Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 11 VIKUSKIFTI Oprah Gail Winfrey er 55 ára gomul og er best kend sum vertur í sínum egan talk-showi, sum er tann populerasta sjónvarpssending í USA nakrantíð. Eitt skifti var hon einasti myrki kvinnuligi milliarderurin í heiminum. Hon er fleiri tíðaritum kosin til at vera tann kvinnan í heiminum, ið hevur størst ávirkan. Hon hevur verið sera virkin í hjálpararbeiði av ymsum slagi. Í 2008 forvann Oprah slakar tvær milliardir krónur. Hon verður mett at eiga ognir fyri meira enn 11 milliardir krónur. Oprah hevur eisini roynt seg sum sjónleikari. Hon var í uppskoti til eina Oscar-virðisløn fyri sín leiklut í filminum Color Purple. Uppvøksturin hjá Oprah var harður. Mamma hennara vera tannáringur og einsamøll. Oprah varð neyðtikin, tá ið hon var 9 ára gomul, og hon gjørdist við barn sum 14 ára gomul. Hon misti barnið, áðrenn tað varð føtt. Fyrsta miðlaarbeiðið hjá Oprah var á einari radiostøð, men tað var tá hon hevði vind í seglunum í einum talkshowi í Chicago, at hon rættiliga fór á flog sum sjónvarpskvinna. Oprah var í 2008 kosin til ársins stríðsfólk fyri rættindi hjá djórum. Oprah Winfrey hevur fleiri ferðir havt innsløg um djór, sum verða illa viðfarin á eitt nú framleiðslugørðum í USA. Talkshowið hjá Oprað verður sent í 140 londum kring heimin. Hyggjaratølini í USA eru umleið 30 milliónir um vikuna. Oprah hevur mist hyggjarar seinastu árini, men hon hevur framvegis tað populerasta talkshowið í USA. Oprah hevur røtt ímóti kríggjum, sum USA hevur verið við í. Tá ið hon gjørdi eina sending, sum hon kallaði Er Kríggj Einasta Svarið? fekk hon ill brøv, sum ongantíð áður. Hon sigur, at hon aldri hevur fingið so nógv “Far aftur til Afrika” brøv, sum ta ferðina. Oprah heldur saman við Stedman Graham, og tað hevur hon gjørt síðani 1986. Tey skuldu giftast fyrst í 90’unum, men vígslan var av ongum. Tey hava ikki børn. 10 tIng um Oprah Winfrey Harðan uppvøkstur Hon telist millum ríkastu og maktfullastu kvinnur í Heiminum. sjónvarpið Hevur gjørt OPraH Winfrey kenda um allan Heim, men Hon Hevur ikki bara Havt tað lætt. BrIdGET JOnES dIAry, SEx And THE CITy OG LIzA MArKLUnd HOyrA TIL FAvOrITTArnIr HJá Annleyg lAmhAUge, BLAðSTJórA á KvInnU. Mítt blað - dag Og vikublað Eg lesi færri og færri dag- og vikubløð, má eg viðganga. Tað er ikki soleiðis, at eg dagliga keypi ella lesi bløð. Tá vikuskifti er plagi eg at keypa mær antin dimmalætting ella Sosialin heim við at lesa. Mín HeiMasíða Tá tað kemur til tíðindi lesi eg mest portalin, dimma.fo, jp.dk og borsen.dk. Tá tað kemur til slatur, so stendur ekstrabladet.dk ovast á listanum. Og tá tað kemur til lívstíl er tað oestrogen.dk og ymiskir bloggar. Og so sjálvandi Kvinna.fo, har viðhvørt er gongd í onkrum áhugaverdum kjaki. Mítt sOsiala netverk Eg havi roynt ymisk netverk á netinum, men nú eri eg einans virkin á facebook. Eg brúki tað bæði í arbeiðnum og privat. Til dømis finni eg ofta folk til greinarnar í Kvinnu ígjøgnum facebook. Privat nýti eg tað til at viðlíkahalda persónlig sambond, og ikki minst til okkurt spæl, sum fær heilan at slappa av eftir ein harðan arbeiðsdag. Mín tónleikur Mær dámar mestsum øll sløg av tónleiki, so eg havi ilt við at koma við einum greiðum boði her. Føroyska songkvinnan Lena og danska Anne Linnet eru tvær, sum eg haldi eru fantastiskar. Mín dvd Eg eigi eitt ótal av dvd’um, men tær sum verða spældar aftur og aftur eru í lættara endanum so sum: The devil Wears Prada, Bridget Jones diary, Love Actually og Confessions of a Shopaholic. Mítt Magasin Sjálvandi er Kvinna mítt yndismagasin, sum eg lesi frá a-z og kenni hvørt komma í hvørjari útgávu. Av útlendskum magasinum er In mín klári favorittur, men eg kann eisini finna uppá at keypad Alt for damerne og Woman. Mín sjónvarPsrøð Sex and the City kann eg síggja umaftur og umaftur. Eg elski hasar fýra genturnar, sum eru so frælsar, kular og lekrar. Har fái eg íblástur til mitt arbeiðslív og privatlív. Mítt útvarP Eg dugi illa at siga, um eg lurti meiri eftir Kringvarpinum, rás 2 ella Lindini. Eg lurti mest eftir útvarpi, tá eg koyri bil, og tá snýr tað seg um at finna rásina við besta tónleikinum. Mín bók Allarbest dámar mær at lesa krimibøkur. Eg havi td. lisið allar hjá Lizu Marklund, Stieg Larsson og Camillu Läckberg. Beint nú eri eg í gongd við eina hjá Sarah Blædel, hon eitur: Hævnens gudinde Mín telefOn Eg havi eina hvíta nokia E71 í løtuni. Eg gangi ikki so høgt uppí just hvat modell eg havi, men hon skal vera hent at brúka og eitt sindur lekkur. Eg skal kunna lesa og skriva teldupostar, fáa uppdateraðan kalendara og kunna fara á netið við henni skjótt og lætt. Hvat vil tú ikki brúka tíð uPPá? Bløð, sum einans skriva um fyritøkur, sum lýsa í blaðnum. Ofta sært tú lýsing frá eini fyritøku beint við síðuna av eini grein um fyritøkuna. Hetta tími eg ikki at brúka mína tíð uppá. Hvat irriterar teg í MiðlunuM? Tað irriterar meg, at miðlar ikka fara í dýpdina við evnum og lýsa tey frá ymsum síðum. At tey ikki fáa allar partar við, tá tey lýsa eitt mál. Og so irriterar tað meg, at miðlar ofta fara eftir persónum heldur enn at lýsa eitt mál objektivt. Hvat vil tú Hava Meiri av í MiðlunuM? Eg vildi ynskt, at vit fingu meiri fokus í fjølmiðlunum. At dagbløð- ini konsentrera seg um tíðindir, so vit fáa meiri dygd inn í. Eg føli at fjølmiðlarnir vilja fevna so breitt, at alt verður gjørt hálvt. Miðlarnir Og Eg Summi skifta flokk fyri síni prinsipp. Onnur skifta prinsipp fyri teirra flokk. Winston Churchill lAgt tIl rættIs: Eyðun Klakstein lAgt tIl rættIs: Inna Törnroos 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu.