fríggjadagur 27. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 228 - 27. november 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Inn í jólamánaðin
í stórari óvissu
Ein av stóru politisku spurningunum í hesum
døgum er, hvussu tað verður við fíggjarlógini fyri
2010. Uppskotið er í fíggjarnevndini, og úr henni
frættist, at viðgerðin ongan veg er komin enn. Ein
av óvissunum er, hvat tað er fyri grundarlag, sum
nevndin arbeiðir út frá. Í ólavsøkupakkanum varð
karmurin ásettur. Um karmurin skal haldast, so er
neyðugt, at sparingar verða framdar fyri 160-170
milliónir krónur. Talan er um sparingar, sum tingið
skal samtykkja í løgtingslógum. Uppskotini hesum
viðvíkjandi eru ikki løgd fram á tingi enn, og nú fer
tíðin at ganga undan.
Ætlanin hevur verið, at álitið frá fíggjarnevndini
skuldi leggjast fram 10. desember. Tað er hósdagin
í aðru viku. Tingskipanin ásetur, at tað í minsta lagi
tekur eina viku frá tí, at eitt lógaruppskot verður
lagt fram á tingi, og til tað kann samtykkjast við
triðju viðgerð. Tá ið einki av spariuppskotunum
enn er komið fyri tingið, ber tað til at gera ta
niðurstøðu, at tað ikki ber til hjá fíggjarnevndini
at brúka ætlaðu sparingarnar sum grundarlag fyri
sínum arbeiði.
Spurningurin er so, um útreiðslukarmurin skal økjast
við hesum 160-170 milliónunum, ella um sparing-
arnar skulu gerast á tann traditionella mátan. Tað
vil siga, at eitt sindur verður tikið frá øllum økjum.
Fíggjarnevndarformaðurin og fólkaflokkurin hava
markerað, at teir vilja ikki finna seg í, at karmurin
ikki fer at halda. Javnaðarflokkurin tykist meira
sinnaður fyri at glíða í vælferðarinnar navni, meðan
sambandsflokkurin hevur verið eitt sindur ullintur.
Løgmaður segði ein dagin, at karmurin ikki var púra
fastur, men seinni segði hann her í blaðnum, at
hann stóð við ásetta karmin.
Ein onnur óvissa er, um tað er semja innanhýsis í
flokkunum um, hvørji tiltøk skulu fremjast fyri at
fáa fíggjarlógina at hanga so frægt saman, sum tað
er avgjørt, at hon skal. Skulu inntøkurnar økjast við
skattahækkingum, og hvar skal sparast.
Norðlýsið visti í gjár at siga frá landsbankastjóran-
um, at hann er farin at leita eftir fígging til undir-
skotið. Í fyrstu atløgu skal ein milliard fáast til vega.
Um tað fer at ganga, sum tað verður roknað við,
so skulu tað komandi árini fáast fleiri milliardir til
vega, og tað fer aftur at seta fíggjarlógina undir
trýst, tí rentuútreiðslurnar fara at økjast. Tað er
eingin óvissa um, at útreiðslurnar til eldraøkið
komandi árini fara at økjast. Í vikuni hoyrdist, at
Heimarøktin næstu árini fer at hava brúk fyri fleiri
hundrað fólkum aftrat, um tænasturnar til tey eldru
skulu varðveitast á tí støðinum, tær nú eru.
Óvissan er stór, og avbjóðingarnar eru nógvar.
Arbeiðið við fíggjarlógini skal fremjast. Í løtuni
tykist tað sum um, at tað verður fíggjarnevndin,
sum skal fremja arbeiðið heldur enn landsstýrið.
Tíðin er knøpp, og um fíggjarlógin verður jólatrøll,
so verður endin ivaleyst løgtingsval. Tað fer bara at
gera óvissuna uppaftur størri.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Ein lítil sólskinssøga: Ein
ung donsk genta, Naina
Scarla Nielsen, fødd 1893,
hevði nomið sær útbúgving
á einum kendum húsarhalds
seminarium. Har hevði hon
hitt fleiri føroyskar gentur,
og soleiðis fekk hon hug at
kanna, hvussu viðurskiftini
vóru í Føroyum. Tessvegna
fór hon til Føroyar. Tað
gjørdist henni skjótt greitt,
at í Føroyum var tørvur á út
búgving og upplæring á hús
arhaldsøkinum. Hon fór undir
skeiðvirksemi í Havn og á bygd, og
hon dugdi at síggja, at neyðugt var at
virka fyri einum húsarhaldsskúla í
Føroyum.
Ta fyrstu tíðina leigaði hon høli,
sum skjótt gjørdist ov trong, men
longu í 1929 var ein statgóðkendur
húsarhaldsskúli settur á stovn í Havn
við plássi fyri umleið 20 næmingum,
sum ikki stóð á at fáa í skúlan.
Landbrúkskonsulenturin Mads
Winther Lützen undirvísti í urta
garðsbrúki og hon sjálv (Naina) í
húsarhaldi og hondarbeiði. Til
undirvísing í neyðhjálp og reinføri
undirvísti ein donsk sjúkrasystir.
Hóast heilsan ikki var góð,
arbeiddi hon áhaldandi fyri at náa tað
stóra ynski: At stovna eitt heim fyri
sjúkum og troyttum konufólkum
vælvitandi, hvussu strævið tey føroy
sku konufólkini høvdu tað.
Hetta skuldi hon tó ikki náa. Naina
Scarla doyði á Dronning Alexandri
nes Hospital (nú Landssjúkrahúsið)
tann 8. september 1934, bert 41 ára
gomul.
Við hennara testamenti og ágrýtni
frá hennara góðu vinum varð Hvíldar
heimið Naina veruleiki í 1936.
Men trongligt var við tí fíggjarliga.
Einaferð sama árið vitjaði blaðstjórin
á Berlingske Tidende NAINA, og
hendan dagin áttu tey ikki pening – 1
krónu og hálvtrýss oyru – til fiska
døgurðan. Blaðstjórin hjálpti teimum
við døgurðanum, og frá einum
gomlum blindafelag í Keypmanna
havn útvegaði hann NAINA fimm
túsund krónur sum gávu.
Hann, ið hetta skrivar, hevur í
hesum døgum notið eina ShangriLa
tilveru á Hvíldarheiminum NAINA.
Hesi fáu orð skulu tessvegna vera ein
tøkk og heilsan til øll, ið starvast á
hvíldarheiminum.
OASAN
HErI MoHr
Í einum kronikki vil Uni
Arge, journalistur og banka
maður, vera við, at danskir
prestar hava bronglað tey
føroysku fólkanøvnini. Um
teir nú veruliga hava gjørt
tað, hava teir valla gjørt tað
við góðum og fullum vilja.
Bureaukratiið átti óivað sín
leiklut.
»Navnið spillir ongan
mann,« siga vit.
Um tað er eftirfarandi, er
nærliggjandi at spyrja:
Hvørji nøvn hava so spilt
okkara móðurmál? Jacob,
Nicolai, Richard, Osvald,
Jens Christian, Mads,
Poul? Tað ber ikki til, at
tey eru orsøk til málspillu.
Hesi nøvn finnast millum
tey frægu í okkara
mentanar og málsøgu.
Og so teir donsku prest
arnir? Jamen, eru tað ikki
júst teir, sum góvu okkum
europeiska mentan, ta
mentan, sum gjørdi før
oyingin til føroying? Vit
kunnu nevna nøkur nøvn,
sum løgdu rygg til: Gamli
Grundtvig, nógvir háskúla
stjórar, sonur Grundtvig,
Svend, sum tó ikki var
prestur, Kingo, Broch
mann, Ingemann, presta
sonur, men ikki prestur,
Jørgen Landt, Emil Bruun,
Gudmund Bruun, Faulen
borg (lesið bókaverkið hjá
Hanusi Andreassen (nú
Kamban) um Janus Djur
huus II, síðu 73). Ella Peter
Børresen í Det gode håb
hjá William Heinesen.
Tær gomlu kirkjubøkur
nar (og kirkjubøkur yvir
høvur) mugu vit umsita
bæði væl og virðiliga.
Mentan
HErI MoHr
Hvíldarheimið Naina varð stovnað
til sjúk og troytt konufólk
Danska Naina Scarla Nielsen
doyði bert 41 ára gomul