hava tilknýti
til tann víðgongda felagsskapin LashkareTaiba.
Menninir hava sitiði varðhaldi í fleiri mánaðir, og
millum teirra er Zakiur Rehman Lakhvi, sum sam
bært pakistonsku myndugleikunum var høvuðsmað
urin aftan fyri álopið á tvey gistingarhús og eina jarn
breytarstøð í Mumbai, og sum kostaði 166 mannalív.
Washington Post sparir
Fíggjarkreppan hevur fingið tað stóra amerikanska blaðið
Washington Post at repa seglini, og í gjár kunngjørdi
leiðslan, at hon hevur gjørt av at steingja tær seinastu
lokalu deildirnar uttan fyri sjálvan høvuðsstaðin. Talan er
um deildirnar í Chicago, Los Angeles og New York, sum
lata aftur gamlaárskvøld. Washington Post er tað fimmti
størsta dagblaðið í USA. Vanligar dagar kemur blaðið úr í
582.000 eintøkum, men sunnudag er upplagið oman fyri
800.000. Í seinastuni hava fleiri amerikanskir fjølmiðlar
sagt fólki úr starvi sum lið í at spara rakstrarútreiðslur,
skrivar AP úr Washington.