fríggjadagur 27. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við at
starvast sum sjónleikari?
Hvør einasta uppgáva er ein avbjóðing.
Eg sleppi at fortelja góðar søgur, og allar
best er at spæla leikir, sum lata onkrar dyr
upp, ella sum flyta mørk í huga heim inum
hjá móttakaranum. At spæla fyri einum
fullum sali av spentum áskoðarum, tað verið
seg børn ella vaksin, er ein frálík kensla.
Hvat er tað ringasta?
At fáa eina uppgávu, sum eftir míni sannføring
ikki hevur nakað uppá seg. Og tá eg haldi, at
vit spæla ein góðan og hugvekjandi sjónleik,
og salurin er hálvtómur og minni enn tað.
Hvør er tín fyrimynd?
Eg havi onga ávísa fyrimynd, men ígjøgnum
mítt arbeiði eri eg saman við nógvum fólkum,
ungum sum eldri, sum inspirera meg. Eg
haldi, at føroyskar kvinnur eru inspirerandi,
sterkar og flottar. Ein, sum skarar framúr í
mínum hugaheimi, er undangongukvinnan
Andrea Árting. Hon var einastandandi.
Hvat er Før oya mest
inspirerandi menniskjað?
Maður mín og báðir mínir synir.
Hvat elskar tú við Føroyum?
Eg elski at ganga ein túr í Havnargøtum
ein góðan summardag, tá fólk hugna sær
og flippa út. Nógv fólk kenni eg og práti
við. Onnur kenni eg ikki, men eg kann tó
á onkran hátt plasera tey flestu. Tá fái eg
eina heita kenslu av at hoyra til her, og eg
upplivi, at tað er lekkurt at búgva í Føroyum.
Hvat hatar tú við Føroyum?
Smáligheit. Snævurskygni. At vit ikki hava
dirvi til at hugsa stórt. Politiska orðaskiftið.
Um tú slapp at liva tey
seinastu tjúgu árini umaftur,
hvat hevði tú so gjørt øðrvísi?
Eg hevði fingið mær eini tvey børn afturat.
Eg hevði fingið mær eina útbúgving afturat,
sum hevði givið mær størri fíggjarligt frælsi, so
eg hevði kunnað ferðast meira út í stóru verð.
Hvør er tín absolutt størsti brølari?
Í 1977 var ikki ivi í míni sál um, at tað fór
at bera til at liva sum yrkissjónleikari.
Hvør er størsti brølarin, sum
nakrantíð er gjørdur í Føroyum?
Aktuelli brølarin er Føroya Studenta
skúli. Man trýr tað er lygn.
Hvat er títt
besta ráð til
løgmann?
At hann setur
føroyskt
mentanarlív
ovast á breddan.
Hvat er eitt gott lív?
At liva her og nú. At liva í samljóði við síni
nærmastu. At tora at liva sínar dreymar. At
hava góð og kveikjandi fólk rundanum seg. At
hava møguleika fyri at fara oman í svimjihylin,
út í Yndi ella ein túr í hagan, og at tað í dag
ber til at ganga barr av barr í Havnargøtum.
Hvør hending
hevur havt
størstan týdning
fyri teg?
At fáa tveir
praktfullar synir.
Hvat tíðarskeið í lívinum
hevur verið tað besta?
Tað var ótrúliga spennandi og herligt at blíva
mamma. Tað var ein avbjóðing, sum vildi
nakað. Og man kom tá inn í eina heilt nýggja
verð, bæði sum mamma og menniskja. Eisini
vil eg nevna tíðarskeiðið frá 1977 til 79. Hetta
var tá fyrsti yrkissjónleikarabólkurin Gríma
varð stovnaður. Tað var ein ótrúliga spennandi
tíð. Vit vóru fimm fólk, sum satsaðu alt fyri
at bróta upp úr nýggjum á sjónleikaraøkinum
í Føroyum. Vit spældu leikir okkara runt í
Føroyum bæði fyri vaksnum og børnum, og
móttøkan var einastandandi. Vit høvdu eisini
ein spennandi dialog við áskoðararnar tá.
Tað kitlar innan í mær, tá eg hugsi um tað.
Hvat hevur verið tað ringasta?
Tá vit varnaðust, at mamma mín spakuliga
hvarv frá okkum mentalt. Mamma mín fekk
staðfest alzheimer og livdi við sjúkuni í umleið
20 ár. Tað var ótrúliga pínufult fyri okkum øll.
Um tú var ósjónlig í eina viku,
hvat hevði tú so gjørt?
Eg hevði farið niðan í tingið hvønn morgun,
ruddað borðini og lagt eitt skjal til samtyktar
um nýggjan Tjóðpall við eini tilhoyrandi játtan
til rakstur, sum er einum Tjóðpalli verdug.
Hvør dreymur skal realiserast
í nærmastu framtíð?
Eg ætli mær út at ferðast til várs, langa
leið avstað. Hetta er ein gomul ætlan,
men hesaferð skal hon realiserast.
Hvat hevur lívið lært teg?
At man skal trúgva uppá sínar
dreymar og tora at føra teir út í lívið,
sjálvt um man býr í Føroyum.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
Eg eri kirkjufólk. Ikki serliga aktiv. Men eg
eri ongantíð í iva um, at tað finst okkurt,
sum er størri, enn vit eru før fyri at fata.
Hvat óttast tú?
Veðurlagsbroytingar og fundamentalismu,
óansæð hvat hon umboðar.
Motto?
Ikki stúra, far í gongd!
BIRITA MOHR
Ikki stúra, far í gongd!
lagt tIl rættIs: Heini í Skorini
Birita Mohr er fødd í 1952. Stovnaði
yrkissjónleikarabólkin Grímu í 1977
saman við øðrum. Útbúgvin sjónleikari frá
sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 1984.
Hevur starvast sum sjónleikari líka síðani.
FAkTA birita mohr