hósdagur 26. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 227 - 26. november 2009
okkara fiskiskipaflota.
Fyrrverandi
reiðarin
segði, at meðan fiskiflotin
samanlagt hevur eitt stórt
hall í 2008, hava fiskiloyvini
hjá hesum sama flota eftir
øllum at døma eitt virði av
fleiri hundrað miljónum
krónum.
- Hvussu hongur hetta
saman? spurdi Olaf Olsen.
Vinnulívsfólk, sum vóru
komin saman til vinnutingið
hjá Eysturoyar Vinnulívs-
felag, tóktust rímiliga samd
um, at tørvur er á einum
blað, sum í størri mun og
meira
ítøkiliga
viðger
føroyska vinnu.
Áhugavert tilfar
Høgni Rasmussen, stjóri á
Sansir, ið sum nevnt verður
útgevari av Vinnu, segði seg
hava sæð ymiskt av tí tilfari,
sum verður í hesum fyrsta
blaðnum, og hann segði seg
onga løtu ivast í, at hetta
verður eitt fjølbroytt og
áhugavert blað – og ein
spennandi roynd í føroyska
blaðheiminum.
Álopsmenn ákærdir
Ákæruvaldið í Pakistan hevur ákært sjey menn í sam-
bandi við tað blóðuga yvirgangsálopið í indiska býnum
Mumbai fyri einum árti síðani. Allir nokta seg sekar.
Myndugleikarnir siga, at teir sjey hava tilknýti til tann
víðgongda felagsskapin Lashkar-e-Taiba. Menninir hava
sitiði varðhaldi í fleiri mánaðir, og millum teirra er Zakiur
Rehman Lakhvi, sum sambært pakistonsku myndug-
leikunum var høvuðsmaðurin aftan fyri álopið á tvey
gistingarhús og eina jarnbreytarstøð í Mumbai, og sum
kostaði 166 mannalív.
Amerikanarar ivast
Júst sum Barack Obama hevur gjørt av, at USA skal skerja
sítt CO2-útlát fyri at avmarka hitavøksturin á jørðini, eru
fleiri av hansara landsmonnum farnir at ivast í, at tað er virk-
semið hjá mannaætini, sum er orsøk til broytingarnar í veður-
lagnum. Ein nýggj meiningakanning hjá Washington Post og
sjónvarpinum ABC vísir, at 72 prosent av amerikanarunum
trúgva vísindini, tá hon sigur, at tað er vorðið heitari á jørðini,
og at mannaættin hevur skyldina. Tað ljóðar kanska av nógv-
um, men fyri einum ári síðani høvdu 80 prosent ta somu
áskoðanina, skrivar Washington Post.
- Tað ræður um, at fiski-
veiða er burðardygg og fer
so væl við umhvørvinum
sum gjørligt, sigur Hjalmar
Petersen, stjóri á Vónini
Vinnuting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá sjálvt vinnutingið á Vónini varð
liðugt seinasta fríggjadag, var
rundvísing á virkinum, har fólk
høvdu høvi at síggja bæði skriv-
stovur, framleiðsluhallir og hylin,
sum í sínari tíð varð bygdur til
royndir við trolreiðskapi.
Hjalmar Petersen segði, at Vónin
liggur inni við einari vørugoymslu,
sum hevur eitt leypandi virði av
umleið 30 miljónum krónum.
Hann vísti á, at umráðandi er at
gera góð, løtt og sterk trol, soleiðis
at oljunýtslan hjá skipum ikki
verður størri enn neyðugt.
- Tað ræður um, at fiskiveiða er
burðardygg og fer so væl við
umhvørvinum sum gjørligt.
Hjalmar Petersen nevndi, at eitt
nú skipini, sum fiska makrel, tóva
við umleið 6-7 míla ferð, og í slík-
um føri er ikki minst umráðandi,
at reiðskapurin ikki er ov tungur.
Stórir meskar
Í stóru framleiðsluhøllini vísti
stjórin á Vónini okkum eitt nú
stóru meskarnar, sum eru í eitt nú
pelagisku trolunum.
- Meskarnir fremst í einum
makreltroli eru upp í 64 metrar
langir. Hetta kann tykjast løgið,
men hesir hava til uppgávu at reka
fiskin, sum at enda møðist og
dettur aftur í trolið.
Hesa løtu, vit stóðu við mesk-
arnar, visti Sigurd Simonsen,
fyrrverandi skipari, sum eisini er
borgarstjóri í Fuglafjarðar komm-
unu, eina áhugaverda søgu at siga.
Saman við Olafi Olsen, fyrr-
verandi skipara og reiðara, mintist
Sigurd aftur á tíðina, tá hugskotið
um at veksa um meskarnar fremst
í trolinum tók seg upp.
- Eg minnist í 1976-1977, tá vit
fóru at eksperimentera við størri
meskum. Eg var tá skipari við
Leivi Øssurssyni.
Sigurd segði, at hann minnist, tá
meskarnir vóru 80 sentimetrar.
- Sum hvørt, sum hetta vísti seg
at rigga, vuksu meskarnir upp í ein
metur, tveir metrar, tríggjar metrar
og so víðari, til teir at enda eini
tvey ár seinni vóru komni upp í
einar 16 metrar.
Olaf Olsen samtykti og segði
seg eisini minnast hesa tíðina væl.
- Jú, vit eiga avgjørt ein part av
æruni fyri, at meskarnir gjørdust
so stórir, sum teir eru dag og
soleiðis eisini í royndunum at
menna slíkan trolreiðskap, segði
Sigurd Simonsen brosandi.
Nýtt og gamalt á Vónini
- Jú, vit eiga avgjørt ein part av æruni fyri, at meskarnir gjørdust so stórir, sum teir eru dag og soleiðis eisini í
royndunum at menna slíkan trolreiðskap, segði Sigurd Simonsen, sum her hevur Olaf Olsen við sína lið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hjalmar Petersen,
stjóri á Vónini,
segði, at leypandi
vørugoymslan hjá
felagnum hevur
eitt virði av 30
miljónum krónum
Mynd: Vilmund Jacobsen