fríggjadagur 27. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
1: Vinurin, sum dagførir støðuna við fullkomiliga onkisigandi
tingum fleiri ferðir um dagin. Huff.
2: Vinurin, sum deilir allar sínar miðlaupplivingar við onnur,
so sum leinkir til tíðind, myndir og filmar. Kann vera áhugavert.
3: Vinurin, sum meldar seg inn í allar møguligar snedigar bólkar
og tekur testir. Klikkaður.
4: Vinurin, sum næstan bara brúkar netverkið til at reypa av
børnunum. Ikki áhugavert hjá øðrum enn nærmastu familjuni.
6: Vinurin, sum fær sær kend fólk sum vinir, hóast tey ikki kennast
í veruleikanum. Virkar einsamalt – men tað er eisini í lagi.
7: Vinurin, sum bara brúkar Facebook í sambandi við arbeiðið.
Keðiligur vinur.
8: Vinurin, sum eisini er góður vinur ella familja í veruleikanum.
Deiligt.
9: Vinurin, sum ikki hevur skilt, at Facebook er eitt sosialt forum.
Hann er har bara fyri at forvitnast og at snúlta, men gevur
ongantíð nakað av sær sjálvum. Deyðadømdur!
10: Vinurin, sum er ein ordiligur Facebookari. Letur eitt sindur av
spennandi upplýsingum og dagførir støðuna javnan. Heilsar eisini,
tá tit møtast í veruleikanum. Leggur javnan myndir og undirhald
út, og luttekur gjarna í einum góðum orðaskifti. Stovnar og
luttekur í viðkomandi bólkum. Soleiðis skal tað vera!
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
lagt tIl rættIs: Rigmor Dam
UppsKrIft: Rannvá Djurholm
Tilfar:
Dressing:
8 tsk. rabarbuchutney*
8 spsk. eggjahvíta
Fylla:
1 súrepli
200 gr. Av kókaðum/bakaðum laksi
Pannukøkur:
160 gr. tinaðum spinat
100 gr. av mjøli
2 dl. av mjólk
2 egg
Smør
*Rabarbuchutney:
90 gr. av rabarbum
20 gr. av leyki
1 tsk. av smøri
60 gr. av sukri
1 st. kanel
1 spsk. av vatni
¼ - ½ tsk. sambal oelek
Dressing:
Blanda *rabarbuchutney og eggjahvíta saman til
ein dressing.
Fylla:
Flys súrepli og sker smátt. Koyr súrepli á eina pannu
og hita. Koyr kókaða/bakaða laksin á pannuna saman
við súreplunum, soleiðis at øll fyllan er heit.
Pannukøkur:
Blanda tinaða spinatið, mjøl, mjólk og egg saman,
og píska tað til deiggj. Baka seks pannukøkur.
Pannukøkurnar skulu bert bakast á einu síðuni,
neyðugt er at koyra eitt sindur av smøri á pannuna
áðrenn hvørja pannukøku.
Servering:
Smyr eitt lag av dressinginum á hvørja pannukøku,
og koyra súrepli og laks á pannukøkurnar, og rulla tær
saman. Tað egnar seg væl at servera pannukøkurnar
saman við restini av dressinginum, grønum salati og
tomat.
*Rabarbuchutney:
Sker rabarburnar í flísar. Flys leykin og hakka hann
grovt. Brúnka rabarburnar og leykin í smørinum í
eini grýtu. Tilset sukur, kanelstongina og vatn.
Lat tað kóka í 20-30 minuttir – til tað verður tjúkt.
Rør av og á. Smakka til við sambal oelek.
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
(forrættur til 6 pers.)
10
Facebook-
typur
Summi duga bara hatta har við
facebook. Onnur eru bara mega
irriterandi. men hvat Slag ert tú?
Spinat pannukøkur við laksi