Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. november 2009 – Nr. 227 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Hugsa um HM í 2030 Argentina og Uruguay hava fyrireikað seg til at søkja um vertsskapin fyri HM í fótbólti í 2030, og nú hevur suðuaramerikanska fótbóltssamgongan sagt, at tey stuðla umsóknini. Til ta tíð verða júst 100 ár síðani, at tey bæði londini spældu fyrstu HM-finaluna í einum dysti, har Uruguay vann 4-2. Í 2014 verður HM-endaspælið eisini í Suðuaramerika, og tá er tað Brasil, sum er vertur. Onnur endaspæl í Suðuramerika hava verið í 1950 (Brasil), 1962 (Chile) og í 1978 (Argentina). United misti metið Síðani í 2006 hevði Manchester United ikki tapt dyst í bólkaspælinum í Champions League, og tí var málið nú at seta met sum fyrsta felagið, ið trý ár á rað fór ósigrað gjøgnum bólkaspælið. Tann ætlanin brast tó, tá Rodrigo Tello eftir 20 minuttum skoraði einsamalla málið í dystinum millum Manchester United og Besiktas. Vertirnir trýstu øgiligt, men í Rüstu Recber hevði Besiktar ein framúr aftasta skansa. Talan var samstundis um fyrsta tapið á heimavølli í 23 europiskum dystum. Juventus og Bayern Mün­ chen eru tvey av stór veld­ unum í fótbóltseuropa. Um 12 dagar verður annað teirra sligið út úr fína selskapinum, tá seinasta umfarið í bólkaspælinum verður spælt Bayern München tykist ikki longur vera tað, sum týska stórfelagið hevur verið. Bara tað at tað nú eru liðin tvey kappingarár, síðani týska meistaraheitið kom til høldar, er mest sum krepputekin hjá sigurs- vanda felagnum, og í Europa hevur heldur ikki gingið eftir vild. Í gjárkvøldið kundi talan verið um eitt endaligt farvæl til Champ- ions League á hesum sinni, men Bayern gjørdi sítt arbeiði við at vinna 1-0 á Maccabi Haifa. Bayern hevði eitt støðugt trýst á mótstøð- uni, men tað skuldu ganga 62 minuttir, áðrenn kroatiski Ivica Olic skoraði einsmalla málið. Og tá Juventus so tapti sín dyst móti franska Bordeaux við 2-0, er av sonnum lagt upp til brak í Torino, tá tey bæði stórfeløgini hittast tann 8. desember. Samanlagt hava tey bæði stór- feløgini 14 finalupláss í europisku meistarakappingini, og av hesum hevur Bayern vunnið stóra steypið fýra ferðir, meðan Juventus hevur vunnið tvær ferðir. Heldur ikki Juventus er tað, sum felagið einaferð var. Stóra calciopoli-gølan tvangsflutti í 2006 felagið niður í Seriu B, og hóast felagið alt fyri eitt vann seg aftur í Seriu A, so er enn nakað upp til støðið, sum felagið hevði undan niðurflytingini. Eitt javnari Europa Í aðrar mátar tykist eisini, sum er maktjavnvágin í Europa við at javna seg. Ensku, sponsku og italsku stórfeløgini eru ikki longur eins sjálvsagdir bólkavinnarar, og um framt Juventus, Bayern Mün- chen og Liverpool, sum týskvøldið mátti boyggja seg, eru eisini fleiri onnur feløg í trupulleikum. Eitt nú var AC Milan ikki serliga óheppið við at spæla 1-1 javnleik á heimavølli móti Marseille. Tvær ferðir rakti franska liðið træverkið, men Milan slapp við skrekkinum, og nú eru teir so at siga víðari til knock-out partin. Tað er Manchester United eisini, men ensku meistararnir máttu í gjár leggja rygg til fyrsta heima- tapið í fýra ár í Champions League, og tað var ikki nøktandi, hóast uppstillingin mest var átøk einum B-liði. Heldur ikki hjá Barcelona og Inter er leiðin heilt vandaleys, og alt í alt gevur hetta mynd av einum fótbóltseuropa, har valdsjavnvágin í ár er meira javnt býtt, enn hon leingi hevur verið. Brak í Torino Støðan í bólkaspælinum Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bordeaux 5 4 - 1 - 0 8 2 6 13 2 Juventus 5 2 - 2 - 1 3 3 0 8 3 Bayern München 5 2 - 1 - 2 5 4 1 7 4 Maccabi Haifa 5 0 - 0 - 5 0 7 -7 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd. 5 3 - 1 - 1 7 5 2 10 2 Wolfsburg 5 2 - 1 - 2 8 5 3 7 3 CSKA Moskva 5 2 - 1 - 2 8 9 -1 7 4 Besiktas 5 1 - 1 - 3 2 6 -4 4 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Real Madrid 5 3 - 1 - 1 12 6 6 10 2 AC Milan 5 2 - 2 - 1 7 6 1 8 3 Marseille 5 2 - 1 - 2 9 7 2 7 4 FC Zürich 5 1 - 0 - 4 4 13 -9 3 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 5 4 - 1 - 0 9 2 7 13 2 FC Porto 5 3 - 0 - 2 5 3 2 9 3 Atlético Madrid 5 0 - 3 - 2 3 9 -6 3 4 Apoel Nicosia 5 0 - 2 - 3 2 5 -3 2 Bólkur A Bordeaux-Juventus 2-0 (0-0) 1-0: Fernando Menegazzo, 54. 2-0: Marouane Chamakh, 90. Bayern München-Maccabi Haifa 1-0 (0-0) 1-0: Ivica Olic, 62. Bólkur B CSKA Moskva-VfL Wolfsburg 2-1 (0-1) 0-1: Edin Dzeko, 19. 1-1: Tomas Necid, 58. 2-1: Milos Krasic, 66. Manchester United-Besiktas 0-1 (0-1) 0-1: Rodrigo Tello, 20. Bólkur C Real Madrid-FC Zürich 1-0 (1-0) 1-0: Gonzalo Higuaín, 21. AC Milan-Olympique Marseille 1-1 (1-1) 1-0: Marco Borriello, 10. 1-1: Lucho González, 16. Bólkur D FC Porto-Chelsea 0-1 (0-0) 0-1: Nicolas Anelka, 69. Apoel Nicosia-Atletico Madrid 1-1 (1-0) 1-0: Nenad Mirosavljevic, 5. 1-1: Simão, 62. Champions League Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fiorentina 5 4 - 0 - 1 12 6 6 12 2 Lyon 5 3 - 1 - 1 8 3 5 10 3 Liverpool 5 2 - 1 - 2 4 5 -1 7 4 Debrecen 5 0 - 0 - 5 5 15 -10 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Barcelona 5 2 - 2 - 1 5 2 3 8 2 Rubin Kazan 5 1 - 3 - 1 4 5 -1 6 3 Inter 5 1 - 3 - 1 5 6 -1 6 4 Dynamo Kiev 5 1 - 2 - 2 6 7 -1 5 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sevilla 5 3 - 1 - 1 10 4 6 10 2 Unirea Urziceni 5 2 - 2 - 1 7 5 2 8 3 Stuttgart 5 1 - 3 - 1 6 6 0 6 4 Rangers 5 0 - 2 - 3 4 12 -8 2 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 5 4 - 1 - 0 12 4 8 13 2 Olympiakos 5 2 - 1 - 2 3 5 -2 7 3 Standard Liege 5 1 - 1 - 3 6 8 -2 4 4 AZ Alkmaar 5 0 - 3 - 2 3 7 -4 3 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tá europeisku stór­ feløg ini, Juventus og Bayern München, tørna saman í Torino týskvøldið 8. desember, fer annað teirra at standa eftir sum tapari – og uttan eitt pláss í áttandapartsfinalunum í Champions League Mynd: Steffi Loos/AFP