Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2009 13 10. floksætlan í Tórs­ havnar kommunu og heildarætlan fyri Tórshavnar Kommunu­ skúla – tvey ymisk mál! Tað er hugstoytt at Tórshavnar Kommunu ger hvønn næming upp í pengum, ístaðinfyri at taka atlit til námsfrøðina, sum skal bera næmingarnar fram á leið. Marin Katrina Frýdal hevur eitt lesarabræv í bløðunum í vikuni. Brævið er ein undarlig avdúking av, hví 10.floksnæmingar í Kommunuskúlanum eftir hennara tykki koma at gera, at røktarheim í komm­ ununi verða útsett í ókend­ ar tíðir. Ein heilt sjaldsam­ ur pástandur, sum ein bara kann standa púra spyrjandi yvir fyri, serliga tá veruleik­ in er tann, at Býráðið fyri kortum samtykti at hækka skattaprosentið í kommun­ uni við 1%, við tí fyri eyga at byggja eitt røktarheim. Hví skal 10. flokkur fara at kosta so ómetaliga nógv knappliga, hann hevur verið í skúlanum í so mong ár uttan nakran eyka kostn­ að? Tað er ein løgin máti at umrøða skúla uppá ­ , bygn­ ingar og milliónir, og bert tað. Hví ikki viðgera tað, sum tað snýr seg um, tað námsfrøðiliga, tað innihaldsliga ? Í álitinum um 10.flokk, varð lagt upp til at, sjálv­ støðugur bygningur skuldi byggjast til 10. flokk, sjálv­ støðug leiðsla skuldi verða og at lærarar burturav skuldu arbeiða í 10.flokki. Nú vit skriva 2009 eru ongar av hesum fortreytun­ um til staðar, og tí kann hettar álitið, ikki gerast grundarsteinur undir kom­ andi 10.floksundirvísingini í Tórshavnar kommunu. Tíðin er komin at kalla ein spaka fyri ein spaka. Um Tórshavnar býráð vil sleppa undan at seta í verk, leingi umrøddu, heildar­ ætlanina fyri Tórshavnar Kommunuskúla, har bygn­ ingar skúlans verða dag­ førdir eftir eini ætlan, sum býráðið hevur gjørt saman við skúlanum og arkitekti, so er bara at siga tað, sum tað er. Tað er skylda hjá komm­ unala myndugleikanum at dagføra skúlabygningar. Hetta hevur í nógv ár ligið á láni, og tí er støðan, sum hon er. Seinastu býráðssetu eru pengar settir av til nýggjar skúlabygningar og umvælingar á verandi skúlum í kommununi, og tað er gleðiligt. Men nú, farast skal undir at dagføra størsta skúlan í kommununi, er vent í holuni. Tórshavnar býráð hevur sjálvt lagt upp til heildar­ ætlanina, skúlin hevur eisini verið við í hesum arbeiði og tekur fult undir við hesum útspæli frá býráðnum. At man nú frá býráðsins síðu vil skáka sær undan hesi ábyrgd, er óskiljandi. Harafturat er tað ikki virðiligt at seta tørvin hjá øðrum sam­ felagsborgarum í komm­ ununi upp ímóti tørvinum hjá skúlabørnum. Tað eigur at vera ein sjálvsagdur rættur, at børn og ungdómar hava góðar umstøður til at nema sær kunnleika. Innihaldsliga hava lærarar og leiðsla í Tórs­ havnar Kommunuskúla tikið eitt ódnartak fyri at fáa nútíðarhóskandi undir­ vísingarleist inn í skúlan og við góðum úrsliti. Undir­ vísingarleisturin í 10. flokkunum hevur seinastu árini verið ein sólskins­ søga. Næmingar eru komnir frá øllum skúlum í kommununi til Tórshavnar Kommunuskúla at taka 10. floks prógv. Hetta borgar fyri, at áhugin fyri hesum undirvísingarleisti er góð­ ur, bæði millum næmingar og foreldur. Tórshavnar Býráð hevur ongan eyka kostnað havt av 10. floks­ næmingunum í skúlanum og fer framhaldandi heldur ikki at hava tað. Tórshavnar Kommunu­ skúli er sera væl fyri á tøkniliga økinum, harvið er skúlin førur fyri at geva næmingum nútíðarhósk­ andi undirvísing, har tøkni er sjálvsagdur lutur. Hetta er ein fyritreyt í nútíðar undirvísing, um hon skal geva meining. Hendan íløgan er gjørd í Kommunu­ skúlanum, sum tí einasta skúlanum í býnum, tvs. eingin eyka útreiðsla stendst av at fáa til vega tøkni til skúlan. Tað er sera óvirðiligt at fara út og siga, at 10. floks næmingar hava við sær eyka kostnað, og brúka hetta sum undanførslu fyri umvælingarætlanini, sum allir avvarðandi partar hava góðtikið. Vil Tórshavnar býráð heldur gera enn eina lappa­ loysn fyri skúlan, so er hetta eitt val sum Býráðið ger, og má standa til svars fyri ­ um so er, má havast í huga, at lappaloysnir í seinasta enda kosta meira! Málini um framtíðar 10. flokk og málið um heildar­ ætlanina fyri Tórshavnar Kommunuskúla eru tvey ymisk mál og eiga tí at verða viðgjørd hvør sær. Í heildarætlanini skal atlit takast fyri bygningum skúlans. Hendan ætlan, sum langt síðani skuldi verið førd út í lívið av ábyrgdaranum á økinum, er púra klár at seta í verk. Viðvíkjandi ætlanini við 10. flokkunum í komm­ ununi eru heilt onnur atlit at taka, fyrst og fremst námsfrøðilig atlit. Tá grundleggjandi fortreytir­ nar sum 10.floksálitið er bygt á, ikki eru til staðar, má nýggjur leistur gerast. Tórshavnar Kommunu­ skúli hevur uppbygt ein serligan undirvísingarleist fyri 10 flokk og á henda hátt víst í verki, at áhugi er fyri hesum aldursbólki­ num. Hví taka næmingar úr tí skúlanum í kommun­ uni, har miðvíst arbeiði er gjørt fyri at menna 10. floksundirvísingina við sera góðum úrsliti? Blandað bomm! forkvinna í skúlastýri­ num fyri Tórshavnar Kommunuskúla AndreA Heindriks­ dóttir Bæði í mínum arbeiði sum ergoterapeutur og sum privatpersónur hoyri eg ferð eftir ferð um, at fólk verða send av Almanna­ stovuni eftir kommunu­ læknaváttan til sovorðið, sum heilt tykist at sakna nakra sum helst fakliga og sakliga grundgeving. Fólk, sum hava verið til serlæknaviðtalu á sjúkra­ húsi og skulu søkja Almannastovuna um stuðul til heilivág, sum serlæknin ordinerar, verða send til kommunulækna eftir læknaváttan, eisini tá serlæknin hevur skrivað umsókn um stuðul fyri tey. Fólk við viðføddum, varðandi breki og/ella sjúku, sum hava tørv á persónligum stuðli frá Stuðulstænastuni hjá Nærverkinum, skulu søkja stuðulin umvegis Almanna­ stovuna. Eisini tey sendir Almannastovan eftir kommunulæknaváttan, áðrenn umsóknin fer til víðari viðgerð í Nærverki­ num. Hesi eru sjálvdan ókend í Almannaverkinum, hava bæði gjøgnum pen­ siónsskipan og á annan hátt í nógvum førum, orsakað av teirra breki og sjúku alt teirra lív verið "kundar" har og hava frammanundan mangan í hópatali av læknaváttanum. Børn undir 18 ár við fysiskum og mentalum viðføddum, varðandi breki hava lívslangan tørv á tænastum frá ymiskum fakpersónum t.d. fysio­ ella ergoterapeuti. Eisini her mugu kommunulækna­ váttanir til fyri at fáa játtan uppá tænasturnar frá Al­ mannastovuni, ikki bara eina ferð, men ferð eftir ferð má farast til kommunu­ lækna eftir læknaváttan til barnið, sum sum er føtt við breki og sum altíð fer at bera brek ... Á flestu umsóknunum um stuðul frá Almanna­ stovuni, er umsóknin samstundis ein heimild til, at Almannastovan kann innheinta neyðugar upp­ lýsingar frá neyðugum instansum, t.d. læknum. Heintar Almannastovan so t.d. kommunulæknaváttan, sum umsøkjarin hevur givið loyvi til? Nei, fólk fáa boð um sjálvi at skaffa læknaváttanina. Nøkur eru so heppin, at tey hava ein kommunulækna, sum kann skriva váttanina, men mong eru, sum ongan fast­ an kommunulækna hava, tí eingin fastur kommunu­ lækni er, har tey búgva. Fyri uml. 3 árum síðan kom nýggj autorisatiónslóg í gildi í Danmark fyri heilsustarvsfólk. Ergotera­ peutar og mær vitandi flestu føroyingar við út­ búgving innan heilsu­ verkið, hava autorisatión frá Sundhedsministeriet. Sum ergoterapeutur við áhuga fyri økinum, fylgdi eg við í forarbeiðinum til donsku autorisatiónslógina og hvussu lógin kom at ávirka virksemið hjá ergoterapeutum í Danmark. Upprunaliga var ætlanin hjá Sundhedsministeriet, at nýggja autorisatiónslógin skuldi áseta, at ergotera­ peutar skuldu arbeiða undir læknaordinatión. Í við­ merkingum sínum til lógaruppskotið gjørdi dan­ ska Ergoterapeutforening­ en (ETF) vart við, at um ergoterapeutar skuldu arbeiða undir læknaordina­ tión, fór lógaruppskotið at fáa stórar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri bæði kommunur og kommunulæknar, at kommunulæknarnir fóru at koma at virka sum "om­ svøbsdepartement" og at vegurin hjá borgaranum til uppvenjing fór at blíva langur og bureukratiskur. Viðmælini frá ETF um ikki at krevja, at ergotera­ peutar skuldu arbeiða undir læknaordinatión, vórðu fylgd, so sambært nýggju autorisatiónslógini hava ergoterapeutar sjálvir fak­ liga ábyrgd fyri teirra við­ gerð. Eg rokni við, at sama er galdandi fyri onnur auto­ riseraði heilsustarvsfólk í Danmark, t.d. fysio­ terapeutar. Ræðumyndin hjá danska ergoterapeutfelagnum, um at tænastan til borgaran fór at blíva verri og meira kostnaðarmikil, um áseting­ arnar um læknaordinatión bleiv staðfest í nýggju autorisatiónslógini, líkist ikki sørt veruleikanum í Føroyum í dag. Tað er harmiligt, ikki minst havandi í huga, at vit dagliga hoyra um, at tað táttar í peningaliga á øllum økjum, samstundis sum verðandi, rættiliga bureu­ kratisku fíggjar­ og orku­ krevjandi mannagongdir á almannaøkinum ikki tykjast at ávirka tænastuna til borgaran til tað betra, kanska tvørtur ímóti. Almannaverkið og læknaváttanir ergoterapeutur turið JAcobsen Minnilutin í Tórshavnar kommunu kann ikki taka undir við, at skattatrýstið hjá borgarunum hækkar næsta ár. Minnilutin heldur tað vera rættari, at komm­ unan lækkar sínar rakstrar­ útreiðslur 30 mió. kr, ið svara til ta ætlaðu skatta­ hækkingina. Minnilutin skal vísa á, at rakstrarút­ reiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu eru øktar 200 mió. kr. um árið tey sein­ astu 5 árini, og tí má tað vera rættast, at eisini komm­ unan dugir sær hógv, nú tíðurnar ikki longur eru so góðar, sum tær hava verið. Minnilutin heldur, at skattaborgarin í komm­ ununi er nóg hart kroystur fíggjarliga, og vit vilja heldur, at kommunan nú vísir góðan vilja og repar seglini nakað við at minka rakstrarkostnaðin, ið er øktur óvanliga nógv tey seinastu árini. Minnilutin átalar harð­ liga, at meirlutin brúkar tey gomlu sum skálkaskjól fyri at hækka skattin. Ellis­ og røktarheim, skúlar og barna­ garðar eru sannuliga bygdir í kommununi, uttan at skatturin er øktur av teirri orsøk. Nú misbrúkar meiri­ lutin tey gomlu fyri at burt­ urforklára sína vánaligu fíggjarstýring av kommun­ uni við at siga, at um ikki skattaprosentið hækkar, so kann einki ellisheim byggj­ ast yviri við Strond. Minni­ lutin heldur slík úttalilsir vera sera ódámilig og bein­ leiðis óseriøs. Minnilutin metir fíggjar­ gongdina í kommununi vera sera álvarsama, og hava vit í fleiri ár víst á ta skeivu gongdina. Eisini til valið í 2008 vístu vit á, hvussu Tórshavnar Komm­ una fíggjarliga gerst veikari og veikari, tí at hon verður støðugt meiri skuldarbund­ in. Minnilutin vísti á, at hendan gongdin fór at hava við sær hægri skatt fyri borgaran. Vit fingu tíverri rætt. Vit mugu samstundis staðfesta, at vit ikki megnaðu at kunna borgaran nóg væl um trupulleikan. Minnilutin vil samstarva fyri at fáa kommununa aftur á beina fíggjarliga kós. Men hvørja ferð okk­ urt verður gjørt í komm­ ununi, verður sagt alment, at meirilutin í Tórshavnar býráð nú hevur gjørt ella fer at gera hetta ella hatta. Dentur verður lagdur á, at tað er meirilutin og ikki býráðið, ið ræður í høvuðs­ staðnum, og harvið er alt seriøst samstarv við okkum í minnilutanum útilokað. Meirilutin ræður og eigur ágbyrdina av teirri skeivu fíggjarligu gongdini í kommununi. Sjúrður Olsen, fólkafl. Jan Christiansen, fólkafl. Vagnur Johannesen, fólkafl. Annfinn Brekkstein, sambandsfl. Kommunan má duga sær fíggjarligt hógv viðmerkingar