Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 228 - 27. november 2009 Tað ber ikki til at fáa eina endaliga loysn á teknisku tru pul leikunum við Smyrli fyrrenn lands stýrismaðurin í vinnumálum hevur út vegað neyðuga fígg­ ing ina til endamálið Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú má Johan Dahl í kassan eftir pengum. Skal tað eydnast at fáa Smyril í dokk at fáa eina enda liga loysn á teimum teknis ku trupulleikunum, er fyrsta treytin, at Johan Dahl fær sannført sam­ gongu na og Løgtingið annars um, at tað er neyðugt at játta pengar til enda­ málið. Og tað verður helst ikki heilt lítlar upphæddir, talan er um. Landsstýrismaðurin hev­ ur fingið at vita fra Strand­ ferðslu ni, at leyðsliga mett fer tað at kosta 11­13 millión ir at fáa endaliga bil bukt við teimum teknis­ ku trupulleikunum, sum hava plágað Smyril við millum bilum heilt síðani hann kom til landið og sum hava loypt ótryggleika á ferða fólk. Higartil er alt gjørt fyri at minka so nógv um vandan fyri tekniskum trupul leik­ um so nógv sum gjørligt. Men ein endalig loysn fæst ikki fyrrenn Smyril slepp ur í dokk, har ein nýggj skipan skal setast til, sum fær ein enda á trupul­ leikunum einaferð fyri alla tíð. Ætlanin var ikki, at Smyril skuldi í dokk fyrr­ enn í 2011, men tann æt lan­ in varð síðani framskundað til í oktober næsta ár. Í kjalarvørrinum á seinas ta tekniska brekinum týs kvøld ið, tá ið hann misti fram driftina í ruskveðri beint eystur úr Nípuni við Trongisvágsfjørð, verður nú enn einaferð roynt at fram skundað dokkingina so at hann kann sleppa í dokk longu í vár. Noyðist at bíða Men Conrad Gaard Joen­ sen, rakstrarleiðari á Strand ferðsluni staðfestir, at ongi stig kunnu takast til nakra dokking fyrrenn Løg ting ið hevur játtað Strand ferðsluni neyðugu játta n ina til endamálið. Hann, at Strandferðsluni hev ur skannað marknaðin fyri at finna eitt at hóskandi av loysaraskip. Men higartil hevur tað ligið í kortunum, at Smyril skuldi í dokk um eitt ár, ella í oktober næsta ár ­ Og skal tann ætlanin halda, er tað enn alt ov tíð­ liga at leita eftir av loys ara­ skipi nú, tí ongin reiðari kann longu nú binda seg til at leiga okkum eitt av loysaraskip í einar fimm ella seks vikur so langt fram mi í tíðini. ­ Nú liggur so í kortunum, at Smyril skal í dokk í vár, men Strandferðslan kann ikki av álvara leita eftir hvørki skipi ella dokk, fyrr­ enn pengarnir eru játtaðir til endamálið. Les eisini grein á síðu níggju, har Johan Dahl sig­ ur, at hann fer at skunda sæt at útvega pening, so at Smyril sleppur í dokk sum skjótast. Johan Dahl má í kassan eftir peningi Enn er óvist nær Smyril sleppur í dokk at loysa teir teknisku trupulleikarnar einaferð fyri alla tíð. Strandferðslan fær onki gjørt, fyrrenn Løgtingið hevur játtað neyðuga peningin til endmálið