Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 228 - 27. november 2009 tíðindi Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið vístu okkum samkenslu og henni æru, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Diny Heinesen doyði og varð jarðað. Takk til Martin Restorff Jacobsen, prest, fyri góð orð í kapellinum og til jarðarferðina. Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og tykkum, sum hjálptu so væl til ervið. Takk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim. Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til tykkum mongu, sum tóku tykkum so væl av henni hesi seinastu nógvu árini. Familjunnar vegna Hanus og Martin Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Elsa Maria Fanny Anthoniussen andaðist og varð jarðað. Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri troystarrík orð, tá kistan kom heim í kirkjuna og til jarðarferðina. Tøkk til Ólav, mammubeiggja, fyri vakran sang til mammu okkara á hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, og fyri hjálp og stuðul til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jón, Fróði og Heðin Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Johannes Hansen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Nýrafelagið og takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Sólbjørg, Milly, Eleina, Sámal Johannes og Norðbjørt við familju Starvsfólk til Føroya landsbókasavn Søkt verður eftir Avloysara fyri 1. bókavørð í barnsburðarfarloyvi frá 25. januar til 13. september 2010. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Samskipara til avgreiðsluna at seta 1. februar 2010 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Umsóknarfreistin til bæði størvini er 21. desember 2009 kl. 12.00. Les meira á www.flb.fo undir Leys størv. FØROYA LANDSBÓKASAVN Prógv 17. nov. 2009 fekk Magni Glyvradal á Keymannahavnar Universitetið handað prógv sum cand. cient í fysik. Nevnast kann at hann fekk hægst próvtal til próvtøkuna. 65 ára føðingardagar Leygardagin 28. nov. halda Eyðun og Elsebeth Maria Johannesen føðingardag í Eydnuni á Oyrabakka, frá kl. 18. 90 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður Fredrik Jacobsen, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur 11, leygardagin 28. nov. frá kl. 16. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Bad­ mintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@post.olivant. fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@ olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haralds­ sundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 27. nov. hava Anna og Jákup Kass, Strendur, diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov., saman við familjuni. Diamantbrúðleyp Mánadagin 30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á Jagtvej 213, 7­4, 2100 København Ø. Brúdleyp Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála. Dagurin verð­ ur hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá 13­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. merkisdagar Sunnukvøldið 6. desember kl. 19 verður eitt stuðuls­ tiltak í Løkshøll í Runavík til frama fyri Rumeniahjálp­ ina. Tiltakið verður skipað sum ein sangløta. Tað er samkoman Elim í Søldarfirði, sum stendur fyri tiltakinum. Ljós verður varpað á tað hjálpararbeiði, sum verður gjørt í Rumenia, og fólk fáa møguleika at vera við til at stuðla arbeið­ inum. Tað kostar ikki at koma inn, men tað verður høvi at lata eina peninga­ gávu, meðan tiltakið er. All­ ur peningurin sum kemur inn fer óskerdur til at hjálpa einstaklingum, trongdum familjum, barnaheimum og Aids­raktum í økinum. Nógv ymiskt fólk framføra sum t.d. TOS við Bárði á Lakjuni, Brita og Eli Smith, Jóhannes Poulsen, Jens Chr. Olsen, Jóannis S. Hansen, Hallur Joensen, Kristina Bær­ entsen og duddi, eins og Beinta og Absalon Áargarð við dukkunum. Myndafrá­ sagnir og filmsklipp verða víst millum framførslurnar, har Andrea Isaksen og Anna Maria E. Antoniussen greiða frá um hjálpararbeiði. Eisini verður nógvur felagssangur. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til hetta kvøld­ ið, her verður okkurt til fólk í øllum aldri. Tiltakið endar við einum drekkamunni til øll. Stuðulstiltak í Løkshøll Anna Maria E. Antoniussen er ein av fyrireikarunum – a touch of the Orient Opið er fríggjadag og leygardag frá 13.00 til 17.30 Ella við at ringja á 272212 Klædnahandil 1001 Nátt Mikkjalstrøð 11 Jólatilboð Kjólar í øllum litum og sniðum til sølu