fríggjadagur 27. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 228 - 27. november 2009
Prosedura var í gjár í
rættarmálinum móti
tveimum unglingum,
sum eru ákærdir fyri
at hava sett eld á eini
hús við at tveita ein
sonevndan molotov-
cocktail upp á altanin
á einum húsum í
Havn. Ákæri og verjar
vóru rúkandi ósamdir
um, hvussu dómurin
skuldi falla
ELDÁSETING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
9. mai í fjør, bara ein tíma
inn í døgnið, tveittu tveir
unglingar eina fløsku upp á
altanina
á
húsunum
á
Jansstovugøtu 4 í Havn.
Fyri løgregluni greiddu teir
báðir dagin eftir hendingina
nágreiniliga frá, hvussu teir
høvdu
framleitt
eina
molotov-cocktail og tveittu
so henda upp á altanina á
nevndu húsum.
Cocktailin festi í, men
hvør ætlanin við hesum var,
og
hvussu
vandamikil
støðan í heila tikið var hesa
náttina, eru ákærin, Julia
Dahl og verjarnir hjá teim-
um báðum ákærdu, Peter
Even Djurhuus og Julianna
Klett, rúkandi ósamd um.
Prosedura var í Føroya
Rætti í gjár, og tað var
ákærin, sum legði fyri.
Julia Dahl er vikarierandi
hjá
ákæruvaldinum
í
Føroyum, og hon førdi hesa
sakina fyi ákæruvaldið.
Hon helt tað vera eitt
»páfaldende hukommelses-
svigt«, at teir báðir ákærdu
so at siga einki mintust til
hendingina, tá teir vóru
avhoyrdir í Føroya Rætti.
Hetta samanhelt hon við
heilt ítøkiligu og í smálutum
givnu frágreiðingarnar, sum
standa í politirapportunum.
Teir báðir unglingarnir,
nú 19 og 20 ára gamlir, eru
ákærdir eftir §§ 180, 181
og 252. §180 er sera álvar-
som, og umfatar við vilja at
hava sett eld á lut, og harvið
við vilja at hava komið
mannalívi
í
álvarsligan
lívsvanda. §181 er mildari,
men umrøður eisini eldáset-
ing. § 252 er um at koma
mannalívi í vanda.
Ætlanin týðilig
Julia Dahl helt seg til politi-
rapportirnar í størsta mun,
og tað skein týðiliga ígjøgn-
um, at hon á ongan hátt
trúði teimum ákærdu, tá
teir søgdu seg einki minnast.
Hinvegin helt hon fast við,
at báðar treytirnar í §180
um at eldurin var ásettur
við vilja, og at eldurin var
av slíkum slag, at hann ikki
slóknaði av sær sjálvum,
báðar vóru uppfyltar.
Flammurnar vóru millum
ein og hálvanannan metur
høgar sambært vitnunum,
teimum báðum, sum búgva
í húsunum, og tað helt
ákærin var týðiligt prógv
um, hvussu álvarslig støðan
var.
- Einasta orsøkin til, at tað
ikki endaði heilt galið var, at
konan vaknaði og varnaðist
eldin, og fekk vakt manin,
sum síðani fekk sløkt, segði
Julia Dahl.
Hon vísti eisini til poli-
tirapportina, har teir báðir í
smálutum
greiddu
frá,
hvussu teir høvdu framleitt
molotov-cocktailin.
Tað
gekk týðiliga fram, at talan
var um eina Chocio-fløsku,
sum molotov-cocktailurin
varð
gjørdur
í.
Báðir
greiddu teir frá, at teir
tømdu ein terpentindunk í
áðurnevndu Chociofløsku,
stungu avíspappír í hálsin
og síðani settu eld á.
Ákærin helt, at tá nakað
so detailjerað sum Chocio-
fløskan var nevnd í politi-
rapportini, so máttu teir
ákærdu havt eina rættiliga
detailjeraða frágreiðing til
løgregluna hendan dagin
eftir – ella seinni sama dag,
sum tað í veruleikanum var.
Julia Dahl vísti eisini á,
at grannin og tann eldri
ákærdi ikki sótu væl um
sátt, og at politirapportin
týðiliga segði, at teir báðir
ákærdu vildu geva grann-
anum ein hvøkk.
Hon kveistraði av borði-
num
frágreiðingina
hjá
teimum ákærdu í rættinum
um, at teir bert vildu bróta
fløskuna í túninum fyri at
geva grannanum ein hvøkk.
- Hvussu kann ein brand-
bumba hvøkka nakran, tá
hon skal tveitast í túni hjá
einum persóni mótsattu meg-
in húsunum, har viðkomandi
svevur, spurdi ákærin.
Eisini vísti ákærin á, at
um ætlanin ikki hevði verið
at tveitt brandbumbuna upp
á altanin, hví flýddu teir
ákærdu so avstað, tá tað
einasta rætta í slíkum føri
hevði verið at boða teimum
órættaðu frá, at eitt óhapp
var hent.
Prógvini bera ikki
Ákærin hjá tí yngra ákærda,
Peter Even Djurhuus, talaði
væl fyri sínum klienti.
Hann metti ikki, at prógv
var ført fram fyri, at hansara
klientur uppfylti treytirnar í
hvørki § 181 ella § 252.
Ikki óvæntað tulkaði hann
hesar báðar paragraffirnar
heilt ørvísi enn ákærin.
Petur Even Djurhuus vísti
eisini á, at tað gingu bert
tríggir minuttir frá tí, at
konan í húsinum ringdi 112
og boðaði frá eldinum, til
hon ringdi aftur og segði, at
eldurin var sløktur.
- So talan kann ikki hava
verið um serliga stóran og
álvarsligan eld, metti Petur
Even Djurhuus.
Hann vísti eisini á, at
boðini í samrøðúni til 112
vóru, at »tað brennir eitt
sindur« á altanini.
Hann nýtti eisini nógva
orku at vísa á, at tað funnust
eingi ítøkilig prógv fyri, at
tað var terpentin, sum var í
fløskuni, og somuleiðis var
einki ítøkiligt prógv fyri, at
hansara klientur við vilja
hevði kastað fløskuna upp á
altanina.
- Tað telur ikki sum
prógv, at ákærin pástendur,
at »sund fornuft« sigur
nakað, segði Peter Even
Djurhuus.
Samanum
tikið
metti
verjin ikki, at nakar vandi
hevði verið á ferð, og hann
mælti tí til frídøming av
sínum klienti, ella í øðrum
lagi ein linan dóm.
Juliana Klett, sum var
verji hjá eldra unglinganum
mælti somuleiðis til frí-
døming. Hon royndi eisini
at sannføra dómaran uml, at
teir báðir ikki høvdu sett
lívið hjá nøkrum í vanda, og
at hetta bert vóru dreingja-
lótir við óhepnum enda.
Hon tók undir við tí, sum
Peter Even djurhuus førdi
fram og mælti sum nevnt
til, at hennara klientur varð
frídømdur.
Ein mentalkanning av
eldra ákærada er á veg, og
tí var tað bert skuldarspurn-
ingurin, ið var til viðgerðar
í gjár og ikki ein møguligt
longd av revsingini. Mental-
kanningin er ikki liðug enn,
men væntandi fellur dómur
í málinum í næstu viku.
Eldáseting:
Ósemja um dómin
Her á altanini endaði molotov-cocktailiurin, sum sambært
ákæruvaldinum kundi havt endað við álvarsligari vanlukku, men sum
sambært verjunum ongan vanda hevði við sær
Mynd Jens Kristian Vang
Mist Nobel-heiðurstekin
Myndugleikarnir í Iran hava lagt hald á heiðurstekinið, sum
mannarættindastríðskvinnan Shirin Ebadi fekk, tá hon varð
heiðrað við Nobel-friðarheiðurslønini í 2003. Heiðurstekinið
lá í einari bankaboks í Teheran, men hvarv haðani fyri
trimum vikum síðani, skrivar NTB. Norska uttanríkisráðið
sigur, at hetta er tann fyrsti tilburðurin av hesum slagnum
nakrantíð. Shirin Ebadi ivast ikki í, at hon verður revsað, tí
hon fanst at viðferðini, sum mótmælisfólk í Iran fingu aftan
á valið í summar. Sjálv fór hon úr Iran beint fyri valið, og
hon er ikki farin heimaftur enn, skrivar NTB.
Vóru ávarað um bankan
Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen,
vísir aftur øllum gitingum um, at búskaparmálaráðið var
vitandi um ta vánaligu støðuna hjá Roskilde Bank, langt
áðrenn tað kom fram alment. Upplýsingar vísa annars, at ein
av teimum ovastu embætismonnunum í búskaparmálaráðn-
um bleiv kunnaður um støðuna hjá Roskilde Bank longu á
sumri í 2007. Men Lene Espersen heldur uppá, at búskap-
armálaráðið fekk einki at vita fyrr enn í fjør. Ein advokatur
skal nú kanna, hvat búskaparmálaráðið og táverandi
ráðharrin, Bendt Bendtsen, fingu at vita í 2007.