Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. november 2009 Í januar fer 18 ára gamla Mona Breckmann til Týsk­ lands, har hon næsta hálva árið skal spæla við felagnum, FC Karlsruhe, sum kappast í triðbestu týsku kvinnudeildini. – Hetta er ein dreymur, ið gong ur út, tí hetta er tað, eg vil við fótbóltinum, sigur hon Fríggjadagin 22. januar komandi ár fer 18 ára gamla Mona Breckmann av landinum, og samstundis byrjar eitt sera spennandi tíðarskeið í hennara verð. Næsta hálva árið skal argjakvinnan, ið eisini er føroya­ meistari í 100 metra renning, royna seg sum yrkisfótbóltsspælari í Týsklandi, sum er av sterkastu tjóðum í kvinnufótbólti og millum annað er heimsmeistari. Fyri Monu er talan sjálvandi um eina stóra broyting, tá havt verður í huga, at hon sum 12 ára gomul byrjaði at spæla fótbólt í B36 og síðani sum 14 ára gomul fór til AB, har hon eitt ár seinni spældi sín fyrsta dyst við kvinnuliðnum. Topp­ urin higartil hevur verið kappingar­ árið í ár, sum fyri Monu og tær end­ aði við sigri í steypakappingini og silvuri í landskappingini. – Hetta er ein dreymur, ið gongur út, tí hetta er tað, eg vil við fótbólt­ inum. Í Føroyum havi eg verið von við, at vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna, men tað er líkasum ikki nóg mikið fyri meg. Tí verður tað ein annar gerandisdagur í Týsk­ landi, har venjing er á skránni mest­ sum hvønn dag, umframt at krevj­ andi dystir eru hvørt vikuskifti, sigur Mona Breckmann. Á nýggja liði sínum í Týsklandi skal hon spæla annaðhvørt sum framherji ella høgri vongur, og hon verður fimti útlendingurin á lið num, ið framman­ undan telur fýra spælarar úr Rumenia, Italia og av Kypros. Góð ráð við sær Sambandið millum Monu og FC Karlsruhe er komið í lag umvegis tveir rumenskar venjarar. Søgan er tann, at tá Mona var við U19­ landsliðnum í Portugal í fjør, spældu tær ímóti Rumenia, og tá legði rumenski landsliðsvenjarin merki til hennara. Í fyrsta umfari vildi hann hava hana til royndar­ venjing í Rumenia, men einki spurdist burtur úr tí kortini. Síðani hevur hann fortalt venjar­ anum hjá FC Karlsruhe, sum eisini er rumeni, um Monu. Hann setti seg so í samband við hana og bjóðaði henni at koma til Týsklands at royndarvenja í oktober mánaði, og hon tók av. Tá so royndarvenjingin var av, endaði tað við, at ein sátt­ máli fyri fyrra hálvár 2010 kom burturúr. – Tað gekst væl hjá mær, men áðrenn eg vildi skriva undir nakran sáttmála, vildi eg fyrst fáa greiði á ymsum viðurskiftum. Við mær heiman úr Føroyum hevði eg ein lista av tingum, sum eg vildi hava vissu fyri vóru í lagi. Tá alt vísti seg at vera, sum tað skuldi, skrivaði eg undir beinanvegin, greiðir Mona frá. Áðrenn hon fór avstað, hevði hon tosað við bæði AB­venjaran, Lenn­ ard Petersen, og landsliðsvenjaran, Álv Hansen, umframt sjálvandi foreldrini, Birnu og Óla Breckmann. Foreldrini vildu lova henni avstað, tí hon skuldi ganga í altjóða skúla, samstundis sum hon spældi fótbólt, og venjararnir hildu tað bara vera gott fyri hana, at hon kundi royna fótbóltseydnuna uttanlands. Ikki kann heldur sigast annað, enn at talan er um ein góðan sátt­ mála fyri Monu, júst tí hann bara fevnir um eitt hálvt ár. Eydnast henni at taka seg fram hesa tíðina, so møguliga okkurt betri tilboð kemur frá onkrum øðrum felag, er sáttmálin eingin forðing, tí eftir hetta hálva árið stendur henni frítt at fara víðari, um so skuldi verið. Fer at sakna AB – At byrja við helt eg ikki, at tað ljóðaði av so nógvum, at talan var um eitt triðjudeildarfelag, men har niðri fekk eg so at síggja, at hetta var nakað, sum var á nógv hægri stigi enn í Føroyum, bæði felagið sjálvt og eisini spælið. Eisini var eg væl móttikin og kendi meg heima beinanvegin, sigur Mona, sum ikki er bangin fyri, at hon fer at detta í somu felluna, sum so nógvir føroyskir fótbóltsútisetar eru dotnir í undan henni: Heimlongsul. – Nú er hetta ikki fyrstu ferð, at eg skal vera úr Føroyum í longri tíð, tí eitt nú havi eg verið í Australia sum skiftisnæmingur, og tá eg kom heimaftur, vildi eg helst sleppa avstað aftur beinanvegin. So eg vænti ikki, at heimlongsulin fer at gera, at eg ikki gjøgnumføri tað, sum eg nú havi sett mær fyri. Kortini viðgongur hon, at tað verður eitt sindur løgið, at hon ikki longur skal spæla við AB, sum tó eigur eitt serligt pláss í hjarta hennara. – Upp á ein máta eri eg ordiliga kedd av, at eg skal fara frá AB, men eg veit, at AB fer at vera í mínum tonkum hvønn dag, meðan eg eri í Týsklandi, og eg vil sjálvandi vóna tað allarbesta fyri AB. Og hvør veit, um eg ikki komi aftur til AB eina ferð, sigur Mona Breckmann, sum altso verður fyrsti føroyingur í týskum fótbólti. Fyrsti føroyingur í týskum fótbólti einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Mona Breckmann, sum í januar mánaði byrjar sum fótbóltsspælari í týska felagnum, FC Karlsruhe, er fyrsti føroyingur í týskum fótbólti