Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 5 VIKUSKIFTI tú renna á land ‒ Tá mann skal sita og hugsa, hvat mann angrar við lívinum, so kann tað ikki verða heilt galið. Eg havi lættari við at hugsa um tað góða, sum eg havi upplivað. Ferðir, famija, børn og annað. Eg havi grenjað fyri meg, men nú sigi eg bara »Nemus, ikki grenja, góði!« Barrvørðar hitta fólk í øllum aldri, í góðum og minni góðum lagi, við ym­ isk um promillum og við fjølbroyttum mein ingum og tankum. Og tað hevur ongantíð verið nakað, sum hevur forskrekt Nemus. – Sum barrvørður kemur tú at kenna menniskjað og menniskja­ lynd ið. Tú sært, hvussu fólk rea gera í ym iskum støð um, og tol ir mann ikki menn iskju, so skal mann halda seg burt ur frá at verða barrvørður. Summi fólk vilja snakka, men tann klassiska søgan við, at »kona mín skilir meg ikki« er ikki til. Tað er sjáldan, at fólk tosa per­ sónligt við barrvørðin. Tímir ikki at angra Nemus er ein býarmynd í Havn, og honum dámar væl at verða millum lívlig fólk. Men tað eru eisini løtur, har hann bara vil hava frið – í egnari verð við stongdari hurð. – Tað er gott at fáa ein tíma ella hálv an annan fyri seg sjálvan hvønn dag. Eg havi arbeitt nógv um kvøld­ ar nar, so um dagin, tá ið eg havi verið einsamallur heima, havi eg sett meg í stólin hjá mær og slappa av. Stongt hurð ina, verið fyri meg sjálvan, kanska lurta eftir tónleiki og givið mær góða tíð til at lesa bløðini. Uttan hes ar løturnar hvønn dag hevði tað tað als ikki borið til. Nemus hev ur upp­ livað mangt og hvat í sínum lívi, men hann hugsar ikki nógv um tað, sum hann kanska ikki hevur upplivað ella angr ar í sínum lívi. – Tá mann skal sita og hugsa, hvat mann angrar við lívinum, so kann tað ikki verða heilt galið. Eg havi lættari við at hugsa um tað góða, sum eg havi upplivað. Ferðir, famija, børn og annað. Eg havi grenjað fyri meg, men nú sigi eg bara »Nemus, ikki grenja, góði!« – Fyri nøkrum árum síðani hugsaði eg, at eg hevði viljað roynt at arbeitt í Danmark sum handverkari, og tað gjørdi eg í eina tíð. Tað var langt úti á bølandinum, og eg hevði einar 20 kilo metrar til nærmastu barr, sigur hann flennandi. – Eg tími ikki at brúka tíð upp á at hugsa um, hvat eg kundi gjørt øðrvísi ella ikki gjørt. Men hvørjar eginleikar hjá fólki dámar Nemus? – Eg gangi høgt upp í, at ein maður er ein maður. Gert tú eina avtalu við fólk, heldur tú hana. Og gert tú eina tænastu fyri onkran, er tað vert eina tænastu afturfyri. ­ Mær dámar ikki fólk, sum ganga runt við slatri aftanfyri ryggin á tær. Mann skal heldur kalla ein spaka fyri ein spaka – tað er nógv betri, sigur hann. Nemus á heimavølli – í sínum stóli í stovuni heima Fakta Nemus N. Djurhuus Aldur: 54 ár Starv: Dagligur leiðari í Mimir Familja: Giftur við Rúnu Mortensen. Tey eiga fýra synir og eina dóttir Bústaður: Tórshavn Myndir: jens kristian vang Ein vandi við at selja rúsdrekka til fólk er, at tey blíva full.