Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er friðarligt á Hotel Streymi Yviri við Strond, tá vit støkka inn á gólvið til eitt prát við skálvíkskvinnuna, Sunnevu Joensen. Hon hevur gjørt gott kaffi og hevur sett køkur á borðið. Vit sessast í hugnaligu matstovuni, beint við eitt av fleiri vindeygum, sum venda oman móti vegnum og móti Nóls oyarfirði. Hýrurin er góður, og hon er væl upp løgd. Hon er einsamallur »bossur« á hotellinum hesa løtu. Eigarin, Svend Aage Ellefsen, er uttanlands, men um eina løtu kemur versonur hansara og dagligi leiðarin á hotellinum, Jens Tummas. Lítla og berbara teldan kemur upp á borðið at standa, og so koyrir prátið bara, meðan vit drekka kaffi. Hon søkti bara – Eg sá ongantíð lýsingina um starvið, sum var lýst leyst á Hotel Streymi. Onkur segði mær, at tey høvdu lýst eftir fólki, men eg fataði tað, sum um talan var um eitt arbeiði við Streymin. Nei, har fari eg ikki, var tað fyrsta, eg segði. Skjótt kom eg tó eftir, at talan var um Hotel Streym. Tíðin at søkja var ikki farin, so eg setti meg at skriva eina umsókn, tó at eg enn í dag ikki rættiliga veit, hvørjum tey lýstu eftir. Sunneva sigur, at tað næsta, sum hendi, var, at hotelleiðslan bað hana koma til samtalu, og her tosaði hon við Svend Aage og Jens Tummas. – Teir spurdu meg, hvat eg hevði fingist við, og soleiðis eisini hvørjar arbeiðsroyndir eg hevði. Hetta endaði við, at eg fekk starvið. Hon sigur, at hennara uppgáva í byrj anini var at halda kømrini, seng­ ur nar og gongirnar reinar. – Tá eg byrjaði, høvdu vit 14 kømur. Nú hava vit 26, harav tey 12 komu við seinastu útbygging. Hetta eru alt góð og nosslig kømur, harav størri helmingurin hevur gott útsýni út yvir Nólsoyarfjørð. Alt niðri undir Seinnu árini hevur Sunneva serliga starv ast niðri undir á hotellinum, meðan onn ur hjálparfólk hava tikið sær av kømr unum, serliga í summarsesongini, tá mest er at gera. – Mítt arbeiði í dag er í fyrsta lagi at gera morgunmat og hava kaffi og te klárt til tey gistandi. Vit hava eisini køkur og fruktir, sum fólk kunnu fáa sær av allan dagin. Samstundis passi eg reseptiónina, taki ímóti bíleggingum, avgreiði gistandi og haldi rúmini rein niðri undir. Hon tekur sær eisini av bílegging av vørum. Sunneva sigur, at tá nógv gistandi eru, byrjar hon longu klokkan 06.15 og um sumrarnar, tá mest er at gera, kemur ein onnur genta vanliga klokkan 08. – Um neyðugt, hjálpir hon mær í køk inum, og annars er neyðugt at hjálp ast at í hásesongini, um alt skal fáast at hanga saman. Jens Tummas er mær eisini óførur til hjálpar, sigur hon. Vanligi arbeiðsdagurin hjá Sunnevu er mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá klokkan 06.30 til 14.30 og týsdag, tá hon hevur langan dag, arbeiðir hon vanliga frá klokkan 14.30 til 22.30. Aftrat hesum arbeiðir hon triðja hvørt vikuskifti, leygardag og sunnudag frá klokkan 06.30 til 22.30. Fiskur í vatni Vit skulu ikki fara at ramsa upp øll tey arbeiði, sum Sunneva hevur havt gjøgn­ um hennara arbeiðslív, men bert tríva í okkurt av tí, hon hevur tikist við. – Eg var hjá Baslev í eini fimm ár, og haðani fór eg út á Pleygudeildina, har eg var í umleið hálvt annað ár. Men Sunneva hevur eisini roynt ymiskt annað enn handilslív og tað at ansa eldri og gomlum fólki. – Í nøkur ár var eg knýtt at Rás2. Hetta var, áðrenn Sosialurin keypti fyri tøkuna. Á Rás2 tók eg mær av ymiskum uppgávum. Eg seldi lýsingar, og eg gjørdi lýsingar. Eisini hevði eg ynskiløtuna, eins og eg royndi meg sum teknikara og skrivaði onkuntíð okkurt smávegis. Hetta var ein spennandi og lærurík tíð, og mær dámdi ógvuliga væl at arbeiða fyri Rás2, sigur hon. Hesi sløku trý árini, Sunneva hevur starvast á Hotel Streymi, hevur henni dámt sera væl, og hon hevur alt gott at bera samstarvinum, hon hevur við eigaran, Svend Aage og dagliga leið­ aran, Jens Tummas. – Eg haldi meg ongantíð áður hava havt eitt betri starv. Hetta dámar mær heilt ótrúliga væl. Eg føli meg sum fisk­ ur í vatni, og eg elski at vera til arbeiðis á hotellinum. Hon sigur, at eitt starv, har hon meira ella minni er sín egni harri í tí dag liga, passar henni ógvuliga væl. – Mær dámar væl at bestemma eitt sind ur, og mær dámar ikki, at nakar andar meg í nakkan. Eg havi tað so gott á Hotel Streymi. Her er deiligt at vera, og eg elski at fara til arbeiðis og taka mær av teimum uppgávum, sum hetta virksemi ber við sær, sigur Sunneva Joensen. Ein annar partur av arbeiðnum hjá henni er at hava fundarhølini, sum hotellið eisini hevur, klár, tá tey verða leigað út til eitt nú ráðstevnur, skeið ir og ymiskt fundarvirksemi. – Vit hava eitt frálíkt høli til slík enda mál, har pláss er fyri eini 60­80 fólk um, sigur skálvíkskvinnan, sum stór trív ist á Hotel Streymi. SkálvíkSgentan, ið flutti heimanífrá Sum 16 ára gomul, hevur nú í Sløk trý ár havt Sítt Starv á Hotel Streymi. – eg haldi meg ongantíð hava havt eitt betri Starv. hetta dámar mær heilt ótrúliga væl. eg føli meg Sum fiSkur í vatni, og eg elSki at vera til arbeiðiS á hotellinum, Sigur SunneVa JoenSen, Sum býr og er gift í kollafirði Eg Elski mítt arbeIðI mynd: jEns kristian vang til arbeIðIs arbeiðspláss: Hotel Streym starv: Altmulig »mand« besta við starvinum: Eg hitti nógv fólk úr ymiskum londum. Tað er læruríkt. ringasta við starvinum: Havi einki ringt funnið enn. størsti dreymur við starvi: At alt gongur væl og eydnast væl størsta frambrot: Útbyggingin við 12 kømrum og fundarhøli starvstíð: Sløk 3 ár lívsstarv: Sum er – ja! starvsfólk: 3 í lágárstíð sett á stovn: 9. Juni 2006 staður: Yviri við Strond 19 stjóri: Svend Aage Ellefsen fakta Sunneva JoenSen