Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 228 - 27. november 2009 Hans Jacob Garðalíð, sum keypti málning­ in, ið starvsfólkini í Miðlahúsinum málaðu og góvu Krabbameinsfelagn­ um, læt málningin aftur sum gávu til G3 á Landssjúkra­ húsinum, har fyrr­ verandi kona hansara í tveimum umførum fekk viðgerð fyri krabbasjúku. ­ At geva deildini málningin, betýðir serstakliga nógv. Okkara børn fingu mammu sína aftur, og tað hevur alt at siga fyri meg, segði gevarin við handanina Málningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sambandi við lands­ innsavningina hjá Krabba­ meinsfelagnum, málaðu starvsfólkini í Miðlahúsi­ num í Vágsbotni ein stóran málning, sum latin varð Krabbameinsfelagnum sum gávu. Nakað eftir, at stóra til­ takið hevði verið í Norður­ landahúsinum, keypti Hans Jacob Garðalíð málningin frá Krabbameinsfelagnum fyri 13.000 krónur, sum soleiðis fóru óskerdar til felagið. Tá Hans Jacob hevði keypt málningin, gjørdi hann av at lata hann aftur sum gávu til G3 á Lands­ sjúkrahúsinum, sum er deildin, har eitt nú sjúkling­ ar við krabbameini koma. Málningurin hugtók Sosialurin og Rás2 vóru úti á deildini saman við Hans Jacob hendan dagin, hann handaði málningin. Tað var leiðarin á deildini, Eva Mortensen Holm, sum vegna starvsfólkini á G3 og Landssjúkrahúsið tók ímóti málninginum. Onnur starvs­ fólk vóru eisini við til hesa hugnaligu – og hugvekjandi ­ løtu, og tey tóktust øll sera fegin um málningin, sum tey søgdu seg fara at finna eitt hóskandi pláss til. ­ Vit halda, at málningurin er sera vakur, og vit halda eisini, at fólk kunnu fáa nógv burtur úr at síggja hann, vóru tær líka sum samdar um. Eftir at myndir vóru tiknar av handanini eins og av gevara saman við Evu og nøkrum av starvsfólkum hennara, stóðu fólk eina fitta løtu uppi á gólvinum og skoðaðu málningin. Síðan fingu vit kaffi og eitt stutt prát við Hans Jacob Garðalíð um søguna aftanfyri, at hann hevði gjørt av at geva G3 máln­ ingin sum gávu. Hesa løtu skiftu vit eisini orð við Evu Mortensen Holm. Sjúk av krabbameini ­ Søgan aftanfyri, at eg fegin vildi geva deildini hesa gávu, er, at fyrrverandi kona mín fekk staðfest krabba­ mein í bróstinum í 1999. Bróstið varð tikið, men í 2002 fekk hon aftur staðfest, at sjúkan hevði breitt seg út í beinagrindina. Hans Jacob sigur, at kon­ an eftir hetta fór ígjøgnum mikið stríð og strev á deild­ ini, eins og hon var í Dan­ mark til stráluviðgerðir. ­ Men hon yvirlivdi sjúkuna og varð útskrivað hin 10. apríl í 2003. Eftir hetta gekk hon til kemo­ viðgerð triðju hvørja viku, og minnist eg rætt varð hon liðug við hesa viðgerð í juni sama ár. Hann segði, at konan framvegis er frísk í dag. Ein sólstrála á G3 Tá Hans Jacob Garðalíð handaði gávuna, helt hann fyri, at málningurin, sum bæði ímyndar ljós og myrkur, kann vera ein sólstrála á deildini, sum hann tók til. ­ Fyrrverandi kona mín gjørdist frísk av krabba­ meini, og tí kann málning­ urin eisini vera eitt tekin um, at tað ber til at gerast frískur av krabbameini, segði hann. ­ Meðan vit prátaðu aftur við kaffimunninum, spurdu vit eisini gevaran, hvat tað merkir fyri hann at hava givið deildini hesa gávu. ­ Hetta betýðir serstakliga nógv fyri meg. Okkara børn hava fingið mammuna aftur, og hetta hevur alt at siga fyri meg. Hans Jacob Garðalíð segði, at hetta er hansara máti at siga deildini takk fyri tíðina, tey vóru um og hjálptu fyrrverandi konu hansara, tá hon var sjúk. Var nógv um hana Vit kunnu leggja aftrat, at hóast Hans Jacob Garðalíð og fyrrverandi kona hansara vóru skild, tá hon gjørdist sjúk, sat hann nógvar tímar, dagar og vikur úti á Lands­ sjúkrahúsinum hjá henni. Fleiri av starvsfólkunum, sum vóru við, tá hann handaði málningin, mintust væl tíðina, tá fyrrverandi kona hansara var sjúk, og gevarin av málninginum sat langar dagar og nætur úti á deildini. Okkara børn fingu mammu Hans Jacob Garðalíð keypir málningin frá Krabbameinsfelagnum fyri 13.000 krónur. Á myndini eru Jansy Gaardlykke og Jákup N. Olsen frá Krabbameinsfelagnum saman við keyparanum Mynd: Jens Kr. Vang Hans Jacob Garðalíð hevur handað málningin til G3, sum eisini fevnir um onkologiskt ambulatorium. Saman við Evu Mortensen Holm, deildarleiðara, eru nøkur av starvsfólkum hennara Mynd: Jens Kr. Van Grønlendingar tystir Nógvir grønlendingar, sum ikki hava tryggjað sær nóg mikið av jólabryggi til jóla, noyðast at fáa sær okkurt annað. Sermitsiak sjkrivar, at eftirspurningurin eftir tí kenda Tuborg Julebryg hevur verið so stórur í ár, at øl­ goymslurnar í nógvum handlum eru tømdar. Samstundis er greitt, at bryggjaríið fer ikki at senda meiri jólabryggj til Grønlands í ár. Sølustjórin hjá bryggjarínum sigur við grønlendska blaðið, at tey valdu at senda minni jóla­ bryggj til Grønlands í ár enn í fgjør, tí í fjør noyddust tey at koyra ein part av ølinum burtur, tí tað bleiv ikki keypt. Strika sjómannafrádráttin Í Íslandi hevur Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, lagt fram fleiri uppskot, sum skulu geva ríkiskassanum meiri inntøkur, samstundis sum onnur uppskot skulu skerja útreiðsl­ urnar hjá tí almenna. Í tí seinna bólkinum er millum annað eitt uppskot um at taka sjómannafrádráttin í skattinum av. Tað skal gerast í stigum, soleiðis at frádrátturin minkar 25 prosent í 2011 og síðani 25 prosent um árið, til hann fellur burtur í 2014. Íslendski sjómannafrádrátturin er í løtuni 987 íslend­ skar krónur fyri hvønn mynstringardag, og í fylgiskjølunum til uppskotið sæst, at 6.000 mans fáa sjómannafrádrátt.