Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2009 17 Leygardagin verður gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Havn latin upp av nýggjum. Tað er í sambandi við jól í Miðbýnum, sum Tórshavnar Komm­ una, í samstarvi við Jóhan Simonsen, skip ar fyri, at tað letur upp framsýning, handil og posthús í hús unum Jól Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Jóhan Simonsen kemur renn andi í túninum uttan fyri Bartskersstovu, gamla handilshúsið hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn. – Kanst tú ikki koma aft­ ur seinni, eg havi ikki tíð, tivar hann fram. Í lagið haldi eg, men endi hóast alt inni í ruðuleikanum í gamla handlinum. Jóhan Simonsen hevur úr at gera í hesum døgum. Um tveir dagar skal handilin í Havn lata upp av nýggjum, og týsdagin 1. desember letur hann 12 gamlar handl­ ar upp í Sandavági. – Tá Marjun Niclasen frá Tórshavnar býráð ringdi til mín og segði, at vit kundu opna handilin hjá Katrinu Christiansen til jólar, kundi eg ikki siga nei. Hetta er eitt dreymaprojekt, sum eg havi viljað gjørt í fleiri ár, greiðir Jóhan Simonsen frá. Tey bæði gjørdu Degns hús í 1920­ára stíli fyri tveim um árum síðani, og læntu tá ting úr húsunum hjá Katrinu Christiansen. Posthús í ovaru hædd Niðara hædd hjá Katrinu Christiansen verður fram­ sýn ing og handil við goml­ um tingum. Jóhan Simonsen hevur lænt steintoy frá Tor­ gerð Suðuroy og funnið nógv stuttligt á gamla lagri­ num hjá Haldor Christian­ sen, soni Katrinu Christ ian­ sen. – Tað er meiningin, at man skal ferðast aftur til 1950­ini, tá man kemur inn her. Jólapryði er endurgjørt frá tí tíðini, og verður til sølu, sigur Jóhan Simon­ sen. Ovara hæddin verður gørd um til gamalt posthús. Postsavnið letur møblar til endamálið og gomul post­ kort eru enduskapaði til hetta høvið. Tilhaldið fyri eldri fólk flytur í desembur mánað om an til Katrinu Christian­ sen. – Trý eldri fólk vera her allan desembur mánað, sigur Marjun Niclasen, sam skipari fyri jólatiltøk­ unum. Aftur í 1950-ini Jólasmátturnar í Ting hús­ garðinum verða eisini inn­ rættaðar í 1950­ára stíli. Eitt kamar, ein stova og ein køkur verða gjørd soleiðis, at hyggjast kann inn. Gongugøtan verður stongd fyri ferðslu allan desembur mánað. – Vit vóna, at fólk skulu koma oman til hugnaliga umhvørvið í Miðbýnum. Tað verður nógv meiri gjørt burturúr í ár enn undanfarin ár, greiðir Marjun Niclasen frá. Nógvar sokallaðar livandi framsýningar vera. Tað vil siga, at tað er gjørligt at fara inn og gerast partur av framsýningini, og eisini keypa sær okkurt við heim­ aftur. – Jólini eru vorin so komer siell, her vilja vit end urskapa tað nostalgiska við jólunum. At omman og abbin kunnu taka síni barna børn við og vísa teimum, hvussu jólini vóru fyrr, sigur Marjun Niclas­ sen. Nostalgisk jól í Miðbýnum Bakara lærlingur Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja. Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsum­ hvørvi saman við nógvum røskum fólki. Bakaralæran er ein fjølbroytt út­ búgving, ið gevur fleiri framtíð­ armøguleikar. Nøkur velja at halda fram, har tey hava lært, meðan onnur vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar umborð á cruiseskipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinnuna. Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðariútbúgving til m.a. mat­ vørutøkning. Lærutíðin til bakara er 3 ár og 7 mðr., harav 38 vikur á tekniskum skúla í Danmark. Ætlanain er, at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara á tlf 312161 (gerandisdagar kl.10­15) . Eisini kanst tú senda umsókn á e­post: sveinur@gron.fo Í sambandi við jól í Mið býnum verður gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Havn latin upp