Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 27. november 2009 7 tíðindi FAMILY við CANAL+ TOTAL Tann ultimativi sjónvarps-pakkin FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann totala sjónvarpsupplivingin. Tann ultimativi pakkin við avgjørt bestu rásunum – bæði talgildar og HDTV: Tú fær bestu donsku rásirnar frá LOCAL-pakkanum, allar tær útlendsku rásirnar frá FAMILY-pakkanum og ikki færri enn 13 einastandandi HDTV-rásir í ótrúliga høgari góðsku. FAMILY við CANAL+ TOTAL gevur samstundis óavmarkaða atgongd til íalt 11 eksklusivar rásir frá CANAL+ við tí besta innan ítrótt, nýggjastu biograffilmarnar og tær best umtóktu røðirnar. FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann størsti og yvirhøvur allarbesti sjónvarps-pakkin við teimum 82 bestu donsku og øðrum útlendsku rásunum og við mest HDTV samlað í einum pakka. * Hálvárlig kort-tænasta kr. 389 Allover Press Allover Press El-In Klingrugarður 8 700 Klaksvík Tel. 474500 G.F. Elektronik Birnugøta 31 100 Tórshavn Tel. 310254 MP Teknik Klaksvíksvegur 12 700 Klaksvík Tel. 459089 Opus Heiðavegur 3 620 Runavík Tel. 479999 Radio-Service Fossavegur 99 900 Vágur Tel. 213500 Radi handilin Niels Finsensgøta 16 100 Tórshavn Tel. 318277 FAMILY MEd CANAL+ TOTAL 449 kr./md.* HDTV-kanaler Fyrr 449,- Nú409,- um mánaðin* SERPRíSuR aroma og atmosfera. Nýggja Kaffihúsið í Vágsbotni letur upp leygardagin 28. november klokkan 14. Øll eru vælkomin. Nýggja Kaffihúsið í Vágsbotni letur upp í morgin. Umframt at tey ætla at bryggja kaffi, er ætlanin eisini at fara at borðreiða við køkum, løttum rættum og sunnudagsbrunch Matvinna Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í morgin letur nýgg kaffistova upp í Vágsbotni. Talan er um Kaffihúsið, sum fer at halda til í nýggja bygninginum hjá Fiskimannafelagnum. Lis Eklund í Niðristovu, saman við manninum Jóh­ ann í Niðristovu, hevur tik­ ið stig til at lata nýggja Kaffiðhúsið upp. Nýggja Kaffihúsið fer at borðreiða við ymsum sløg­ um av kaffi og løttum rætt­ um. Eisini verður høvi at munna sær á okkurt sterkari, men tað verður serliga tann væl skonkti kaffimuðurin, sum verður vørumerki hjá Kaffihúsinum. At bryggja ein veruliga góðan kopp av kaffi, er ikki sørt av einum kynstri. Tí hava vit eisini fingið hjálp frá dóttur okkara, sum hevur arbeitt á Kaffitár í Reykjavík, har hon hevur lært at bryggja vælumtóktar koppar av kaffi sum til dømis Cappucino, espresso, cafe latte o.s.fr, segði Lis Eklund við Sosialin, tá vit fyri mánaði síðan tos­ aðu við hana um Kaffistov­ una. Kaffi, lættir rættir og sunnudagsbrunch Umframt at bjóða fólki ein góðan kopp av kaffi, er ætl­ anin eisini at hava ymiskt gott afturvið. Skonkiloyvi hava tey fing­ ið, men ætlanin er ikki at reka beinleiðis barrvirk­ semi. Hinvegin er ætlanin at tú kann fáa ein Irish Coffe, ella Cognac afturvið kaffinum, um tær lystir. ­ So fara vit eisini at bjóða kakur, heimabakað, epla­ kakur, pannukakur og so framvegis. Eisini er ætlanin at hava lættar rættir at bjóða afturvið, og sunnudagar er ætlanin eisini at bjóða brunchtallerkar við egg, bac­ on, pannukakum, jogurt, kaffi og øllum tí, sum hartil hoyrir. So hava vit eisini fingið eitt spennandi soda­ vatn, sum kallast »Italian Soda«, sum ikki er roynt áður í Føroyum, greiðir Lis Eklund frá. Kaffihúsið letur upp í morgin klokkan 14, og ætl­ anin er at hava opið í dagtím­ unum frá 10 til 18 vanligar dagar í vikuni, og so eisini leygar­ og sunnudagar. ­ So fáa vit at síggja út móti summarinum, tá verður tað sikkurt longri. Vit byrja nú, og so føla vit okkum fram, sigur Lis Eklund í Niðristovu. Kaffihúsið letur upp í morgin Her síggjast nýggju hølini, har Kaffihúsið letur upp í morgin. Har verður kaffi, kakur, lættir rættir og sunnudagsbrunch at fáa. Á myndini síggjast eisini Lis Eklund og dóttirin Beinta Rasmussen Mynd: Jens Kr. Vang