Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 227 - 26. november 2009 Aftur í ár skipar Vestmanna Kirkjukór fyri adventshugna í Vestmanna kirkju fyrsta sunnudag í advent, sum er 29. november. Sungnir verða jólasangir, bæði nýggir og kendir, eisini verður felagssangur. Sum nakað nýtt fer ungi vestmenningurin John Jacobsen at leggja solorødd til nakrar sangir. Erla Olsen (yngra) leggur eisini rødd til sangin O,holy night saman við kórinum, sum telur um 30 sangarar. Kórleiðari er Erla Olsen og Jóannes á Váli hevur undirspælið. Prestarnir í Norðstreymoy luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Adventshugni í Vestmanna Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Løgreglueygað vakir yvir fetum og gerningum okkara á Strøgnum í Keypmanna­ havn. Nú eru fyrstu almennu ansingartólini sett upp í Dan­ mark. Nú kann løgreglan í Keypmannahavn fylgja við, tá vit fara inn á 7­Eleven ella McDonald og koma út aftur við eini cola og einum hamburgara í hondini. Ígjøgnum ártíggir hava føroyingar hugnað sær á kendu handils­ og gongu­ gøtuni í Keypmannahavn, Strøget, har óteljandi gongu­ túrar hava verið gjørdir frá Ráðhúsplássinum til Nýtorv og aftur; nøkur fyri at hugna sær í fólkastemning­ inum, og onnur við keyps­ ørindum í huga – ein altið so hugnalig og friðfull gongugøta hjá føroyingum, sum vitja stórbýin í Konga­ ríkinum. ­ Hesin romantikk­ urin er nú søga! Óhugnalig hagtøl Kriminaliteturin og harð­ skapurin tekur til í londun­ um rundan um okkum, og eisini í Danmark eru óhugna­ ligu hagtølini uppgangandi, sum hevur verið herjað, sein­ astu árini, av brotsverkum, við deyði­ligum fylgjum, bæði í Keypmannahavn og úti um landið. Tað var tað sokallaða húgvudrápið á Strøgnum í Keypmannahavn, 5 januar 2008, tá tann 19 ára gamli Anton Njie, varð stungin niður, sum gav íblástur til kjakið um ansingartól á alm­ ennum støðum í Danmark. Fyrstu tólini Nú eru tey fyrstu tólini av hesum slagnum sett upp á Strøgnum í Keypmannahavn, sum vakja yvir hvørjum feti, ið gingið verður á Strøgnum; og tann, sum ætlar at gera eitthvørt ólógligt kann vera vísur í, at tað er onkur, sum bæði sær og veit, nevniliga løgreglan inni á politigarð­ inum í Keypmannahavn. Tólini eru av nýggjasta slagnum og geva eina mynd í sera høgari góðsku. Tólini eru “station­ære,” sum ger tað møguligt at hava fult sýn­ ið alla tíðina, t.v.s. at gongdin í myndini ikki verður av­ brotin. Upptøkurnar frá tí einstaka tólinum kunnu vís­ ast hvør sær í fullari stødd á teimum stóru skýggjunum inni á ansingarmiðdeplinum hjá løgregluni. Løgmálaráðharrin fegin Løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, var fyri tveim­ um vikum síðani boðin at koma inn á politigarðin at síggja tær fyrstu myndirnar, og hann segði aftaná: “Eg eri sera væl nøgdur. Hetta ger tað lættari at handtaka, stevna og fella brotsmenn. Ansingin ger tað tryggari at ganga úti og lættari hjá dómstólunum at prógva brotsverkini........hetta er tað fyrsta staðið, men tað fara at koma fleiri ansingartól upp, tí tað lættir um arbeiðið hjá løgregluni.” Tað eru í alt 34 ansingartól sett upp á Strøgnum. Mynd­ irnar verða goymdar, men eftir 30 dagar verða tær, við eini sjálvvirkandi skipan, slettaðar, treytað av at tær ikki skulu nýtast í eini víðari rannsókn. Møguliga koma ansingartólini at leggja ein dempara á kriminalitetin. Lat okkum biðja um, at myndugleikar og løgregla má hava eydnuna við sær í hesi torføru tíð. Kelda: 24timer (indland) Ansingartól sett upp á Strøgnum Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum, sum vístu samkenslu, tá pápi, verfaðir og abbi okkara André Guttesen doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum mintust hann við blómum, heilsanum og gávum til Christianskirkjuna. Tøkk til Leif fyri vakra sangin og ein serlig tøkk til familjuna fyri hjálp og stuðul. Familjunnar vegna Jón, Fróði og Heðin 34 ansingartól eru á Strøgnum í Keypmannahavn Vestmanna Kirkjukór á vitjan í Kópavági fyrr í ár