Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 27. november 2009 – Nr. 228 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 13 Grant skal venja Portsmouth Avram Grant, sum á sinni var á Tórsvølli við Ísrael, og sum síðani hevur vant Chelsea, verður nú manager í Portsmouth. Portsmouth hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og stór frágongd í spælarahópinum hevur virkað til, at felagið nú er botnlið í Premier League. Sambært enskum miðlum, so hevur Grant tó fingið lyfti um, at hann fær pengar at styrkja sær um hópin við. Tøl verða ikki nevnd, men roknað verður við, at hann sleppur at keypa einar tveir ella kanska tríggjar spælarar, tá flytingargluggin letur upp í januar mánaði. Spanskt oddabrak Stóri klassikarin í sponskum fótbólti er á skránni sunnudagin, tá Barcelona tekur ímóti Real Madrid á Camp Nou. Ein av teimum, sum hevur tosað um dystin, er verjuspælarin hjá Barcelona, Gerard Pique, og hann er ikki í iva um, at Barcelona endurvinnur oddasessin, sum teir mistu farna vikuskifti. – Spæla vit væl, fáa vit vanliga eisini eitt gott úrslit. Og í løtuni eru vit nóg væl fyri, soleiðis at vit fáa eitt gott úrslit, sigur hann við El Mundo Deportivo. Vánalig úrslit, hótt andi skuld og verri inn tøku­ møguleikar. Tað er millum trupulleikarnar, sum Rafael Benitez stríðist við, samstunds sum gamlar legendur nú eisini finnast at hansara avriki Liverpool kann koma í fíggjarligt óføri um vánaliga gongdin seinastu tíðina heldur fram. Týskvøldið mátti Liverpool takka fyri seg í Champ­ ions League, hóast teir gjørdu sína skyldu í Ungarn og vunnu 1­0 á Debrecen, men sigurin var til fánýtis tí Fiorentina á heimavølli vann á Lyon. Hetta merkir at Liverpool fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki megnar at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Rafael Benitez kom til Liverpool í 2004 og hevur síðani prógva seg sum ein sannan meistara taktikara í evropeiskum samanhangi. Í fjør megnaði hann fyri fyrstu ferð at vera við í stríð­ inum um enska meistaraheiti. Munur á CL og restini Tað er ikki bara á vøllinum at hann stríðist. Tað er ófriður í felagnum rundnum eigarnir, ungdómsarbeiði og uppgávudeilingina hjá venjar­ an um sjálvum. Tað er fleiri ferðir komi alment fram at Rafael Benitez og amerikansku eigarnir ikki finna væl út av tí. Fíggjarkreppa hevur sett eigarnir, Tom Hicks og George Gillett, í eina tronga støðu, sum kann blíva nógv verri, um Liverpool ikki fær vent ringu gongdini.. Fíggjarliga er tað stórur munur á at spæla í Champions League og Europa League. Um Liverpool hevði vunnið seg víðari í Champions League, so høvdu teir fingið £2.7mio, meðan teir nú bara fáa £270k fyri at spæla í Europa League. Hetta eru pengar sum UEFA lætir og er ikki írokna sjónvarpsrættindi o.a. Um Liverpool vinnur Europa League, so er samlaði vinningurin uml £5.5mio. Liðið, sum vinnur Champions League fær hinvegin á leið £22mio. Stjórin í Liverpool, Christian Purslow, sigur við enskar miðlar, at um Liverpool klárar seg væl í Europa League, so er ongin skaðið á tí fíggjarliga økinum fyri hetta árið Skuldin trýstir Flestu fótbóltsserfrøðingarnir eru á einum máli um, at eydnast tað ikki Liverpool at blíva nummar fýra í ár, og harvið vinnar sær eitt pláss í Champions League komandi ár, so kemur Liverpool av álvara í fíggjar­ ligt trupuleikar. Í løtuni stríðist liðið við eina skuld uppa slakar £350mio og tað verður mett at tað fer at kosta Liverpool millum £25­30 mio um teir ikki røkka Champions League luttøku komandi ár. Tað verður eisini mett at Liverpool hvørt ár skal gjalda uml £40mio í rentu, so tað kemur at merkjast á rakstrinum, um Liverpool ikki vendir gongdini. Rafael Benitez gevur skaðinum og óhepni skyldina fyri ringu støðuna á vøllinum í ár. Hann er vísur í at Liverpool vera í topp 4, tá heimliga kappingin avtornar. Liverpool hevur í ár havt nógvar skaðar, og serliga eru tað Fernando Torres og Steven Gerrard, sum saknur er í. Rafael Benitez metir at Liverpool bara skulu vinna nakrar dystir á rað, so kemur sjálvsálitið aftur og tað fer at ganga betri. Eftir ynski frá Rafael Benitez er ung­ dómsarbeiði umskipað og Benitez hevur nú eisini valdi á øllum spælara flytingum. Seinastu árini hevur Rafael Benitez arbeitt útfrá einum null punkti. Altso at hann má selja fyri at kunna keypa leikarar. Tí er Liverpool undir nógv størri trýsti enn Man Utd, Chelsea, Arsenal, og Man City at koma í Champions League komandi ár. Hesi liðini hava pengar at styrkja liðini við, uttan mun til sølu av leikarum. Fyrrverandi Liverpool leikarin og venjarin Graeme Souness er bangin fyri at Liverpool má selja onkran av teimum stóru leikarinum, eitt nú Fernando Torres, um teir enda uttanfyri topp 4, orsakað av fíggjarligu støðuni hjá felagnum. Legendur finnast at Millum fyrrverandi Liverpool leikarnir, sum hava úttala seg til enskar miðlar eru Ronnie Whelan, sum var í Føroyum við Liverpool legends í summar og Jamie Redknapp. Teir eru báðir kritiskir mótvegis núverandi venjarinum. Teir meta at tíðin er farin frá honum. Men í løtuni røkist lítið fyri at Rafael Bentiez verður koyrdur frá sum venjari. Hann hevur just skrivað undir nýggjan fimm ára sáttmála, og Christian Purslow var eisini skjótur at vissa viðhaldsfólkini um, at venjarin situr tryggur í sínum sæti eftir at tað gjørdist greitt, at Liverpool ikki kom víðari í bólka­ spælinum. Komandi dysturin hjá Liverpool er í móti granninum úr Everton. Bæði liðini eru í trongum skóm og hava brúk fyri einum sigri. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 6 6 - 0 18 0 18 12 2 Mjølnir 6 5 - 1 15 7 8 10 3 Fleyr 6 4 - 2 13 9 4 8 4 TB 6 3 - 3 12 10 2 6 5 Dráttur 6 2 - 4 10 12 -2 4 6 ÍF 6 1 - 5 3 15 -12 2 7 KÍF 6 0 - 6 0 18 -18 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 7 7 - 0 21 6 15 14 2 SÍ 7 5 - 2 17 10 7 10 3 Fleyr 7 2 - 5 14 15 -1 4 4 ÍF 7 0 - 7 0 21 -21 0 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 8 8 - 0 - 0 255 180 75 16 2 Stjørnan 8 7 - 0 - 1 232 163 69 14 3 Neistin 8 4 - 0 - 4 195 191 4 8 4 StÍF 7 3 - 0 - 4 164 198 -34 6 5 VÍF 8 1 - 0 - 7 182 239 -57 2 6 VB 7 0 - 0 - 7 141 198 -57 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 8 6 - 0 - 2 252 209 43 12 2 StÍF 8 5 - 0 - 3 223 223 0 10 3 Kyndil 8 4 - 0 - 4 209 223 -14 8 4 H71 8 3 - 1 - 4 204 204 0 7 5 VÍF 8 3 - 0 - 5 229 222 7 6 6 KÍF 8 2 - 1 - 5 190 226 -36 5 Rafa einsamallur í verðini Tróndur Arge argetrondur@ofir.dk Hóast nýggi fimm-ára sáttmálin bert er fáar mánaðir gamal, er tykist støðan hjá Benitez einamest at líkjast henni hjá Palla, sum var einsamallur í heiminum Mynd: Polfoto/AP