fríggjadagur 27. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
10
VIKUSKIFTI
stýra okkara lívið í smálutir, men eis
ini okkara samskifti við og tulking av
umheiminum. Og sambært Hoffmeyer
er hetta ástøðið betri ført fyri at forklára,
at vit menniskju yvirhøvur hava eina
til vitsku. Eina sálarliga dimensjón. Eitt
subjektivt »eg«, sum er ført fyri at upp
liva heimin rundanum seg.
– Heimurin er ikki ein kemisk
mask ina, og lív er ikki bara eitt úrslit
av eini blindari genetiskari úrveljing.
Øll liv andi náttúra hevur eginleikan
at stremba eftir nøkrum málum. At
nátt úran sjálv er før fyri at skapa og
agera miðvíst ímóti einum máli, kann
darwin isman ikki forklára, heldur
Hoff meyer.
Tí má eitt og hvørt erligt vísindafólk
viðganga, at menningin av øllum lívi
heilt fram til homo sapiens – tað er
menn iskjað – er ein risastór gáta, sum
ikki kann loysast við darwinismuni
eina.
– Tann dagin náttúruvísindafólk
viðurkenna hetta, stendur vísindin
nógv sterkari yvirfyri teimum kreft
um, sum ikki standa á einum náttúru
vís indaligum grundarlagi. Tað vil siga
tey, sum heldur vilja forklára alheimin
út frá ævintýrum og yvirtrúgv, sigur
Jesper Hoffmeyer.
Intelligent ørvitistos
Fremsti kritikkurin av darwinismuni
kemur í stóran mun frá tí sonevnda
»intelligent design« hugtakinum, sum í
stuttum sigur, at alheimurin er so mik ið
kompliseraður og væl skipaður, at ein
skapari má standa aftanfyri. Ein snið
gevi, sum hevur skapt fortreytirnar fyri
lív inum á jørðini.
Men gamli 68'arin yvirav mær
brýggj ar seg milt sagt ikki um hesa
tes una, sum í stóran mun kemur frá
kristnum vísindafólkum í vestur heim
inum.
– Hugskotið um »intelligent design«
sigur í grundini, at av tí at vit menn
iskju ikki skilja alt her og nú, so má
ein Gud vera til. At skifta vísindaligu
metoduna út við spekulativa religión er
í veruleikanum at útskriva ein blanko
kekk, tí tá strikar man allar sann leika
treytir og gevur sær sjálvum loyvi til
at trúgva hvørjum sum helst, heldur
Jesper Hoffmeyer.
Men professarin noktar samstundis
at fara í hina grøvina og hálsfevna
ta lívfrøðina, sum systematiskt letur
eyg uni aftur fyri teimum gátum, sum
enn ikki kunnu forklárast. Lívfrøðin
megnar sambært Hoffmeyer ikki at
greiða spurningin, hví menniskjur eru
menniskjur og ikki robottar. Lívfrøðin
kann siga nakað um, hvussu heilin virk
ar, og hví vit hava tað, sum vit hava tað.
Men lívfrøðin kann ongantíð forklára
ta subjektivu upplivingina hjá hvørjum
einstøkum menniskja. Lívfrøðin kann
forklára depressión við at siga, at vit
mangla tey og tey evnini í heilanum,
sum skapa mentala vælveru. Men hon
kann ongantíð siga nakað um, hvussu
tað reint subjektivt er at vera depri
meraður.
– Tann víðgongda darwinisman og
tann religiøsa fundamentalisman geva
okkum eitt órímiligt val. Antin skulu vit
trúgva uppá eina biokemiska náttúru,
sum ikki rúmar tí andaliga partinum
av menniskjanum. Ella skulu vit trúgva
uppá eina sál, sum vit skulu hava fing ið
frá einum Gudi. Tað má vera ein mill
um vegur, heldur Hoffmeyer.
Tann triði vegurin er at menna eina
lívfrøðiliga menningarlæru, sum í størri
mun rúmar tí immateriella partinum av
menniskjanum. Biosemiotikkurin er ein
roynd, hóast hetta ástøðið ikki loys ir
gátuna um ta menniskjansligu til vitsk
una og heldur ikki fer at avtaka stríðið
millum átrúnaðin og vísindina.
– Mítt mál er at koma fram til eitt
vís indaligt forstáilsi av lívinum, sum
ikki avnoktar tær andaligu síðurnar av
til veruni, sum menniskjan higartil bert
hev ur funnið í átrúnaði og mystikki.
Ivin í hásætið
»Det kan godt være, det er dybt menne
skeligt at være troende. Men mennesket
er helt sikkert det eneste dyr, der kan
tvivle. Intet er nemmere end at blive i
sin tro. At blive i sin tvivl, at tåle den,
er den egentlige opgave. Det er det, der
gør os til ansvarlige mennesker«.
Soleiðis endar Jesper Hoffmeyer sína
nýggjastu bók. Eg biði mannin út greinað
hesar reglur, og hann fer at práta um
ivan, sum er tann mest háborna megin
reglan í øllum vísindaligum arbeiði. Ja,
hann fer enntá so langt sum at siga,
at tað at ivast í øllum er ein beinleiðis
moralsk skylda. Og hann eftirlýsir, at
hansara lívfrøðiligu starvsfelagar eis ini
loyva ivanum framat. Og at lív frøð in
verður meiri tilvitað um, at henn ara
útgangsstøði stundum er meiri ide olo
giskt enn tað er vísindaligt.
– Í staðin fyri at viðurkenna teir
veik leikar, sum ein og hvør teori hev
ur, so hevur náttúruvísindin fingið ein
dogmatiskan profil, sum ger hana veik
ari og meiri viðbrekna yvir fyri kritikki,
heldur Hoffmeyer.
Professarin óttast, at tann stívrenda
og treiska burturvísingin av øllum, sum
ikki kann mátast og vigast, hevur rikið
nógv djúphugsin menniskju í armarnar
á alskyns yvirnatúrligum søgum um
uni versið, sum einki hava við vit og
skil at gera.
– Fólk kenna seg ikki aftur í tí neo
darwinistisku søguni um heimin og
um menniskja. Tí flýggja tey til okkurt
annað. Og religiøsu fundamentalistarnir
hava rætt í, at læra Darwins ikki er
ein total og fullfíggjað frágreiðing um
lívs ins menning á jørðini. Men tað átti
vís indin sjálv at komið fram til, endar
Jesper Hoffmeyer.
At tola at ivast er tann
veruliga uppgávan
Tann triði vegurin. Darwinisman hevur nakrar veikleikar, og so leingi sum lívfrøðin ikki viðurkennir
hetta, fer religiøsi kritikkurin at standa sterkur. Tað metir professarin á Københavns Universitet,
Jesper Hoffmeyer, sum vil styrkja náttúruvísindina yvir fyri religiøsari fundamentalismu.
mynd: polfoto