Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 227 - 26. november 2009 Eftir ikki sørt drúgva telving millum komm ununa og lands stýrið, samtykti Klaksvíkar býráð mánakvøldið einmælt at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík fyri 47 milliónir krónur Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Klaksvíkar Kommuna hev­ ur nú endaliga tikið avgerð um at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Byggingin fevnir í fyrsta umfari um 24 eldrabúpláss. Løgtingið samtykti 11. mai løgtingslóg um studn­ ings lán til ellis­ og røktar­ heim og eldrasambýli, har løgtingið heimilar Rósu Samuelsen, landsstýris­ kvinnu í almannamálum, í tíðarskeiðnum 2009 til 2011 at veita kommunum studningslán, sum er rentu­ og avdráttarfrítt, til eitt nú ellis­ og røktarheim upp til 700.000 krónur fyri hvørt búfólk. Í skrivi tann 28. mai boð­ aði Almannamálaráðið komm ununum millum ann­ að frá, at umsóknirnar verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í upptøkuøkinum. Harvið var greitt, at Norð oyggjar og Klaksvíkar Kommuna lógu frammar­ laga til at fáa lut í nevnda studningsláni, og býráðs­ politikarar vóru eisini longu byrjaðir at umrøða henda møguleika ítøkiliga. Í apríl høvdu tveir av býráðspolitikarunum latið inn uppskot um bygging av ellis­ og røktarheimi í Klaks vík, undirritað av Else beth G. Hansen, for­ kvinnu í Sosialu Nevnd, og Atla S. Justinussen, næst­ formanni í Sosialu Nevnd. Á býráðsfundi 23. juni 2009 samtykti býráðið, eftir tilmæli frá nevndum, at taka undir við bygging av ellis­ og røktarheimi. Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við verkætlanini, bæði innihaldsliga, tekn iskt og ikki minst fíggj ar liga, har dúgligt samskifti hevur verið við Fíggjar málaráðið um tillaging av fíggjarligu fortreytunum, soleiðis at henda bygging kann fremj­ ast í verki. Mánakvøldið samtykti bý ráðið einmælt at fara und ir bygging av røktar­ heimi í Klaksvík, sum í fyrsta umfari fevnir um 24 eldrabúpláss. Eitt gott stig á leiðini Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð, Else­ beth G. Hansen, hevur sagt við heimasíðuna hjá Klaks­ víkar Kommunu, at tað er nátúrligt at Klaksvíkar Komm una tekur ábyrgd av sínum eldru, og at hetta er eitt gott stig á leiðini. – Í dag er tann akutti tørv urin 32 røktarheims­ pláss, og tað standa fleiri enn 80 fólk á bíðilista til røktar heim. Henda verk­ ætlan er so eitt gott stig á leiðini, og eg trúgvi sjálv, at tá ið gongd er komin á, verður lættari at fara undir 2. byggi stig, sigur Elsebeth G. Hansen. Skapar arbeiði til tómar hendur Hon leggur eisini dent á, at hetta er eitt arbeiðsskapandi tiltak. Nakað, ið stórur tørv ur hevur verið á í Klaks­ vík, har arbeiðsloysið javnt hevur ligið um sjey til átta prosent seinastu nógvu mán aðirnar. – Vit skulu heldur ikki gloyma, at sjálv byggingin av røktarheiminum gevur arbeiði til nógvar hendur í byggivinnuni í byggitíðini, samstundis sum vit við hes­ um nýggja stovni fáa 35­40 nýggj, almenn arbeiðspláss, sum eru stabil. Hetta er júst tað, sum vit leingi hava eftir lýst og longst eftir her í kommununi. – Tað, eg veit um, er hetta fyrstu ferð í umleið 10 ár, at vit fara undir at skapa al ­ menn arbeiðspláss her í kommununi við hesari verk ætlan, ið fer at nøkta ein stóran part av akutta tørv inum á eldraøkinum her í lokalsamfelagnum, sam stundis sum sjálv bygg­ ingin skapir virksemi í byggivinnuni. – Sostatt ganga fleiri góð og týðandi endamál hond í hond í hesum máli, og tað hevur verið ein fantastisk styrki fyri verkætlanina, at alt býráðið hevur staðið so sterkt saman um hana, sigur Elsebeth G. Hansen, for­ kvinna í Sosialu Nevnd. Arbeiðið byrjar í summar Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Gunvá við Keldu, metir tó, at sjálva byggiarbeiðið ikki fer at byrja fyrr enn í summar. Hon segði við Kringvarp­ ið í gjár, at sjálva fyri reik­ ingararbeiði kemur at taka einar nýggju mánaðir. Hon væntar, at tá komið verður út móti summarferiuni í 2010, so kann arbeiðið byrja. Røktarheimið skal byggjast við Lítlukaj, og skal eitt stórt grundøki tí planerast har. Tað arbeiðið kann væntandi fara í gongd fyrst í komandi ári. Arbeiðið er mett at kosta umleið 47 milliónir krónur. Nýggja røktar heimið í Klaksvík endaliga samtykt Tekning av nýggja røktarheiminum, sum æltanin er at byggja við Líltukaj í Klaksvík Mynd: FUGLARK Steingja innkoyringar í Hvalvík og Streymnesi Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Landsverk gjørt av at steingja tvær íbindingar í landsvegin fram við Hvalvík og Streymnesi. Í seinastuni hevur verið arbeitt við at gera eina vinstrassnaringarbreyt í Streymnesi, sum hevur til endamáls at betra um ferðslutrygdina. Streymnes hevur tvær íbindingar til sjálva bygdina og Hvalvík hevur tvær til havnaøkið og neystini. Til tess at betra um ferðslutrygdina í hesum øki, er gjørt av at steingja eina íbinding í hvørjum staði. Í Streymnesi verður ovara íbindingin stongd, tí har er verri útsýni eftir landsvegnum norðureftir. Niðara íbinding verður varðveitt í broyttum líki. Í Hvalvík er tað íbindingin oman á havnarlagið, sum liggur nærri íbindingina við sjálva bygdina, ið verður stongd, meðan syðra íbindingin skal varðveitast. Inntil bilførarar hava vant seg við nýggju ferðslutrygdarátøkini í Norðurstreymoy, verður ljósskelting sett upp við tær báðar stongdu íbindingarnar. Vegamótið í Streymnesi verður skeltað og sperrað á sama máta, sum til neystini í Hvalvík, men hetta verður ikki gjørt, fyrr enn arbeiðið at gera vinstrasnaringarbreytirnar er liðugt.