fríggjadagur 27. november 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
12
VIKUSKIFTI
jarðarferð
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Sverri Steinhólm tekur ímóti í presta
garð inum í Sandagerði. Bara eitt hana
gleiv frá Landssjúkrahúsinum, har hann
er størsta partin av síni arbeiðs tíð.
Hann hevur starvast sum sjúkra
húsprestur síðani desember 1995, og
var tað hansara fyrsta prestastarv.
Dagliga tekur hann sær av sjúkum
og avvarðandi. Viðhvørt við at hava
gudstænastur á teimum ymsu deild
unum og viðhvørt við privatum andakt
um saman við tí sjúka og familjuni.
– Tað verða boð send eftir mær,
onkutíð á miðari nátt, at nú vil ein
sjúklingur hava eina andakt. Ofta
eru tey avvarðandi til staðar tá eisini,
greiður hann frá.
Eftirsum Sverri hevur starvast so
leingi á sjúkrahúsinum nýtist honum
ikki at spyrja, hvussu støðan er, tað
hevur hann lært seg at síggja.
– Tað sæst á andlitinum á einum per
sóni, um hann er komin til at doyggja.
Virðing fyri persóninum
Sverri greiður frá, hvussu týdningar
mikið hann heldur tað vera at møta tí
einstaka menniskjanum, sum liggur í
sjúkrasongini.
– Eg royni at seta spurningar, sum
fáa tey at fortelja sína søgu, eftirsum
tað mangan er forloysandi at fáa hesi
tingini úr sær, sigur hann.
Sverri er í prestaskjúrtuni so at
eingin ivi skal stinga seg upp, um hvør
hann er, tá hann gongur runt á deild
unum.
– Tað er so ymiskt, hvussu fólk
reagera uppá, at tey skulu doyggja –
summi eru avklárað við tað, og onnur
eru frustrerað. Tað er torført hjá mær
at troysta í tí støðuni, eftirsum eg
ongantíð havi verið har sjálvur, greiðir
hann frá.
Eisini er ymiskt, hvussu tey av
varðandi hava tað, um ein persónur
hevur havt drúgva sjúkralegu, ella
um tað hendi knappliga. Tá má Sverri
laga sítt arbeiði eftir tørvinum hjá
teimum.
– Hóast nógv verður tosað um
krabbamein, so eru tað nógv fleiri sum
doyggja av æðrasjúkum í Føroyum,
og hesi doyggja ofta aftan á stutta
sjúkralegu, greiður hann frá.
Um onkur doyr í einari vanlukku,
koma tey avvarðandi ofta til sjúkra
húsið, skelkað av tí, sum er hent. Tá
roynir Sverri at savna tey saman, so tey
kunnu tosa um tað, sum er farið fram
og at enda hava eina andakt.
– Vit syngja ein sálm, eg lesið
eitt petti úr Bíbliuni, og so biðja vit
»Faðir Vár« saman. Tá siga tey ofta, at
persónurin, sum er deyður, hevði verið
glaður fyri hesa løtuna.
Tað kemur fyri, at fólk ikki vilja
hava samband við prest, men ikki ofta.
Um tað eru fólk úr øðrum samkomun,
verður boð sent eftir leiðarinum í tí
samkomuni.
– Men eg havi mangan havt
andaktir saman við fólkum úr øðrum
trúðarbólkum, sigur Sverri.
Andakt í kapellinum
Tá persónurin so er deyður, vilja tey
avvarðandi oftast hava eina andakt
í kapellinum, áðrenn kistan fer av
sjúkrahúsinum.
Sverri tekur sær av eini 60 slíkum
andaktum um árið, og ganga tær fyri
seg á leið sama hátt.
– Eg plagi at siga, at eg haldi eina
evangeliska andakt. Um eg kenni
persónin, sum er deyður, sigi eg
sjálvandi nøkur orð um hann, greiður
Sverri frá.
Einir tveir sálmar verða sungnir,
og oftast eru tað tey avvarðandi sjálvi,
sum hava valt teir.
Vanligt er, at kistulokið er av eina
løtu, áðrenn andaktin byrjar, so at
familja og vinir kunnu síggja persónin
fyri síðstu ferð.
Tá andaktin er byrjað, verður lokið
lagt á.
– Tað er ikki pávin ella ein forseti,
sum liggur har og skal vísast upp fyri
fólkinum. Eg síggi onga meining í, at
ein og hvør skal síggja persónin, sum
liggur í kistuni, sigur Sverri.
Tað kemur fyri, at hann verður biðin
at taka sær av jarðarferðini eisini. Men
oftast er tað sóknarpresturin, ið jarðar
persónin.
PrestUr
bæðI nátt
og dag
– Er tú bangIn?
tað Er Ein av spurningunum, sum SverrI STeInhólm, sjúkrahúsprEstur
spyr, tá hann vITjar doyggjandI fólk á sjúkrahúsinum. hann Er vanur
við bæði at taka sær av tEimum, sum Eru komin til Evstu løtu og tEimum
avvarðandi, ið hava fingið boð um, at Ein av TeIrra kæru Er farin
GreInarøð: Frá deyða í grøV
Fakta SÁLMAR
Ofta sungnir sálmar til
andakt og jarðarferðir:
11 Takk, Guð, fyri alt, sum hendi
38 Nærri, mín Guð til tín
43 Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há
53 Ongum er so trygt at fara
54 Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá
57 Mær halda Harrans hendur
63 J esus besta navnið er
64 Jesus til várt sálargagn
173 Klettur klovin
409 So tak tá mínar hendur