Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 27. november 2009 23 tíðindi asta gjógvin í heiminum, tvær ferðir so stór sum Grand Canyon í USA. Har er eisini heimið hjá »Land Of The Moon«, ein tríggir tímar gongutúrur á sandi og gróti beint upp á ein fjalla­ tind, har alt líkist mánanum og har flúgva Condor fugl­ arnir 10 metrar yvir tær. HEILT ÓTRÚLIGT. So gott sum eingi ferðafólk koma hagar, tí tað tekur 12 tímar við bussi og koyrt verður á teimum ringastu grót vegunum man kann ímynda sær, sigur Eyðun Thomsen. Machu Picchu, gjøgnum fleiri hundrað ár fjaldi fjallabýurin í hjart­ anum á tí gamla Inka rík­ inum, var eisini eitt upp­ livilsi fyri lívið hjá unga føroyinginum. Eitt vóru so mongu upp­ livilsini undan sjálvanri ferð ini. Men tað var ikki bara sum at siga tað at sleppa avstað. Tí nú vísti tað seg, at Honda heilt ein­ falt var lopið frá sáttmál an­ um um tey 62 tuktuk prutl­ ini. Fyrireikararnir máttu so finna 62 tuktuks og gera nýtt pappírarbeiði upp á fýra dagar, og hetta megn­ aðu teir at finna djúpt inni í Amazon frumskógini. Og tá kappingin skuldi byrja, vóru allar tuktuks klárar, men pappírsarbeiðið og nummarpláturnar vórðu seink aðar, so dag um dag vóru intensivir fundir og frustreraðir adventuristar, sigur Eyðun Thomsen. Stórur partur av pappírs­ arbeiðinum skuldi prógva, at tuktukkirnar ikki vóru stolnar og at tað lættliga skuldi sleppast um landa­ mørk. Men endiliga var alt fing­ ið upp á pláss og ævin týr­ ferðin kundi byrja. Prísurin hækkaði Fyrstu tríggjar­fýra dagar­ nar varð koyrt mest sum í ongamannalandi. Einki signal til fartelefonina nakra staðni og nærum ong­ ar bygdir. Bara bóndir og bøur. Fyrstu dagarnar koyrdu Eyðun og hollendski makk­ arin í einari konvoy við seks tuktukkum, men tíðin og veg irnir fóru illa við prutl­ unum, og skjótt máttu teir siga farvæl til ta einu, sum endaði á verkstaði. Sovið varð í tjaldi um næt urnar, men ta einu nátt­ ina var sovorðið illveður, at teir endaðu á einum hostel. – Allur streymurin var far in i hesum býnum, Huanta, men vit fingu ein bil skúr at tveita allar tuk­ tuks inn í, so tað var perfekt, sigur Eyðun. Veðrið hesa ársins tíðina er ógvuliga skiftandi. Tað kann vera sól og summar ta einu løtuna og tropiskur stormur løtu seinni, so tú noyðist at leita tær le. Morgunin eftir hesa ódnarnátt, fór tuktukkin hjá teimum báðum í verkfall. Hon vildi bert í fyrsta gear, og tað var ein trupulleiki, sum eingin teirra megnaði at fáa greiði á. – Vit sluppu so uppí ein lastbil, sum skuldi koyra okkum til næsta bý, har vit fingu ókeypis hjálp frá fyri­ tøkuni, sum eigur tuktuk prutlini, sigur Eyðun víð­ ari. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar. Teir høvdu bert koyrt eina løtu, tá lastbilførarin broytti av ­ talaða prísin frá 70 soles til 700 soles. – Vit søgdu bums nei og máttu so taka tuktukkin av aftur lastbilinum. Har stóðu vit so strandaðir. Koyrdu so fýra kilometrar í fyrsta geari, til vit komu til ein lokalan mekanikara í bygdini Uripa. Tað var ein 21 ára gamal drongur, sum hevði lært seg sjálvan við at lesa bil­ og lastbilsmanualir. Hann rippaði allan motorin sundur og buldraðist frá klokkan 11:00 til 20:00, tá virkaði endiliga aftur. Men nú var ov myrkt at koyra, so vit máttu yvirnátta har, sigur Eyðun. Men teir høvdu latið hin­ um sítt tjald, so teir máttu sova sum frægast. Helvtin av Eyðuni inni í tuktukk­ inum og Joey undir honum. Einki samband Tíðliga morgunin eftir fóru teir so aftur til stroks niðan brekkuna, men teir vóru ikki komnir meiri enn einar 40 kilometrar, so var sami trupulleikin har aftur. Og nú var hann enn verri, tí nú lak tuktukkin olju sum ein sold. Aftur vóru teir strandaðir, hesaferð í ongamannalandi, men lukkutíð kom ein last­ bilur fullur av korni framvið og tók teir við til næsta bý. Har var tó eingin mekanik­ ari, so teir máttu bíða, til teir aftur fingu eitt lift til býin Cusco. – Aftur varð allur motor­ urin rippaður sundur sum hann var. Teir seta so saman aftur sum tað skal og leggja so leiðina móti Puno, Lake Titicaca og markinum til Bolivia. Men teir eru kortini ikki teir einastu, ið hava trupul­ leikar at stríðast við. Tvær gentur rendu ein av fyrstu døgunum teirra tuktuk í eitt hol í vegnum. Prutlið bólt­ aði tvær ferðir runt og fleyg út av vegnum einar hundrað metrar beint niður í eina á. Tíbetur vóru genturnar dotn ar úr áðrenn, og tær høvdu tað gott eftir óhapp­ ið. Teir báðir fingu so sínar makkarar aftur og fylgdust síðani inn í Bolivia. Eftir at teir komu inn í landið, høvdu teir einki samband á fartelefonini og sluppu heldur ikki fram at nøkrum interneti í fleiri dagar, so tað var ikki sørt, at familjan heima í Føroyum var eitt sindur bangin um Eyðun. Teir komu til bolivianska høvuðsstaðin La Paz 10. november og máttu aftur finna ein mekanikara. Tað vóru fimm tuktuks, sum fylgd ust, og tað var í heil­ um, at okkurt var galið við onkrum teirra. Hetta var tó skjótt um ­ vælt, og síðani varð leiðin sett móti Salar De Uyuni – The Salt Plains – ið er heim sins størsta saltoyði­ mørk. Andesfjøllini Oyði men vakurt. Eyðun og Joey á veg móti Bolivia Eyðun tjekkar súkluna Ofta var lendið óhøgligt Á brøttu fjallavegunum í Peru Framhald á næstu síðu