Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyri triðju ferð í ár spæla tey bæði fremstu liðini í Eikliguni hjá monnum, Mjølnir og SÍ, ímóti hvørjum øðrum. Í morgin hava sørvingar heimavøll Enn eru ikki allar vónir úti hjá sørvingum, sum av øllum alvi royna at nærkast klaksvíkingum, ið hava verið oddalið, síðani teir fyri góðum mánaði síðani vunnu ársins fyrsta toppdyst í júst Sørvági. Ta ferðina endaði tað við einum fimmsettara, og síðani hevur Mjølnir í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani sett SÍ uppaftur greiðari upp á pláss við 3-0 sigri. Sostatt kann roknast við, at SÍ fer at gera alt fyri at vinna dystin í morgin, tí tað er á sørvingum, at trýstið liggur í løtuni. Skulu teir gera sær vónir um at vera oddalið um eina viku, tá plássið í steypafinaluni verður lutað út til tað fremsta liðið, mugu teir fyrst sjálvir vinna – helst greitt – og síðani vóna, at ÍF næsta sunnudag megnar tað ógjørliga! Mjølnir vil sjálvandi heldur ikki lata nakað fyri einki, men hugsar kanska longur fram enn bert til steypafinaluplássið, tí um eina viku verða stigini eisini koyrd niður í helvt, og tá ræður um at varðveita sum mest av núverandi fyrimuni. Hin dysturin í Eikliguni hjá monnum er millum tey bæði niðaru liðini, ið eru dottin langt aftur um tey bæði fremru. Fleyr tekur sunnudagin í Gundadalshøllini ímóti ÍF, og hjá báðum ræður um at fáa stigini. Fleyr fyri at sleppa longur uppeftir og ÍF fyri yvirhøvur at fáa stig á kontuna. Lítið man vera at ivast í, at Fleyr má sigast at vera stórfavorittur, hóast ÍF støðugt hevur tikið seg fram. Báðar teir undanfarnu dystirnar hava havnarmenninir vunnið 3-0, og hóast fuglfirðingar hava roynt, eru teir enn bæði sett- og stigaleysir í kappingini. Dystir um vikuskiftið ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. november 2009 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Trýstið liggur á Fleyr Skulu kvinnurnar hjá Fleyr fáa fótafesti í oddastríðnum, mugu tær vinna heimadystin sunnudagin ímóti SÍ, sum higartil hvørki hevur mist sett ella stig Teir tríggir dystirnir hjá flogbóltskvinnunum sunnudagin eru teir fyrstu, nú farið verður í holt við annan triðing av kappingini, og tá øll liðini í Eikliguni hjá kvinnum hava spælt eina ferð aftrat ímóti hvørjum øðrum, verða stigini koyrd niður í helvt. Mest áhugaverdi dysturin í hesum umfarinum er tann í Gundadalshøllini, har Fleyr tekur ímóti oddaliðnum, SÍ. Avrikini hjá Fleyr hava verið óstøðugari enn tey hjá SÍ og Mjølnir, sum liggja frammanfyri, men nú ræður um hjá Fleyr at vinna, skal munurin upp ikki gerast ov stórur. Bitin er tó ríkiliga stórur, tí sørvágskvinnur hava vunnið allar dystirnar higartil, uttan at missa so mikið sum eitt sett! Mjølnir, sum er argasti kappingarneytin hjá oddaliðnum í løtuni, hevur á pappírinum ein lættari dyst, tí klaksvíkskvinnur skulu á Kambsdali spæla ímóti ÍF, sum ikki hevur fingið nógv at borið til higartil, men enn bara hevur fingið tvey stig ímóti botnliðnum, KÍF. Triði dysturin, sum verður í Kollafirði millum KÍF og Drátt, er botnuppgerðin hesa ferð, men fyri tað má Dráttur metast sum greiður favorittur ímóti unga KÍF-liðnum, ið enn eigur fyrsta settsigurin til góðar. Kvinnurnar hjá Drátti eru dragnaðar eitt sindur, men kunnu við sigri taka seg fram á TB, sum hevur frí hetta umfarið. hil Bæði vilja uppeftir Dysturin í kvøld á Skála millum StÍF og VB er millum tvey lið, ið bæði vilja sleppa longur upp á stigatalvuni Bara ein hondbóltsdystur í bestu deildunum er á skránni um vikuskiftið, og hann verður spældur í ítróttarhøllini á Skála, har StÍF í Sunset-kappingini tekur ímóti VB. Tá hesin dysturin er liðugur umleið klokkan trý korter til níggju í kvøld, hava øll liðini spælt átta dystir. Felags fyri bæði StÍF og VB er, at liðini heldur enn gjarna vilja sleppa longur upp á stigatalvuni. StÍF kann við sigri koma upp á sama stigatal sum Neistin, ið er á triðja plássi, men málmunurin er so mikið stórur, at StÍF ikki í kvøld fær tikið Neistan heilt. VB kann sigast at hava tvey mál, harav tað fyrsta er at fáa stig, tí tað hevur liðið enn ikki fingið. Harumframt kunnu tvey stig í kvøld merkja, at liðið kemur undir liðina á VÍF, sum er næstniðast við tveimum stigum. Og vinnur VB á StÍF við minst seks málum, er VB ikki longur aftast. Tá liðini hittust í Vági fyri smáum tveimum vikum síðani, vann StÍF við fimm málum og var á odda allan dystin. hil Hondbóltur Sunset-kappingin 27/11 19.15 StÍF-VB Flogbóltur Eikligan, kvinnur 29/11 13.00 Fleyr-SÍ 29/11 14.00 ÍF-Mjølnir 29/11 15.00 KÍF-Dráttur Eikligan, menn 28/11 15.00 SÍ-Mjølnir 29/11 15.00 Fleyr-ÍaF Myndin lýgur ikki sørt, tí higartil hevur Mjølnir havt munin á SÍ, sum nú fær triðja møguleikan at nærkast oddaliðnum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Oddabrestur í Sørvági