fríggjadagur 27. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 228 - 27. november 2009
tíðindi
Sum vanligt, skipar Lions
Club Tórshavn fyri jóla
hugna í Viðarlundini í Havn
sunnu dagin millum klokk
an 14 og 16.30
Umframt okkurt gott til
góm an, kunnu fólk ogna
sær eitt nú jóladekoratiónir
– og samstundis stuðla væl
ger andi arbeiði
Árligi jólahugnin er hjá
mong um
startskotið
til
jóla stákan ina, ið setur sín
dám á adventina, og aftur í
ár er talan um eitt hálvan
triðja tíma langt tiltak, ið
plag ar at verða væl vitjað.
Lagt verður til brots klokk
an 14 og hildið fram til
klokkan 16.30.
Endamálið við til taki
num, sum Lions Club Tórs
havn skipar fyri, er at
út vega pening til væl ger
andi endamál, og tað verður
gjørt við ymsari sølu á
stað num. Millum annað ber
til at keypa sær kakao, boll
ar, vaflur, mandarinir og
sunkist, og eisini eru jóla
deko ra tiónir, brenni og til
far til dekoratiónir at fáa.
Økið verður pyntað við
ljós ketum, bál verður tendr
að og livandi ljós fara at
standa fram við ánni, so
hugnin er í hásæti. Ikki
minst, tí Havnar horn
orkest ur eisini setur sín
dám á løtuna við jólaligum
horn tón leiki, og eisini tá
jól a maðurin
gevur
sær
stund ir at vitja – og sjálv
andi við onkrum góðum í
posanum til børnini!
Tiltakið
hevur
verið
fastur táttur síðstu gott og
væl 20 árini, og hvørja ferð
hevur Lions Club Tórshavn
í góðum samstarvi við
Skóg røkt Landsins fingið
skapt góðan jólahugna í
Viðar lundini henda seinna
partin, so øll kunnu fáa best
hugsandi byrjanina upp á
ad ven tina og komandi jóla
tíðina, samstundis sum tey
stuðla vælgerandi arbeiði.
Jólahugni í
Viðarlundini
Brúkara umboðs
maður in hevur stað
fest, at tað ikki er nóg
mik ið við lýsingum,
tá príshækkingar
verða framdar á fastar
veit ingar
Fyrr í ár hækkaði Televarpið
gjald ið við kr. 40 um hálv
árið frá kr. 190 til kr. 230.
Hækkingin varð fráboðað
tann 30. apríl 2009 á heima
síðuni hjá Televarpinum og
á kunningarrás felagsins
Rás 1 umframt í lýsingum í
bløðunum. Hækkingin kom
í gildi tann 1. juni 2009.
Sambært
lógini
um
góðan marknarføringssið er
Brúkaraumboðið komið til
ta niðurstøðu, at fráboðanin
hjá
Televarpinum
um
hækk ing í kortleiguni ikki
var nøktandi, hóast lýst
hev ur verið á heimasíðu
felagsins umframt á Rás 1
og í lýsingum í bløðunum.
Frá boðanin var bara ikki
nóg sjónlig í lýsingunum, tí
talan var um sølulýsing, har
ið prísurin verður nevndur.
Talan var tí ikki um eina
týðu liga og greiða fráboðan
um
kortleiguhækkan
til
brúkar an.
Sambært § 15, stk. 3 í
mark nað arføringarlógini,
so skulu munandi broyt ing
ar fráboðast við indi vid u el
l um
samskifti,
áðrenn
broyt ingin fær virknað, og í
frá boðani skal eisini verða
sagt frá, um og á hvønn hátt
brúk arin
kann
uppsiga
av taluna, áðrenn hon fær
virk nað.
Televarpið hevur tikið
niður støðuna hjá Brúkara
um boðnum til eftirtektar,
og hevur givið tilsøgn um,
at komandi hækkingar ella
broyt ingar
verða
kunn
gjørdar sjónligari í teimum
før oysku bløðunum. Brúk
ara um boðið ger ikki meir
við hetta mál.
Prísbroytingar skulu
fráboðast beinleiðis
Tíðindaskriv
Krimiskaldsøgan “Gagnligt
lív” verður framløgd í
Miðla húsinum í næstu viku
Mikudagin 2. desember
kl. 16 verður nýggja skald
søgan Gagnligt lív eftir
William Smith alment løgd
fram í Miðlahúsinum í
Vágs botni.
William er fødd ur í Vági
í 1945, og starvast sum
smittu verju frøð ing ur
á
Lands sjúkra húsi num.
Høvnd urin hevur 40 ára
starvs royndir í sjúkra hús
verkinum, meginpartin av
tíð ini í Danmark, men
eisini í Miðeystri og í Før
oyum.
Í
skaldsøguni
letur
høvund urin
privat sjúkra
húsið Vita Hospital, ið er
u m bygda hvalastøðin við
Áir, vera savningardepil
fyri
eirindarleysum
og
kyniskum handli við lív
gøgnum frá rændum børn
um. Høvuðsevni í bókini er
ránnýtsla av lívgøgnum, ið
fer fram kring stóran part
av heiminum. Men spurn
ing urin um transplantatión
av lívgøgnum, sum etiskt
moralskt fyribrigdi, gongur
sum reyður tráður ígjøgnum
skaldsøguna.
Hendingarnar í ‘Gagnligt
lív’ fara fram í Føroyum,
Dan mark, Sri Lanka og í
India.
Á framløgudegnum verð
ur brot lisið upp úr søguni,
tónleikur verður framførdur
og eitthvørt verður at leska
seg við.
Skaldsøgan Gagnligt lív
verður útgivin bæði á før
oyskum og donskum, og
nevn ist á donskum Organi
seret liv. Forlagið í Støplum
gevur bøkurnar út.
Mikudagin 25. november
2009 skipaði Húsið fyri
vali av nýggjum barnaráði,
sum nú er mannað av Regi
ni Høgnesen, Angelu C.
Mathisen
og
Kristiani
Link lett. Tiltakslimir eru:
Leiv ur
Ellingsgaard
og
Emilia Zachariassen.
Heimasíðan hjá Húsi
num, www.husid.fo, skriv
ar, at íalt 33 børn vóru á
vali hesaferð. Tá ið val úrs
litið fyrilá, vórðu boð send
eftir
Jógvani
Skorheim,
mentanarnevndarformanni,
sum kom á vitjan og kunn
gjørdi úrslitið. Inn komu
Regin Høgnesen, Angela
C. Mathisen og Kristian
Link lett. Tiltakslimir eru:
Leiv ur
Ellingsgaard
og
Emilia Zachariassen. Ráðið
skip ar seg komandi mána
dag. Skipanin við barnaráði
í Húsinum hevur nú verið
roynd í eina tíð, og Húsið
skriv ar á heimasíðuni, at
hetta hevur riggað óføra
væl. Barnaráðið, sum er
fyri tey frá 3. flokki til og
við 7. flokk, hevur til enda
máls, at tey ungu sjálvi fáa
møguleika til at seta dám á
tiltøkini og umhvørvið í
Húsi num. Í samband við
val ini hesaferð hevur Húsið
eisini havt vitjan av Jancy
Klein, sosialdeildarleiðara,
og
Jógvan
Skorheim,
mentan ar nevndarformanni,
sum greiddu teimum ungu
eitt sindur frá, hví barna
ráð ið hevur týdning. Øll
eru hjartaliga vælkomin at
stilla upp, og upp still ingar
listar lógu frammi í Húsi
num undan valinum, har
tey ungu kundu seta seg á
lista við at venda tær til eitt
av starvsfólkunum. Sigast
má, at áhugin var rættiliga
stór ur, tí ikki færri enn 15
børn stillaðu upp. Eisini
varð skipað fyri pall borðs
fundi millum tey upp still
aðu, har tey fingu høvi til at
siga frá, hvørjum tey ætla
at arbeiða fyri.
Nýtt barnaráð valt í Húsinum í Klaksvík
Nýggjur krimi høvundur gevur út
Gagnligt lív
William Smith
Skaldsøga eftir
Vindferð 335 km/t
Tað er so nógvur vindur í ódnini Nida, sum hevur tikið
seg upp har vesturi í Kyrrahavinum, at talan er um eina ta
mestu vindferðina, sum veðurfrøðingar vita um at siga.
NASA sigur, at meðalvindferðin í Nida er 270 kilometrar
um tíman, og at í hvirlunum kemur vindferðin upp í 335
kilometrar um tíman. Enn er kortini einki, sum bendir á,
at Nida fer at bera við land nakrastaðni. Mesta vindferð,
sum er skrásett, var sambært NASA í 1979, tá vindferðin
í ódnini Tip kom upp í 305 kilometrar um tíman í
hvirlunum. Meðalvindferðin í teirri ódnini var 260
kilometrar um tíman.
Skjóta 6.000 kamelar
Myndugleikarnir í Avstralia hava gjørt av at skjóta 6.000
kamelar, sum hava herjað ein bý í seinastuni. Fyrst skulu
tyrlur reka kamelarnar út í eitt oyðið øki, har teir so skulu
skjótast. Myndugleikarnir siga, at tað er áhaldandi turkur,
sum hevur fingið teir nógvu kamelarnar at leita sær inn
í bygt øki eftir vatni og mati. Kamelarnir hava verið ein
plága fyri fólkið í økinum, og tey taka undir við avgerðini
hjá myndugleikunum, sigur ABC News. Teir avstralsku
kamelarnir verða meiri enn tveir metrar til hæddar, og teir
størstu viga næstan eitt tons, so hetta er eingin gestur at
fáa í urtagarðin.