hósdagur 26. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 26. november 2009
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Charlottu Djurhuus, Porkeri, vanliga
nevnd Lotta, fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkra
húsi hósdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr
Betania í Porkeri fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Lottu, kunnu lata Zarepta eina peninga
gávu, konti í peningastovnunum.
Jákup Thorsteinsson, dr.phil., verður jarðfestur
leygardagin 28. novembur kl. 14.30 í Sundby Kirke
á Amager, Keypmannahavn. Børnini koma heim til
Føroya við urnuni seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur fúrsta
sonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og
biskupur. Hann læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús
og kleystur. Varð skýrdur halgimenni í 1123. Konrad
er týskt navn og kemur upprunaliga av einum orði sum
merkir hin ráðatøkni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
80 ára føðingardagur
Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í
Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu
á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 25. nov. verður Fredrik Jacobsen, Klaksvík, 90 ár.
Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur
11, leygardagin 28. nov. frá kl. 16.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl.
19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast
saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@
post.olivant.fo áðrenn 3. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534
(Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henryo@olivant.fo
ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba,
diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið
eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 1419.
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 27. nov. hava Anna og Jákup Kass, Strendur,
diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov.,
saman við familjuni.
Diamantbrúðleyp
Mánadagin 30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið
gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á
Jagtvej 213, 74, 2100 København Ø.
Brúdleyp
Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun
Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála.
Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá
1317, har øll eru hjartaliga vælkomin.
merkisdagar
Myndirnar eru tiknar í sam
bandi við eina kongavitjan í
1959. Fríðrikur kongur og
Ingrid drottning saman við
prinsessunum
Margrethu
og Benadiktu vitjaðu uppi
við byrgingarnar oman fyri
Vestamanna, meðan verk
ætlanin Mýrarnar og Heyga
verkið varð gjørd. Páll
Mikkelsen verkfrøðingur
hjá SEV hevur tikið mynd
irnar.
Um onkur hevur okkurt
at viðmerkja í sambandi við
hesar myndir, er viðkomandi
vælkomin at senda ein teldu
post til: maggi@sosialurin.
fo
Fyri 50 árum síðan:
Kongavitjan í Vestmanna
Kort yvir verkætlanina hanga upp á síðuni á einum í vørubili. Á myndini eru limir í SEV-stýrinum. Maðurin í sólbrillum er
Hjalgrím Winther, stjóri í SEV, og høgru megin hann er Gunnar Dahl Olsen, formaður í stýrinum
Bilarnir á myndunum eru m.a. Opel Rekord og Morris Oxford
Fríðrikur kongur og prinsessurnar Margretha og Benadikta