Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 228 - 27. november 2009 tíðindi 22 ára gamli havnar­ maðurin, Eyðun Müller Thomsen, hevur ferðast á Tuk Tuk prutli tvørtur um Andesfjøllini, ein túrur uppá fimm túsund kilometrar. Hetta er ein dreymur, sum er vorðin veruleiki fyri Eyðun DREYMAFERÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Útlongsul er nakað, tey flestu kenna, men sum tey fægstu tó føra út í lívið. Ein teirra er tó Eyðun Müller Thomsen úr Havn, sum sein astu mánaðirnar hevur ferðast í Suðurameriku tvørt ur um Andesfjøllini á prutli, einum sonevndum tuktuk. Eyðun hevur verið partur av einum størri bólki, sum hevur koyrt leiðina úr Peru til Paraguay umvegis Bo ­ livia. Ferðin byrjaði við, at allir luttakararnir savnaðust í Huancayo í Peru, har teir nýttu nakrar til at aklimati­ sera seg. Frammanundan hevði Eyðun tó ferðast gjøg num Chile og Peru og har upplivað eitt kend støð frá Inkatíðini. – Eg og Joey úr Hálandi komu við hvør sínum flog­ fari úr Europa og møttust í Santiago í Chile. Teir koyrdu fram við strondini all an vegin upp til Peru. Veðrið var gott, 30 stig og meiri, men inn ímillum var glopraregn og tað pøsti niður. Í dagbók síni, sum hevur verið løgd í á heimasíðuna hjá tiltakinum sohvørt skriv ar Eyðun m.a. fyri trim um vikum síðani: ­ Fimm tey heitastu støðini á jørðini í síðstu viku vóru øll her í Peru. Mesti hitin var 44 stig, men annars er alt talan um býir, ið vit skulu tuktukka ígjøgnum. Eitt nú hava vit vitjað í Cusco, høvuðsstaðinum hjá inkarunum, til Ayacuchu, høvuðsbýurin hjá »Skínandi gøtuni«­guerilliaini. Honda fyritøkan, ið skuldi útvega øll tey 62 tuktuk prutlini, hevði av einihvørjari orsøk ikki latið tey til tíðina, og tí varð ferð­ in útsett eina viku. Hetta gav Eyðuni og Joey, hol­ lendska makkara hans ara, stundir at uppliva ym iskt, ið teir annars ikki høvdu fingið stundir til. Nær við avlýst – Cotahuasi Canyon, djúp­ Leiðin umvegis teir størru býirnar Peru Huancayo - Ayacucho - Abancay - Andahuaylas - Cusco - Puno Bolivia La Paz - Oruro - Challepata - Salinas - Jiriri - Uyuni - Tupiza - Villazon - Tarija - Villamontes Paraguay Mariscal - Filadelfia - Asuncion Á ævintýrferð um Eyðun og Joey royndarvenja Undan Tuk Tuk ferðini nýtti Eyðun høvi at vitja eitt av heimsins undirverkum, tann gjøgnum fleiri hundrað ár fjalda Inkabýin Machu Picchu. Eyðun við róðrið á veg upp í Andesfjøllini Tuk Tuk fráferð í Peru Teir fylgjast í byrjanini Eyðun fær sær ein lúr