hósdagur 26. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 227 - 26. november 2009
N
iels Andreas Eides
gaard var føddur
18.4.1892. Hann var ættað
ur úr Oyndarfirði. Foreldr
ini vóru Elisabeth f. Justin
ussen, ættað úr húsinum
við Stein á Glyvrum, og
Andreas Eidesgaard,
ættaður av Eiði.
Andreas hevði mist aðra
hondina og kundi ikki gera
vanligt arbeiði. Hann fór tí
á læraraskúla og gjørdist
lærari i Oyndarfirði. Her
var hann eisini deknur í
mong ár. Elisabeth hevði
alla sína tíð telefonstøðina
í Oyndarfirði.
Kendir beiggjar hjá
Nielsi vóru Justines, sum
var skipari, og Hans
Marius, sum var lærari.
Umframt tað var hann
eisini skald.
Niels fór ungur til
Havnar. Seinni fór hann til
Íslands, har hann lærdi til
prentara. Hann kom so
aftur til Havnar.
Niels giftist tann 25.12
1924 í Havnar kirkju við
Onnu Mariu Christiansen,
f. 22.12 1897, deyð í 1978.
Hon var dóttir Julius í
Dali, sum hevur verið
umrøddur í hesi røð.
Tey fingu í 1927 sonin
Leivur. Men hann doyði
longu í 1929. Í 1930 blivu
tveir smádreingir uppkall
aðir eftir honum. Niels og
konan fingu 27.7.1930
aftur ein son, sum varð
uppkallaður eftir beiggjan
um og fekk hann seinni
eftirnavnið Lávík. Hann
doyði í 1988.
Justines í Oyndarfirði
fekk eisini sama ár ein
Leiv, sum doyði fyri
nøkrum árum síðani.
Eisini virkin í
fráhaldsrørslun
Niels var mest handilsmað
ur. Undir krígnum skaffaði
hann nógvar vørur, sum
annars ikki vóru at fáa.
Hann plagdi eisini at skipa
fyri útferðum kring oyggj
arnar við Sleipner.
Áðrenn B36 kom uppá
tal, var Niels virkin innan
losjusrørsluna. Hon gekk
eina tíð í tveimum. Tey
flestu vóru limir í NIOGT,
sum var norðurlendska
rørslan, og har føroyska
meginlosjan var við sum
ein partur av teirri donsku.
Men so var eisini ein
IOGT losja, sum hevði
samband við ta íslendsku.
Navnið á henni var Sverri
kongur.
Henda losjan fór í 1931
at geva út eitt serstakt blað,
og her var Niels Eides
gaard blaðstjóri. Tíðliga
gjørdist tó ósemja millum
Niels og losjuna. Hetta
førdi til, at losjan skuldi
seta eina nevnd at hava
eftirlit við blaðnum.
Hetta riggaði heldur ikki
ov væl. Tað kom til skarp
skerjingar, tá losjan Sverri
Kongur varð álopin í Tinga
krossi fyri nakað, sum
hevði staðið í IOGT
blaðnum.
Hetta endaði við, at
losjan bannaði Niels at
skriva vegna IOGT.
Niels segði seg hereftur
umboða IGTO, sum á før
oyskum merkti “Ómáta
hald hjá ættini fær jørðina
at skelva.”
Hetta kundi lættliga mis
skiljast at vera tað sama
sum IGTO. Blaðið kom út
til 1935.
Stovnarin av B36
So koma vit til fótbóltin. Í
Havn var HB stovnað í
1904, men har sluppu ikki
allir við at spæla dyst.
I 1930 varð Fram stovn
að, og tá fleri bóndasynir
vóru við, varð tað kallað
bóndafelagið.
Aftaná tvey ár kom Niels
Eidesgaard við Bóltfelag
Skotfelagsins. Summi
kallaðu tað “dreingirnir hjá
Eidesgaard.” Niels gjørdi
nógv fyri ungdómin í Havn
og hevði ein klubba, har
ungdómurin kundi tekna
seg til dans eina ferð um
mánaðin um veturin.
Eina ferð fóru teir vestur
til Sørvágs at sparka.Teir
fóru á Miðvág við einum
fiskibáti hjá Johannes í
Stórustovu, og haðani fóru
teir til Sørvágs við lastbili.
Sørvingar sparkaðu í
húðaskóm, meðan havnar
menninir spældu í fótbólts
styvlum. Tað vísti seg, at
húðaskógvarnir vóru betri
egnaðir, og úrslitið var har
eftir.
Heimferðin var drúgv.
Teir sluppu aftur til Havnar
við einum enskum trolara,
sum ikki legði at í Havn
fyrr enn kl. 6 morgunin
eftir. Enski skiparin fekk
eina troyggju fyri stríðið.
Fleiri av teimum, sum
vóru vóru við í Bónda
felagnum vóru eisini við í
Skotfelagnum.
Ein dagin í 1935 segði
Eidesgaard: “Ja, men so
stovna vit bara eitt fólt
bóltsfelag.”
B36 var stovnað í Vágs
botni sunnudagin 28. mars
1936 í eini skrivstovu hjá
Hansinu Johannesen, har
sum “undirhúsið” er í dag.
Í 1936 búðu annars 3600
fólk í Havn, so tað var
rættuliga hóskandi at kalla
felagið B36.
Annars var orðaskifti
um, hvussu felagið skuldi
eita. Eitt uppskot var Ból
felag Skotfelagsins og ann
að var BF. Eidesgaard helt,
at BF kundi tað so ikki
eita, tí tað kundi leggjast út
sum “Bert Fyrbils.”
Eitt uppskot var B35, tí
menn høvdu spælt fyrsta
dystin hetta árið. Men hetta
var hildið at vera ov slunk
ið. Tá var meira klangur í
6talinum.
Niels Eidesgaard var
formaður í B36 eitt ella
tvey ár frá byrjan. Aðrir
nevndarlimir vóru Jens
Pauli av Reyni, Ejvind
Mouritsen, sum hevði
verið sera virkin í HB, og
Niclas Nielsen úr Sumbæ.
Sagt varð um Niels, at
hann hevði gávurnar at
skipa fyri tiltøkum og at
seta tey í gongd, men at
leiða í dagligdegnum lá
ikki so væl fyri. Hann
hevði ikki bindindi til tað.
Undirtøkan fyri B36 var
góð frá byrjan av serliga
frá ávísum býarpørtum.
Ikki minst Tinghúsvegnum.
Hóast bæði feløgini
klandraðust nakað um
nýtsluna av vøllinum, so
leiktu teir kortini dystir
sínámillum.
Tað kundi ganga hampi
liga javnt á, men tá HB
eina ferð vann 81 á B36,
helt Ernst Sondum, blað
stjóri á Dagblaðnum, hetta
vera endabrestin hjá B36.
Ernst helt bert tríggjar
spælarar í B36 hava eina
hylling av, hvat fótbólts
spæl var fyri nakað. Teir
vóru Niss Hansen, Mortan
Mørk og Niels J. Háberg,
mammubeiggi mín. Hesi
hansara evni tykjast ikki at
vera farin víðari til seinni
ættarlið!
Emil hjá Gøtu Jákup var
ein frálíkur málmaður.
Men eina ferð fekk hann
av at vita í Sosialinum.
Emil svaraði aftur og róði
uppundir, at tað var Niels
sjálvur, sum stóð aftanfyri
hesa skriving.
Men 20. juni 1937 hendi
tað søguliga, at B36 vann á
HB við tveimum málum
móti einum. Hetta verður
roknað sum ein søguligur
dagur hjá B36.
Niels var íbirtari av
alskyns felagslívi. Í 1936
var Havnar Arbeiðskvinnu
felag stovnað. Niels var ein
av fyriskiparunum.
Niels doyði á Ellisheimi
num 22. januar 1968.
Keldur:
Aðalbjørg Joensen,
Oyndarfjørð.
Rennið dreingir,
søgan hjá B36.
Havnarmenn í Gundadal,
søgan hjá HB.
Losjan Støt Viljen 100 ár.
Leivur Eidesgaard:
Pápin Niels stovnaði B36
Leivur Eidesgaard (1927-1929) gjørdist bert eitt ára gamal. Ein fittur gravsteinur er minnið um hann í gamla
kirkjugarði. Kann ikki nógv sigast um henda lítla drongin, so kann nakað sigast um pápan Niels, sum verður
roknaður sum stovnari av B36
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
LEIVUR EIDESGAARD - F. 6.8 1927 - D. 12.4 1929
Næstu ferð
Í komandi parti
verður greitt frá
Poul Jensen,
kendur sum
yvirlærari
í Havn
Niels Eidesgaard
Ofta var spælt móti manning á verjuskipum. Hendan myndin er frá 1936. B36-ararnir eru í
svørtum aftast. F.v.: Niels Eidesgaard, Jampan, Niss Hansen, Kombikk, Djóni Ziska, Richard
Næs og Niels Juel Háberg. Fremst f.v. Emil hjá Gøtu Jákupi, Jákup Ki, Mortan Mørk, Napoleon
Nolsøe og Ullaba
Hetta er eitt samansett lið av B36 og HB, sum vann á liði frá einum oyðara. Standandi f.v. Niels Juel
Háberg, Jens Pauli av Reyni, Herluf Hansen, Jóhan Simonsen, Emil Jacobsen og Napoleon Nolsøe.
Húkandi Richard Næs, Herluf Mikkelsen, Eivind Mouritsen, Martin Olsen og Óli Mortensen