fríggjadagur 27. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 27. november 2009
15
Tekur løgtingið ikki annað
skinn um bak nú, so fer
samfelagið fyri bakka og
onnur fara at seta treytirnar
N
ú rekur hart á kíkarnar. Um
tríggjar vikur skal fíggjar
lógin vera komin undir land.
Og útlitini eru ring. Undir
skotið, sum var sett at vera
heilar 767 mio. kr, er nú ávegis
milliardini, áðrenn fíggjarárið
komandi er byrjað!
Semjur um afturhald á al
mennu rakstrarútreiðslunum eru
farnar á glið. Líkt er til, at rakstr
arvøksturin enn einaferð verður
langt omanfyri tað forsvarliga.
Samgongulimir hava farnu
tíðina fornoktað semjurnar
gjørdar vóru í summar. Semjur,
sum skulu halda landskassa
undirskotinum niðanfyri ¾
milliard!
Besta alibi’ið hjá politikarun
um at støkka undan eru tilmæl
ini hjá búskaparfrøðini, har
ráðini eru at brúka tað, sum
brúkast kann.
Og hetta slættaði vegin fyri
ábyrgdarloysinum, at lena seg
uppat serfrøðini og brúka
milliónirnar, sum ikki eru til.
Upphæddir, sum vinnan ikki
kann levera, upphæddir, sum
verða skuldskrivaðar
framtíðini.
Syndabukkar
Sum verju fyri ábyrgdarloysin
um er grundgevingin nýggja
hugtakið bygnaðarskeivleikar.
Minnir ikki sørt um orðið rað
festingar, gandaorðið, sum gjørd
ist hugtakið uttan innihald,
produserað til burturforkláringar.
Lítil ivi er um, at í øllum
almennu útreiðslunum eru við
urskifti, sum eru skeiklað og
sum tørva endurskoðan, men at
nýta bygnaðarskeivleikar at
jagstra summar samfelagsbólk
ar, meðan aðrir eru friðhalgaðir,
er ikki annað enn politiskt
spinn, har lagt verður eftir teim
um bólkum, sum illa kunnu
verja seg og sum eiga lítlar
sømdir í miðlunum, men sum
kortini eiga lívið í okkum
øllum.
Fremstir av hesum sunda
bukkunum er høvuðsvinnan,
sum er undir áhaldandi mis
steinkiliggering um kradd og
missnýtslu.
At almennu rakstrarútreiðsl
urnar eru eksploderaðar við 300
mio. kr í vøkstri um árið
(kommunurnar enntá ikki
íroknaðar), verður als ikki mett
sum skaðiligt fyri búskapin.
Útreiðsluvøkstur, sum árliga er
5 ferðir størri enn skattafrádrátt
urin til sjómenninar og sum
farnu 3 árini er 15 ferðirnar
árliga sjómansfrádráttin. Tað
verður dult sum mansmorð.
Teflonpolitikkur
Vissuliga eiga vit at sleppa
undan serskipanum. Men so
eiga allir bygnaðarskeivleikar at
vera javntstillaðir. Allar almenn
ar skipanir, allar politiskt dis
poneraðar sersømdir og dupult
funktiónir, eiga at verða enda
vendar. Sum er kostar almenni
raksturin hvørjum borgara, frá
nýføðingi til olding, 90,000 kr
árliga, ella einum húsarhaldi
uppá fimm heilar 450,000 kr
um árið. Næstan eina hálva
millión og tá er kommunu
útreiðslurnar ikki við!! Tað
gongur simpulthen ikki og má
vendast.
Men lopið verður tvørtur
um, har garðurin er lagstur.
Politikkurin byggir á burtur
forkláringar og undanstøkking.
Burturúr spyrjast bert populist
isk átøk, sum vissuliga fara at
lemja búskapin.
Einasti heilivágur hjá summ
um tykist nú at vera at hækka
skattir og avgjøld. Júst tað
øvugta av tí, sum skal til fyri at
stimbra búskapin og fremja
kappingarførið. Var so ætlanin
við inntøkuhækkingunum at
minka um undirskotið á fíggjar
lógini, so var ávís meining í
galskapinum, men ætlanin er
tann øvugta, nevniliga at økja
um almennu útreiðslurnar.
Soleiðis flyta vit okkum at
eggini. Meðan privati virði
skapandi sektorurin spakuliga
verður sjóðaður niður og løn
takaratalið minkar samsvarandi,
so veksur tann almenni løntak
araskarin við støði í hægri
skattum, fleiri avgjøldum og
almennari lántøku.
Samstundis sum milliardin
árliga verður brúkt, sum ikki er
til, er stórsta almenna avbjóð
ingin næstu árini er eldraøkið.
Hvussu vera ráðini til hesar
neyðugu útbyggingar við førda
politikkinum, og hvussu ætlar
løgtingið saman við kommun
unum at fremja byggingarnar
av ellisheimum við 300 akutt
um plássum og 1000 afturat
komandi árini, har byggikostn
aðurin fyri stovnsplássini er 1,5
mio. kr fyri hvørt og rakstrar
kostnaðurin 600 túsund árliga
fyri hvørt búfólkið? Tað kann
skjótt sýna seg soltið hjá teim
um gomlu, nú løgtingið eru
ávegis at niðurlaða fíggjarliga
rásarúmið.
Kollektivistisku Føroyar
Fyri summi er tað leiðin, at øll
skulu standa í skuld og takk
semi til tað almenna, og at
politiski fordeilingspolitikkurin
gerst meginreglan heldur enn
undantakið, at reka politikk við
almennum eftirlæti við pengun
um hjá hinum. Úrslitið verður
hareftir. Alt initiativ verður
kvalt í føðingini og vit fara at
flyta okkum frá málinum um
livandi og sjálvberandi búskap
inn í stagnatiónina og aftur
gongdina. Virðisskapandi
samfelagið fer at halda uppat
við at eksistera og fólk fara at
rýma av landinum.
Vit enda við at standa í
ómegdarskuld til onnur, har
summi longu eru farin at kaga í
landsuður eftir hjálp. Og lítið er
at ivast í, at partar av løgtingi
num sær hetta sum eitt parta
politiskt projekt í sjálvum sær,
meðan aðrir droyma um
kollektivistisku Føroyar, har
komandi politbureau’ið fer at
deila sól og vind, magt og
avmagt. Vit eru tí á vegamóti,
sum kann vísa seg søguligt.
Tí er boðskapurin greiður,
tekur samgongan ikki í egnan
barm og semist um minst møgu
ligan útreiðsluvøkstur og gener
elt afturhald, so fer samfelagið
fyri bakka.
Frá andstøðuni er einki í
væntu. Hon er kynsleys. Opnar
hon munnin frá tingsins røðara
palli verða dagliga milliónir
brendar av í ábyrgdarloysi. Tað
sóu vit í sambandi við fíggjar
lógarviðgerðina í fjør, har tjóð
veldi overnight í tinginum
hevði uppskot um at økja
almenna raksturin við 60 mio.
kr afturat. At nettoúrslitið hjá
flokkinum vísti minni hall var
politiskt gluggapynt. Tað er
eingin kunstur at breggja sær av
minni halli, tá man fyrst hevur
verið við rívuni eftir øllum
handa skattum og avgjøldum,
íroknað brandskatting av arvi.
Nei, okkum tørvar vanligt vit
og skil. Heimskreppuni fáa vit
ikki tamarhald á. So mikið
meira áliggur tað løgtinginum
at taka annað skinn um bak.
Gera vit tað ikki nú, er
samfelagið fokið um fá ár.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Kamikazeføroyar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
www.djurholm.fo
Tíðindaskriv
Rósa Samuelsen, lands
stýriskvinna
í
almanna
málum, fýltist í gjár í
Kringvarpi Føroya á, at
Barnaverndarstovan hevur
úttalað seg í sambandi við
ætlanina at skipa bú og
viðgerðarstovn fyri børn og
ung í Mjørkadali.
Barnaverndarstovan
er
felagskommunalur stovnur
undir leiðslu av Kommunu
samskipan
Føroya
og
Føroya
Kommunufelag.
Barnaverndarstovan verður
fult og heilt fíggjað av
kommununum, sum eisini
hava fulla ábyrgd á barna
verndarøkinum gjøgnum b
arnaverndartænasturnar.
Eisini er við lóg m.a.
álagt Barnaverndarstovuni
at virka sum ráðgevi hjá
landsstýrinum. Hetta er ikki
uttan orsøk, tí tað er nevni
liga
Barnaverndarstovan
saman við barnaverndar
tænastunum kring landið,
sum hava fakliga kunnleikan
til tørvin hjá hvørjum eins
tøkum barni í skipanini.
Landsstýrið hevur sam
bært lóg skyldu til at veita
stovnstilboð, og tí er sjálv
sagt, at landsstýrið eisini
hevur tørv á ráðgeving frá
fakliga kunnleikanum um
ítøkiligu
stovnstilboðini,
fyriskipanir v.m. Alt annað
er at arbeiða í blindum.
Síðani Rósa Samuelsen
gjørdist landsstýriskvinna,
eru stórar og grundleggj
andi broytingar framdar á
stovnsøkinum børn og ung.
Stovnarnir innan barna
vernd og brek er nú eitt
stovnsøkið.
Stovnar
og
tilboð eru niðurløgd. Har
umframt er alt málsøkið
flutt frá Almannastovuni til
Nærverk at umsita.
Á ongan hátt vórðu kom
munurnar,
barnaverndar
tænasturnar
ella
Barna
verndarstovan tikin við upp
á ráð, tá landsstýriskvinnan
tók hesar avgerðir, men
vórðu bert kunnað um
ætlanina at samskipa økið
børn og ung.
Úrslitið er ruðuleiki og
ótryggleiki, ið kommunur
nar hvørki politiskt ella fak
liga longur kunnu góðtaka.
Í Kringvarpstíðindunum
metti
landsstýriskvinnan
seg nú hava trupult við at
fáa ráðgeving frá Barna
verndarstovuni og harvið
eisini barnaverndartænast
unum vísandi til, at hesi
fakliga høvdu mælt frá
Mjørkadalsætlanini á fyri
liggjandi grundarlagi, og at
hetta var vorðið alment.
Vit, sum varða av barna
verndarøkinum, kunnu ikki
noyða landsstýriskvinnuna
at lurta eftir ráðgeving,
tíansheldur at virka eftir
ráðgevingini.
Men
vit
kunnu tó staðfesta, at lands
stýrið ikki røkir sínar skyld
ur, tá ið stovnstilboðini
antin mangla ella als ikki
samsvara við tørvin.
Tað eru kommunurnar og
barnaverndartænasturnar,
sum hava ábyrgdina av børn
unum og teimum fyri
skipanum, sum settar verða
í verk. Tað eru eisini komm
unurnar, sum gjalda fyri
tað. Lat tí ongan iva verða
um, at politiska, fíggjarliga
og fakliga ábyrgdin hjá
kommununum fylgir við, tá
ið børnini eru í stovnstilboði
hjá landinum ella uttan
lands.
Tað er tí eisini sera hug
stoytt
at
staðfesta,
at
arbeiðsbólkur
undir Al
mannamálaráðnum, hvørs
uppgáva m.a. annað er at
endurskoða tilboð og skip
anir eins og møguleikan at
leggja stovnsøkið til komm
unurnar, heldur ikki er tikin
við uppá ráð, hvørki í sam
bandi við flytingina av máls
økinum til Nærverk, niður
legging av stovnstilboðum
ella Mjørkadalsætlanina.
Kommunusamskipan Før
oya og Føroya Kommunu
felag fara við hesum staðiliga
at heita á landsstýriskvinnuna
um at leggja á annan bógv,
og taka Barnaverndarstovuna
og barnaverndartænasturnar
við í arbeiðið at tillaga og
skipa
stovnstilboðini,
ið
tørvur er á.
Hetta er einasta trygd
fyri, at politisku avgerðir
nar hjá landsstýriskvinnuni
hava
nøktandi
fakligt
grundarlag.
Tí uttan mun til, um
fakligu tilmælini ikki eru í
samsvari
við
politisku
ætlanirnar hjá landsstýris
kvinnuni, so hava vit fak
liga og politiska skyldu til
at taka støðið í tørvinum
hjá tí einstaka barninum.
Vegna Barnaverndarstovu
Føroya
Kommunusamskipan
Føroya
Heðin Mortensen,
formaður
Føroya Kommunufelag
Asbjørn Djurhuus,
formaður
Viðvíkjandi støðuni á økinum børn og ung