fríggjadagur 27. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
15
VIKUSKIFTI
Einki stuttligt meira
Tað plagar at verða ein stuttligur og góður dagur, tá
ið fólk fara at halda karnival í Køln í Týsklandi. Men nú
hevur svínakrímið beint fyri tí stuttleikanum eisini. Fólk
plaga at heilsa pent og kyssa hvønn annan, men nú
verður alt gjørt við masku fyri andlitið. Men yvirskriftin
fyri karnivalið í ár er framvegis “Kissed in Cologne”.
Landsstýriskvinnan í menta mál
um, ella mentamálaráðharrin,
tá vit spæla fólk í húsi, kann
av sínum eintingum, einsamøll
uttan at spyrja nakran, hækka
kringvarpsgjaldið. Hon skal bara
broyta eitt tal í kunngerðini um
kring varpsgjald og síðani senda
Kunngerðablaðnum kunn gerð ina
og biðja um at fáa hana kunn
gjørda. Og so hækkar kringvarps
gjaldið. Meira enn tað krevst ikki.
Men tað torir landsstýris
kvinn an í menta mál um sjálvandi
ikki. Tí mentanarligar hugsjónir
og visjónir, um nakrar eru, viga
minni, nógv minni, enn atkvøður
og tað, sum hini í samgonguni
halda.
Og fyri at sleppa sær heilt
undan ábyrgdini og heimildini
at áseta kringvarpsgjaldið er
landsstýriskvinnan (t.e. lands
stýrið) komin við einum lógar
upp skoti, sum flytur avgerðina
úr Mentamálaráðnum í løgtingið.
Kringvarpsgjaldið, krónutalið,
skal í lógina um Kringvarpið.
Lógaruppskotið sigur, at
kring varpsgjaldið er 3.000 kr.
frá 2010 at rokna. Og soleiðis
verð ur í allar ævir. Løgtingið fer
ongan tíð at hækka gjaldið, heldur
tvørtur ímóti.
Jú, men, ger tann skarpi les
ar in nú vart við, tað eru heilar
100 kr. meira enn nú (og meira til
landskassan eisini í meirvirðis
gjaldi, 425.000 kr. um árið).
100 kr. meira geva 1,7 millión
ir afturat til Kringvarpið, tí 17.000
húsarhald eru. Men teir pengar
nir skulu sjálvandi ikki brúkast
til journalistikk. Pengarnir skulu
brúkast til fólk við breki, fólk,
sum bera brek fyri at vera heilt
politiskt korrektur í orðavalinum.
Mentamálaráðið brúkar peng
ar hjá Kringvarpinum at reka
al manna politikk fyri. Ann ars
fæst ikki meiriluti fyri at hækka
gjaldið. Minnist til, vit eru í Før
oyum.
Politikararnir ræðast eitt
sterkt kringvarp. Tí vandi er fyri,
at teir fáa spurningar, sum teir
ikki klára at møsna seg uttanum.
At teir koma í fokus og ikki
sleppa úr tí aftur.
Eftir meira enn 52 ár við
út varpi og meira enn 25 ár við
sjónvarpi, meira enn hálva øld
við Public Service, er tann fyrsti
føroyski Public Service sáttmálin
á veg.
Fyri at hava sítt alibi hundr að
prosent í lagi fekk lands stýris
kvinnan í lag aðalorðaskifti
í løgtinginum. Hon veit, at
løg tingið vil einki við Kring
varpinum.
Tað var ein óvæntað snild
avgerð at leggja saman Út varp
ið og Sjónvarpið overnight. Tað
vóru ein góð ráð, lands stýris
maðurin tá fekk, hvaðani tey so
komu.
Við samanleggingini slapp
lands stýrismaðurin undan teirri
plágu, sum øll undanfólk hansara
síðani 1984 runnu undan – øll
runnu ikki nóg skjótt – marran,
sum var, at Sjónvarp Føroya
hevði ongar pengar. Men Útvarp
Føroya átti nógvar pengar.
Nú eigur Kringvarp Føroya
ongar pengar. Men kassin var
ikki heilt tómur, fyrr enn faðirin
at Kringvarpi Føroya var farin
úr Mentamálaráðnum. Væl var
sloppið.
Eingin tordi, ella torir, at siga
bart út, at vit eru ov fá í Føroyum
til at hava sjónvarp. Politikararnir
hvørki vilja ella tora at lata tað,
sum eitt líkinda sjónvarp kostar.
Nú skal eisini takast við her,
at tað er eingin sjálvsagdur sann
leiki, at fleiri pengar geva betri
kringvarp. Eitt kallast raðfesting,
ein stórliga undirmett dygd í
Føroyum. Pengar til dømis kunnu
raðfestast, eisini fáir pengar.
Lítið, kanska einki, er meira
subjektivt enn raðfesting.
Hví hava vit í Føroyum altíð
ráð til at gera berghol og undir
sjóvartunlar? Tí politikararnir
raðfesta tey fremst.
Ein drykkjukona ella maður
hevur altíð ráð til brennivín, tí
tey raðfesta tað fremst.
Allir føroyingar eiga bil, tí før
oyingar raðfesta bilin fremst.
Sum sagt í hesi kringgongd
um kringvarpsgjald eru altíð
peng ar til tað, sum verður raðfest
fremst.
Kringgongd
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Hvør má skráin vera?
Lúsafundur
Olivant.fo
Nýtt sosialt netverk
Ein bólkur á Fecebook er nú
farin undir innsavnan...
Olivant.fo
Ikki so naskur, gamli!
Barroso vil hava Connie Hedegaard
Uf.fo
Nýggjar tíðir
Miðlakríggj á netinum
Olivant.fo
Hvat plagdu tey at gera?
Nú arbeiða tey á Kósini
Sosialurin
Ja, heilt erligt!
Nú eiga mannfólkini tørn
Norðlýsið
Nú manglar bara restin
av kroppinum
Hava funnið fingrarnar av Galilei
Dimma
Kanska uf.fo verður dagført so
Kringvarpsgjaldið hækkar
100 kr. næsta ár
Uf.fo
ranga
í
strúpan
Alt fyri
fótbóltin
Kvinnur plaga at líða fyri
vakurleikan og útsjóndina, men
rættir menn teir offra útsjónd og
vakurleika fyri fótbóltin. hesin
maðurin eitur Phil Andruss, og
hann er íðin viðhaldsmaður hjá
amerikanska fótbóltsfelagnum
seattle sounders. AP veit at
siga, at hann brúkti tveir tímar
til at fáa hárið at sita, sum tað
skuldi – tað svarar til umleið
helvtina av tíðini, sum eitt
konufólk brúkar til tað sama.
Triggjar
góðar
- Konan segði við meg, at
hon skuldi ikki hava nakra
føðingardagsgávu í ár, men
hon helt, at vit heldur skuldu
gera okkurt annað saman.
- Gjørdu so tit tað?
- Ja, vit skeldaðust um, hví
eg ikki hevði keypt henni
nakra føðingardagsgávu.
Eitt innbrot var í ein handil
í Havn í vikuni. Onkur stjól
2000 sigarettir og ein
pakka av gularótum, so nú
leitar løgreglan eftir einari
kanin við tubbakshosta.
- Segði tú nakað góða?
- Nei
- Okay, so má tað hava
verið roykalarmurin
myNdir: PolFoTo