Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 228 - 27. november 2009 sína aftur Pengatrot í Dubai Onkur heldur kanska, at orðini omanfyri mugu vera ein misskiljing, men satt er tað, at tað lítla oljulandið Dubai er komið í fíggjarligar trupulleikar. Tað fór eisini sum eldur um allan fíggjarheimin, tá tað kom fram í gjár, at Dubai hevur ikki ráð at gjalda sína skuld. Í fyrsta umfari er talan um avdrøg av teimum umleið 300 milliardum krónunum, sum landið hevur lænt til ymiskt byggivirk­ semi. Tey seinastu árini hevur Dubai brúkt ómetaliga nógvar pengar til bygging, og fleiri høvdu væntað, at landið fór at gerast ein altjóða fíggjar­ og handilssepil. Rændu og seldu børn Í Kina eru tvey fólk tikin av døgumn, eftir at tey vóru dømd til fyri at hava burturflutt børn og selt tey. Almenna tíðinda­ stovan Xinhua skrivar, at børnini vórðu seld barnleysum bóndahjúnum, sum vildu hava fatur á dreingjabørnum, ið kundu taka við garðinum. Sagt verður, at tey dømdu høvdu selt 15 børn, og at fimm teirra hava framvegis ikki funnið síni røttu foreldur. Sambært tíðindastovunum er tað ein veksandi trupulleiki í Kina, at børn verða burturflutt og seld. Hildið verður, at fleiri hundrað og kanska fleiri túsund børn hvørva á hvørjum ári, skrivar Reuters. Leiðarin á G3, Eva Morten­ sen Holm, var sjónliga fegin, tá hon fekk málningin handaðan til deildina á Landssjúkrahúsinum Málningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Málningurin, sum starvsfólkið í Miðlahúsinum málaði og gav Krabbameinsfelagnum sum gávu, er 1,50x1,20 metrar stórur. Hann krevur tískil nakað av veggjaplássi, har hann skal hangast upp. Men Eva Mortensen Holm, leiðari á G3, var ikki í iva um, at tey vilja hava málningin upp at hanga á deildini. ­ Vit fara at finna okkum eitt pláss á deildini. Vit eru ógvuliga glað fyri at hava fingið hesa gávu sum viður­ kenning fyri tað arbeiði, vit gera fyri sjúklingar. ­ Mær dámar málningin ótrúliga væl. Tað er so nógv at síggja í hon­ um, og har liggur so nógv í honum. Eg trúgvi, at vit kunnu hyggja leingi at málninginum og gerast ivaleyst ongantíð liðug at hyggja at honum. Hon segði seg fegnast um tað takksemi, sum gevarin hevði víst við hetta høvi, nú hann handaði deildini málningin. ­ Tað hevur verið gleðiligt at hoyra Hans Jacob Garðalíð siga frá søguni um fyrrverandi konu sína, sum vann á sjúkuni, sigur Eva Mortensen Holm, leiðari á G3 á Lands­ sjúkrahúsinum. Høvuðstemaið í málning­ inum eru tær tríggjar súlur­ nar, sum føroyska samfelagið í ættarlið bygdi sína tilveru á Málningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í skrivi, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum løgdu við málning­ inum, tá tey lótu hann til Krabba­ meinsfelagið, søgdu tey, at málning­ urin í fyrsta lagi ímyndar tær tríggjar súlurnar undir tí gamla føroyska samfelagnum, 1. Bátin/ neystið (tað, sum havið gevur), 2. Mamma og barn (familjuna) og 3. Kúgv/ kálv (mjólk/ kjøt). Málningurin ímyndar eisini kvinnu, sum er rakt av sjúku og skiftandi tankar hennara. Lagt verður aftrat, at heldur ikki Føroyar sluppu undan einum gerandisdegi, har tað hevur sín prís at vera menniskja – tað at vera til og at skula lívbjarga sær. ­ Málningurin ímyndar eisini bløðandi sár, tá menn fórust á havinum ella til bjarga. At enda í skrivinum vísa starvs­ fólkini í Miðlahúsinum á, at sjúkum sleppa vit heldur ikki undan. ­ Tær krøkja seg í okkum, og tá kann mannasálin gerst tung, har vit viðhvørt eru dapurskygd og viðhvørt bartskygd, sól og myrkur, hvørt um annað, verður sagt í fylgiskjalinum til málningin, sum starvsfólkini í Miðlahúsunum málaðu. Tær tríggjar súlurnar - Vit eru ógvuliga glað Tey sita og práta aftur við einum kaffimunni eftir handanina, Hans Jacob Garðalíð og Eva Mortensen Holm Mynd: Jens Kr. Vang