Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 4 VIKUSKIFTI samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Hetta er mín stólur. Her skal eingin annar sita. Hann setur seg flennandi í leni­ stólin í horninum í stovuni. Framman­ fyri sær hevur hann ein skammil við ein ari bláari pútu, og á borðinum undir liðini á sær hevur hann alla neyð synjarútgerð – sigarettir, øsku­ bikar, fjarstýring, brillueskju og eina Sisu. Vit eru heima hjá Nemus Napoleon Djurhuus í Dr. Jacobsens gøtu mitt í Havnini. Nemus er kendur kring landið sum fótbóltsdómari í meira enn 30 ár. Hann var fyrsti føroyingurin, sum dømdi ein altjóða a­landsdyst í fótbólti, og í Havn kenna tey hann sum barrvørðin í ølklubbanum Mimir, har hann hevur arbeitt í meira enn 20 ár. Nemus er Nemus, og hann torir at standa við sínar meiningar. – Eg haldi, at erligheit røkkur longst, hóast mann kann fáa problemir av tí. Tá tú vanliga ert erligur og sigur sum er, so kanst tú onkuntíð sleppa við einari hvítari lygn og siga, at okkurt er pent, sum tú heldur er ljótt, sigur Nemus – og so er forherðaða smílið beinanvegin har. Honum dámar einki politikarar, sum royna at sleppa sum lættast fram við øllum trupulleikum. – Eg havi lítla virðing fyri teimum, sum altíð royna at sigla ímillum skerini. Við hvørt mást tú renna á land, sigur hann. Dómaratroyggja sum lårkort Nemus byrjaði at døma fótbóltsdystir tíðliga í sjeytiárunum, og longu í 1974 dømdi hann sín fyrsta landsdyst. Hann átti eingi dómaraklæði, men varð settur at døma Føroyar­Hetland í Gundadali. – Eg mátti læna dómarabúna frá Dánjal Jákup Thomsen, sum var ein stórur hvalbingur, og dómara­ troyggjuna kundi eg brúka sum lår­ kort, sigur Nemus. Nemus var fyrsti føroyski fótbólts­ dómarin, sum dømdi ein altjóða skrá­ settan a­landsdyst. Tað var í 1993, tá ið Luksemborg og Ísland spældu. Samanlagt dømdi hann einar 30 al­ tjóða dystir, áðrenn hann gavst. – Einaferð tá ið eg dømdi ein UEFA­dyst hjá Royal Antwerpen, var eg interviewaður av einum sjón­ varpsliði aftaná, og tá spurdu teir meg, hvat eg gjørdi. Eg spurdi hinar, um eg skuldi siga, at eg rak eina smugkro ella var timburmaður. Eg segði, at eg var timburmaður, og teir flentu, so teir næstan ikki fingu luft. Gud viti, hvussu tað hevði verið, um hann fortaldi teimum um Mimir. Stongdi seg inni Her heima dømdi Nemus óteljandi dystir í bestu deildini, og hann var í nógv ár roknaður sum besti dóm­ ar in í landinum. Og hóast ein og hvør dómari kann enda í rokaligum støðum, so hevur Nemus fá keðilig minni frá fótbóltdystum. – So at siga altíð kundi mann taka í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin. Eg havi bara einaferð upp livað ein dyst, har tað var so nógv rok, at vit máttu steingja okkum inni í dóm ara­ rúminum eftir dystin fyri at fáa frið. Og bara einaferð upplivdi eg, at onkur ringdi til mín og segði, at um eg vísti meg aftur á einum ávísum plássi, so skuldi eg fáa tað, sigur Nemus. – Tað var spennandi at døma, og eg gjørdi tað ikki fyri pengarnar. Tá vit byrjaðu at døma, fingu vit 150 krón ur fyri hvønn dyst, og tá ið eg gavst, vóru upphæddin komin upp á 300 krónur. Hevði eg ikki hildið tað verið stuttligt, so hevði eg ikki hildið áfram í so langa tíð. Nemus gavst at døma í 1995, men síðani hevur hann verið virkin sum eyg leiðari av dómarum, og synir hans ara, Ríkin og Ransin, eru blivnir dómarar. – Dømingin liggur eftir øllum at døma í blóðinum, og nú hevði eg vilj­ að, at vit tríggir dømdu ein dyst sam­ an, sigur Nemus. Tolin og lurtar Í Havn er Nemus ikki minst kend ur sum barrvørðurog leiðari í ølklubb­ anum Mimir, og har hevur hann brúkt nógva tíð seinastu 23 árini. Nemus gjørdist nevndarlimur í Mimir í 1976, og 10 ár seinni fór hann at starvast í klubbanum. Og har er hann framvegis at finna sum dagligur leiðari. – Tað hevur verið stuttligt og gev­ andi at arbeitt í Mimir. Eg havi brúkt mínar dómararoyndir í Mimir, og eg havi brúkt mínar royndir frá Mimir í dómarayrkinum. Tað, sum kann brúk­ ast í báðum støðum, er, at tú skalt verða tolin og lurta, tá ið fólk eru ill og vilja skelda teg. Tú kanst loysa nógv ar støður við bara at lurta. Eg havi sjálvandi øst meg onkuntíð, men eg havi lært, at fólk kunnu sissast við at lurta eftir teimum, sigur Nemus. – Øll hesi árini í Mimir eri eg bara sligin tvær ferðir, so tað haldi eg er væl sloppið. Fyri tað mesta eru gestirnir í Mimir fitt fólk, sum duga at drekka, men tað eru av og á fólk, sum ikki duga sær hógv. Kona mín skilur meg ikki Nemus Napoleon hevur í nógv ár stað ið aftan fyri barrdiskin í Mimir og skonkt sterkan løg til fólk, og hann veit, hvussu fólk bera seg at, tá ið tey fáa rúsdrekka niðurum. – Tey flestu blíva í góðum lag, onk ur blívur óreinur, og so eru tað onkur, sum vilja berjast – fjúsið blív ur stutt, og tað virkar, sum allar undir­ luta kenslurnar skulu út í einum, sigur hann. – Men ein vandi við at selja rús­ drekka til fólk er, at tey blíva full. Og sum eitthvørt annað stað í nátt ar lívinum, hevur Mimir sín karan tenu lista, har fólk, ið hava skapað sær ov nógv, verða sett á. – Snórurin er lang ur, áðr enn tú verð ur skriv aður á karan tenu listan, men um tú ikki aktar boð ­ ini frá barr vørð inum, so er tað neyð ugt við hvørt at tveita fólk út og geva teimum karan tenu í eina tíð, sigur Nemus. VIð hVørt mást t Hann er landskendur sum fótbóltsdómari. Í Havn er Hann Ímyndin av ølklubbanum mimir. men Hvat Heldur NEmus NapolEoN djurhuus um full fólk, ómøguligar fótbóltsspælarar, um at verða sligin og um at skeinkja øl og brennivÍn fyri fólki. vit fóru á vitjan, og NEmus setti seg Í sÍn stól og svaraði okkara spurningum. Eg havi lítla virðing fyri teimum, sum altíð royna at sigla ímillum skerini. Við hvørt mást tú renna á land